Tríggjar virðislønir vóru í ár lætnar á føðingardegi M.A. Jacobsens, tann 17. september.
Vilhelm Magnussen, Marianne Clausen og Alexandur Kristiansen vóru øll heiðrað fyri at hava lagt afturat tí føroyska mentanarskattinum og fyri hava ríkað land og fólk.
Kingo-verjin
Síðstu árini hevur M.A. Jacobsen virðislønin verið víðkað við einari virðisløn til fólk, ið hava útint okkurt serligt mentanarliga fyri føroyingar. Í ár fall heiðurin á Vilhelm Magnussen, sum hevur stríðst fyri at varðveita kingoløgini.
Dómsnevndin sigur, at »Vilhelm Magnussen hevur við lítillætni og trúskapi móti andaliga sálmasangi forfedra sína givið okkum kunnleika til inniligu gudsdýrkan føroyingsins í forum«.
Sagt verður, at við kingoløgunum, sum hann hevur varðveitt úr heimbygdini Tjørnuvík, »verða vit hevjað upp úr tí dagliga til ein felagsskap við tað guddómliga, ið bar føroyingin í takklæti til Skaparans fyri fong og gjøgnum vandar á sjógvi og landi«.
Kvæða-kempan
Tað var eisini ein verji av gomlum løgum, sum fekk M.A Jacobsen virðislønina fyri yrkisbókmentir. Marianne Clausen fekk virðislønina fyri hennara arbeiði at skriva nótar til føroysk kvæðaløg eftir ljóðupptøkum frá heilari øld í bókini »Føroya kvæði VIII ? Løgini«.
Hvørt lag er uppteknað í einum fjølbroyttum úrvali av staðbundnum og tíðarbundnum frábrigdum, umboðandi 331 skiparar og ótaldar dansarar. Við bókini eru okkara verðsligi tónlistaarvur varðveittur. Løgini eru skipað eftir bygdum, og skráir gera, at lætt er at leita í bókini, sum eisini hevur grein eftir Marionnu um kvæðaløgini.
Dómsnevndin sigur, at bókin er eitt megnararbeiði, sum »kann fáa stóran týdning, bæði við at nøra um kunnleikan til fleiri kvæðaløg og frábrigdi enn tey, sum kend eru manna millum, og fyri gransking av løgunum.«
Barnayrkjarin
Triðju virðislønina í ár fekk Alexandur Kristiansen, sum í nógv ár hevur yrkt til børn.
»Í stívliga trý áratíggju hevur hesin virkni og eldhugaði høvundi hugtikið føroysk børn við sínum skaldskapi, sum brosar av kæti, álvara og hugflogi.
Við yrkingum sínum fær Alexandur Kristiansen bæði børn, ung og vaksin at smílast, flenna, hugsa og undrast,« sigur Dómsnevndin millum annað í sínari grundgeving.