Faroe Origin hevur skjótt 10 ár á baki

Ísfiskavinna og flakavinna hava sjáldan givið nógvan pening, men hinvegin skapar henda vinna nógv arbeiðspláss, bæði umborð og serliga í landi.

 

Í næsta mánaði verða 10 ár liðin, síðan Faroe Origin byrjaði sítt virksemi. Hetta er felagið, sum keypti fleiri virki og skip, eftir at Faroe Seafood var farið á húsagang. Skipini, sum felagið rekur, eru partrolararnir, Heykur, Falkur, Bakur, Stelkur, Rókur og Lerkur.

Virkini eru í dag í Runavík, har arbeitt serliga verður við upsa og á Toftum, har saltfiskavirksemið er.

Feløgini, sum eiga Faroe Origin, eru Varðin við 50 prosentum, Framherji við 25 prosentum og Samherji við øðrum 25 prosentum. Í byrjanini vóru fleiri virki við í keypinum, harav onkur keypsavtala fyrilá longu, tá Faroe Origin sá dagsins ljós.

Soleiðis varð virkið í Vági skjótt selt út aftur úr felagnum.

Tað er so sanniliga komið væl við, at sterkir veitarar hava staðið aftan fyri Faroe Origin, tí bara fyrsta árið hevði felagið einar 50 miljónir krónur í halli - og annað ár var hallið einar 22 miljónir krónur.

Sum tíðin leið, kom raksturin so nøkulunda upp á pláss, og í fleiri ár hevur úrslitið ligið um einar 2, 3 til 4 miljónir krónur - antin í halli ella avlopi. Árið í fjør gjørdist serstakt, og alt bendir á, at her verður eisini eitt ávíst hall í rakstrinum.

Ísfiskavinna og flakavinna hava sjáldan givið nógvan pening, men hinvegin skapar henda vinna nógv arbeiðspláss, bæði umborð og serliga í landi. Hesi 10 árini, Faroe Origin hevur verið virkið, hava tey seks skipini hjá felagnum fiskað millum 39 og 42 prosent av øllum upsanum, sum er landaður í Føroyum.

Tað er júst sama felag, sum rekur virkini og skipini, og onkuntíð hevur verið funnist av, at felagið rindar ov lítið fyri fiskin til skip og manning. Men, tøl tala, og eisini í uppgerðini hjá Vørn yvir veiðinøgd og veiðivirði, sæst, at skipini hjá Faroe Origin fáa ikki minni fyri upsan, enn onnur skip fáa, sum ikki eru heft at virkjum.