og hann hevur starvast í Svimjihøllini líka síðan. So tey bæði hava starvast ávíkavist 35 og 34 ár í Svimjihøllini. Og nú í sambandi við, at høllin seinasta sunnudag fylti 40 ár, varð avrátt at veita teimum [...] Øll Havnin kennir tey. Tey hava síðan miðskeiðis í áttatiárunum verið fastur partur av manningini í Svimjihylinum. Í morgun vórðu tey heiðrað av borgarstjóranum, skrivar torshavn.fo. Søgan um tey bæði [...] bæði byrjar soleiðis: Tá Oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 1987 kom Heri á Lava, leiðari í Svimjihøllini, í dýrastu starvsfólkaneyð, tí starvsfólkini luttóku á Oyggjaleikunum. Heri ringdi tá til Rúnu Mortensen
Gjáarsøgu, og eisini í tí sambandinum fekk hann nógv heimildarfólk, sum hava upplivað yvirnáttúrligar hendingar. Eg havi sjálvandi verið noyddur at redigera eitt sindur í tekstinum, men eg havi í øllum førum ringt [...] at eingin misskiljing er í, sigur Petur Jacob Sigvardsen. Hendingarnar eru býttar upp í umleið 20 høvuðsbólkar, og sjey teirra eru í hesum fyrsta bindinum, sum millum annað umfatar dreymar, sjónir og [...] Tað eru nú um tvey ár síðani, at Petur Jacob Sigvardsen gav út stóra verkið um torv, eitt verk í fimm bindum. Tað var í sambandi við tað arbeiðið, at Petur Jacob Sigvardsen fekk mong heimildarfólk. Prátið
Hansen í Fuglafirði 75 ár. Fuglafjørður hevur verið vælsignaður við nógvum kveikjarum,sum hava ríkað mentunarlívið í bygdini, og er Hans ein teirra. Hugsaði at skriva eitt sindur um hendan táttin í lívinum [...] Fuglafjarðar kvøldskúla í málningalist, sum nú er vorðið ein institutión, og at tað millum onnur eru fólk haðani, sum hava tikið stig til framsýningarhølið í Ribarhúsi. Hans hevur verið í hornorkestrinum, síðan [...] møgulleikarnar í hesum nýggja tóli og byrjaði at skriva. Úrslitið av hesum er millum annað yrkinga- og stuttsøgusavnið Á Brúnni. Sum ungur var Hans til lands í Íslandi, og har lærdi hann millum annað at spæla
og fyri gransking av løgunum.« Barnayrkjarin Triðju virðislønina í ár fekk Alexandur Kristiansen, sum í nógv ár hevur yrkt til børn. »Í stívliga trý áratíggju hevur hesin virkni og eldhugaði høvundi hugtikið [...] fyri hava ríkað land og fólk. Kingo-verjin Síðstu árini hevur M.A. Jacobsen virðislønin verið víðkað við einari virðisløn til fólk, ið hava útint okkurt serligt mentanarliga fyri føroyingar. Í ár fall [...] Tríggjar virðislønir vóru í ár lætnar á føðingardegi M.A. Jacobsens, tann 17. september. Vilhelm Magnussen, Marianne Clausen og Alexandur Kristiansen vóru øll heiðrað fyri at hava lagt afturat tí føroyska
verður í Sørvági komandi vikuskiftið, 8.-10. juli. - Tíverri er eingin aktivitetur í róðrarfelagnum í Sørvági í løtuni, men eg vóni, at felagið næsta ár aftur fer at manna bátarnar. Vit hava tveir ka [...] góðu og gomlu bygdastevnurnar eru minkaðar í vavi, nú so nógvir festivalar vera hildnir kring landið, hava hesar stevnur kortini nakað serstakt, sum einki annað tiltak hevur, og tað er kappróðurin. Tað sigur [...] kappróðrarbátar, sum einans verða brúktir til stuttleikaróður í løtuni. Vivian Joensen vísir á, at nøkur ung eru farin yvir til grannabygdina at rógva í ár. - Fyrireikingarnar til vestanstevnu eru væl á veg. Enn
