- Hóast góðu og gomlu bygdastevnurnar eru minkaðar í vavi, nú so nógvir festivalar vera hildnir kring landið, hava hesar stevnur kortini nakað serstakt, sum einki annað tiltak hevur, og tað er kappróðurin.
Tað sigur ein av fyrireikarunum av vestanstevnu, Vivian Joensen. Vestanstevna verður í Sørvági komandi vikuskiftið, 8.-10. juli.
- Tíverri er eingin aktivitetur í róðrarfelagnum í Sørvági í løtuni, men eg vóni, at felagið næsta ár aftur fer at manna bátarnar. Vit hava tveir kappróðrarbátar, sum einans verða brúktir til stuttleikaróður í løtuni.
Vivian Joensen vísir á, at nøkur ung eru farin yvir til grannabygdina at rógva í ár.
- Fyrireikingarnar til vestanstevnu eru væl á veg. Enn vanta onkur smáting, men alt kemur upp á pláss, áðrenn stevnan verður sett klokkan 20 fríggjakvøldið 8. juli.
Hon sigur, at nógv tiltøk eru kring landið í summarmánaðunum, og tað er sjáldan, at eitt vikuskifti er, har bara eitt tiltak er á skránni. Og soleiðis er eisini, nú stevna verður í Sørvági.
Vivian Joensen vísir á, at sama vikuskiftið, sum vestanstevna er, verður eisini tónleikatiltakið Við Brúnna.
- Men, vit vóna sjálvandi ikki, at hetta fer at forða fólki í at koma. Nógv forvitnisligt og spennandi verður á vestanstevnu, og her verður rættiliga nakað til øll. Vit gleða okkum til eina hugnaliga stevnu í Sørvági, sigur hon við In.fo.