Hans Jacob á Brúnni 75 ár

20. mars fyllti Hans Jacob Hansen í Fuglafirði 75 ár.
Fuglafjørður hevur verið vælsignaður við nógvum kveikjarum,sum hava ríkað mentunarlívið í bygdini, og er Hans ein teirra. Hugsaði at skriva eitt sindur um hendan táttin í lívinum hjá Hansi, sum eina heilsan á føðingardegnum.
Longu sum smádrongur byrjaði Hans saman við javnaldrum at spæla sjónleik, fyrst í kjallaranum hjá Steingrím Samuelsen, síðan í dansistovuni, og tá ið Fuglafjarðar Sjónleikarafelag varð stovnað var hann ein av stigtakarunum. Fyrsti sjónleikurin, sum sjónleikarafelagið stóð fyri var Hjá dalabóndum. Her spældi Hans nikur, og tað skuldi hann gera so livandi, at tríggjar leirvíkskonur svímaðu. Minniligasta avrikið hjá Hansi sum sjónleikari man ivaleyst vera leikluturin sum Tormóður í filminum Barbara. Rættuliga tíðliga fór sjónleikarafelagið at arbeiða fyri at fáa nýtt sjónleikarhús í bygdini, og eingin man vera glaðari enn Hans fyri, at hesin dreymur enduliga er verðunleiki, hann hevur skrivað ikki minni enn tríggjar sangir til nýggja húsið.
Hans fór eisini tíðliga at royna seg sum listamálara, og var hann fyrsti fuglfirðingur, sum hevði málningaframsýning í Havn. Saman við Frits Johannesen og øðrum tók hann eisini stig til fyrstu Varmakelduframsýningina fyri um 30 árum síðan og hevur framsýmingin verið fastur táttur á Varmakeldustevnuni síðan tá. Nevnast kann eisini, at tað vóru døturnar hjá Hansi, sum byrjaðu skeiðið hjá Fuglafjarðar kvøldskúla í málningalist, sum nú er vorðið ein institutión, og at tað millum onnur eru fólk haðani, sum hava tikið stig til framsýningarhølið í Ribarhúsi.
Hans hevur verið í hornorkestrinum, síðan fuglfirðingar byrjaðu at spæla horn og til hann noyddist at gevast, tí eyguni fóru at bila, og hann sá ikki nótarnar longur. Í einum sangi, sum hann saman við bróðrinum Jógvan Edvard yrkti til fyrstu manningina í hornorkestrinum -eitt ørindi til hvønn spælaran-, lýsa teir í síðsta versi eina hending, har Hans situr við tubuni og venur tá íð grannakonan kemur brestandi inn.

Seinast kom við tubuni
Son Hans Jacob á Brúnni;
Tá spurdi Frida, kona Ola:
Hvat man feila kúnni?

Haldi sjálvur at hetta lýsir væl Hans; hann hevur dámað væl at framført og hevur ongantíð sett sítt ljós undir skeppumálið, men hinvegin hevur hann heldur ongantíð veri sjálvhátíðarligur, heldur hevur hann altíð havt skálkin aftan fyri oyra.
At gerast nærum blindur man vera ein smeitur, sum tekur mótið frá teimum flestu; men ikki frá Hansi. Hann fekk sær fatur á einum hjálpitóli, einari teldu, sum kundi vaksa so miki um bókstavirnar, at hann sá teir, og sum tann opni og bjartsjygdi persónurin, hann er, dugdi hann at síggja møgulleikarnar í hesum nýggja tóli og byrjaði at skriva. Úrslitið av hesum er millum annað yrkinga- og stuttsøgusavnið Á Brúnni.
Sum ungur var Hans til lands í Íslandi, og har lærdi hann millum annað at spæla á harmoniku; hann fekk eisini fatur á einum harmonikuskúla, men fekk tó ikki so nógv burtur úr honum tá. Nú, aftur ímóti , hann hevði spælt horn í eitt mannaminni, og tískil læs nótarnar raði, bar betur til. Hann fór tí at leggja seg meira eftir harmonikuni, harafturat umsetti hann harmonikuskúlan til føroyskt, og eitt skifti hevði hann brævskúla í harmonikuspæli. Munnu ikki tær harmonikuvenjingarnar, sum nú plaga at vera í hølunum hjá hornorkestrinum sunnudagar undir leiðslu av Óla Johannesen, hava fingið íblástur frá brævskúlatiltakinum hjá Hansi?
Hans man hava verið við til flestu tiltøk her á landi, har harmonikuspælarar møtast. Í fleiri ár var hann eisini við í Fólkatónleikarstevnuni, oftast við egnum løgum og tekstum, og síðstu árini hevur hann verið við til at sungið kingo, millum annað á mentunarstevnuni hjá Norðurlandahúsinum.
Síðsta hálva árið hevur Hans verið álvarsliga sjúkur.
Hjartaliga tillukku við degnum

Niels