lesandi í Havn hava ógvuliga ringt við at finna nakað at búgva í og tað, sum tey fáa fatur á, er ógvuliga dýrt. Lesur tú og býrt til leigu, ert tú noydd at arbeiða eisini, sigur Eydna, sum búði í Havn, meðan [...] hon eisini fingið eitt annað innlit í viðurskifti í fólkaskúlanum. - Fólkaskúlin er niðurslitin. Nógvir skúlar eru als ikki førir fyri at geva næmingunum ta undirvísing, teir hava krav uppá sambært fól [...] als ikki hóskar inn í gomlu skúlakarmarnar, tí hvørki amboð ella høli eru til taks. Meðan eg havi gingið í skúla í Havn havi eg hoyrt fyri, at næmingar úr Sandoynni eru verri fyri í náttúruvísindaligu
hjá áhugaðum at fáa eintak av bókini. Hetta kann hava serligan áhuga, tí komandi ár, í 2013, eru 200 ár síðan A.C. Lützen var føddur. Í ár eru annars 175 ár síðan hann kom til Føroya. Tá ið henda skanning [...] til Folkemindesamlingen í Danmark, sum hevur tað í varðveitslu. Eintakið hjá Onnu er hjá eftirkomarum hennara í Danmark. Tískil bar til at hava alla hesa søguna í sjey pørtum í FF-blaðnum saman við øðrum [...] umrødd í Miðvikuni. Eigur ættarfólk í Danmark. 5. Johan Edvard, vanliga kallaður Spinnarin, tí hann hevði spinnarí í Havn. Hann var tann fyrsti, sum varð grivin í “nýggja” kirkjugarði í Havn í 1935. Ein
pláss, og í fleiri ár hevur úrslitið ligið um einar 2, 3 til 4 miljónir krónur - antin í halli ella avlopi. Árið í fjør gjørdist serstakt, og alt bendir á, at her verður eisini eitt ávíst hall í rakstrinum [...] sanniliga komið væl við, at sterkir veitarar hava staðið aftan fyri Faroe Origin, tí bara fyrsta árið hevði felagið einar 50 miljónir krónur í halli - og annað ár var hallið einar 22 miljónir krónur. Sum tíðin [...] Samherji við øðrum 25 prosentum. Í byrjanini vóru fleiri virki við í keypinum, harav onkur keypsavtala fyrilá longu, tá Faroe Origin sá dagsins ljós. Soleiðis varð virkið í Vági skjótt selt út aftur úr felagnum
Kirkjuráðini í Suðuroyar sunnara prestagjaldi hava enn ikki tikið støðu til, um einsamalli umsøkjarin í Vági skal fáa prestastarvið, sum Elsa Funding hevur røkt seinastu árini. Møguliga verður starvið [...] føroyingur eru í holt við at lesa til prest, men teir verða ikki lidnir fyrr enn um nøkur ár. Petur Martin Rasmussen, Niels Pauli Danielsen, Hans J. Joensen og Bjarni Bæk eru allir komnir nakað upp í árini. Teir [...] Teir kunnu virka í starvinum til teir eru sjeyti ár, so um nøkur ár fella teir fyri aldursmarkinum. Men tá eru uttan iva fleiri nýggjar kreftir klárar at taka við, sigur virkandi bispur, Bjarni Bæk,
m: - Vit eru í trongum skóm, og tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa stig. Eg havi ongantíð vitað um sovorðið kappingarár. Vit hava mist tríggjar spælarar, sum hava verið við fyrr í ár, og sum nú eru [...] bóltin í mótstøðumálið, sigur B36 stríðsmaðurin Klæmint Matras, sum roknar við torførari uppgávu, tá B36 fyri fyrstu ferð í ár skal til Gøtu. Í Gundadali hevur B36 vunnið 3-0 og 3-1 á GÍ fyrr í summar [...] vitað um áður, staðfestir Sámal Joensen og vísir eitt nú á, at teir hava brúkt seks málverjar í ár. Móti B36 eru allir GÍ spælararnir tøkir. Eisini miðverjin Kaj Ennigarð, sum var burturi á lestrarferð, tá