Tað eru nú um tvey ár síðani, at Petur Jacob Sigvardsen gav út stóra verkið um torv, eitt verk í fimm bindum.
Tað var í sambandi við tað arbeiðið, at Petur Jacob Sigvardsen fekk mong heimildarfólk. Prátið fall ofta á løgnar hendingar, og ofta endaðu fólk sínar frásagnir við at siga »eg veit ikki, hvat tað var sum hendi, men tað var ikki úr hesum heimi«. Harav heitið á bókini.
Petur Jacob Sigvardsen hevur eisini skrivað Gjáarsøgu, og eisini í tí sambandinum fekk hann nógv heimildarfólk, sum hava upplivað yvirnáttúrligar hendingar.
Eg havi sjálvandi verið noyddur at redigera eitt sindur í tekstinum, men eg havi í øllum førum ringt aftur til heimildarfólkini og lisið frásøgnina upp fyri teimum, fyri at tryggja mær, at eingin misskiljing er í, sigur Petur Jacob Sigvardsen.
Hendingarnar eru býttar upp í umleið 20 høvuðsbólkar, og sjey teirra eru í hesum fyrsta bindinum, sum millum annað umfatar dreymar, sjónir og forsagnir.
Fleiri av hendingunum hava verið av so viðbreknum slag, at keldurnar hava vilja verið ónevndar, og tað havi eg sjálvandi játtað, sigur Petur Jacob Sigvardsen.
Fyrsta av sínum slag
Hann hevur víst Jóan Paula Joensen handritið, mest tí at hendingarnar í bókini liggja innan hansara starvsøki sum fólkalívsfrøðingur, og hann bjóðaði sær at skriva inngangin í bókini, og tað er Petur Jacob Sigvardsen honum ógvuliga takksamur fyri.
Hetta er fyrstu ferð, at slíkar hendingar eru festar á blað, nakað, sum annars bert hevur gingið munn av munni manna millum.
Talan er um slakar 200 søgur, og næstan alt tilfarið er nýtt. Onkrar søgur eru við í savninum um torvið og onkur í Gjáarsøgu, men tað eru kanska 20 av teimum 200 søgunum, sum hava verið á prenti fyrr, sigur Petur Jacob Sigvardsen.
Søgurnar eru ógvuliga ítøkiligar, serliga dreymarnir og sjónirnar, og Petur Jacob Sigvardsen gevur nøkur dømi.
Ofta eru sjónirnar soleiðis, at ein heil fjallmanning kann síggja eina morðreyða ær, sum eingin kennist við. Menn síggja hana fara inn í rættina, men tá teir so skulu til at taka hana, so er hon ikki har, sigur Petur Jacob Sigvardsen.
Skrivar hvønn dag
Eitt annað evni, sum verður umrøtt í bókini, er fyriboðan. Fólk uppliva nakað, sum fer at henda seinni. Høvundurin tekur enn eitt dømi fram.
Talan var um eina konu, sum sá inn í ein garð. Har stóðu fýra trø. Tað eina var svart við ongum greinum, tað næsta hevði bara fáar blómur, tað triðja heldur fleiri og hitt fjórða eitt sindur fleiri. Innan fyri ein mánaða eftir hetta, doyði mamma at konuni og tríggjar av hennara nærmastu, ein, sum stóð henni nær í 50-unum og tvær, sum somuleiðis stóðu henni nær í 60-unum, greiðir Petur Jacob Sigvardsen frá.
Annað dømi er um, at ein pápi tekur ímóti soni sínum, sum kemur aftur av skipi, og talar um stóra sjógvin, sum skipið hevði fingið. Men eingin hevði umrøtt hetta fyri pápanum.
Søgurnar eru sum nevnt nógvar, og Petur Jacob Sigvardsen er komin meiri enn í helvt við næsta bindið.
Eg skrivi hvønn dag, og havi einar 300 søgur niður fyri, og tað leggjast søgur aftrat nærum hvønn dag, sigur Petur Jacob Sigvardsen.
Hann vónar, at næsta bindið í røðini verður klárt til útgávu um hesa tíðina komandi ár, um lív og heilsa verður.
Bókin verður framløgd í Miðlahúsinum í morgin, týsdagin 4. november klokkan 16, tá høvið eisini verður hjá fólki at fáa bókina signeraða av høvundanum. Bókin er umleið 250 síður, kostar 299 krónur og er prýdd við tekningum av Edward Fuglø.










