var óførur. Fekk at vita, at teir høvdu boðið skiparanum, Sjúrði Kjølbro til eitt gott morgunmatarborð hjá Jórun og høvdu keypt honum eitt rúgvusmikið gávukort frá KBI – hetta fyri at takka honum fyri [...] duga væl at mannerera – leggja at og at handfara skipini væl. Í stuttari viðmerking frá Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipara hjá Strandfaraskipum Landsins, takkar hann Sjúrði fyri trúgva og drúgva tænastu [...] teirra. Tá ið eg fór at keypa mær rundstykkir frá Jórun í morgun, sótu tvær manningar á M/F Sam kring tað eina borðið og vóru menninir rættiliga prátingarsamir. Teir skiftust um at fortelja og láturin var
Á tingfundi týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskot um at taka av møguleikan hjá fólki at fáa skattafyrimun av at taka lán til keyp av partabrøvum. Tað var Bárður Nielsen, ið var fíggjarmálaráðharri [...] Tjóðveldi nú hava broytt aftur soleiðis, at tað almenna ikki eggjar fólki at taka lán til keyp av partabrøvum. Í viðmerkingum til uppskotið vísir hon eisini á, at orðingin í uppskotinum bleiv seinni broytt [...] fíggjarligt meira áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi
Løgtingsins Umboðsmann. - Tað tykist sum KVF heldur at ongin má seta spurnartekin við tað løgtingsins umboðsmaður kemur við - eg haldi at fjølmiðlarnir áttu at kanna um tað kunnu finnast politisk motiv aftanfyri [...] roynir at lýsa samanhangin, sum orð hansara skulu skiljast í. - Tá eg hoyrdi Boga Godtfred og Bjørn á Heygum í SVF í gjákvøldið, kundi eg ikki lata verða við at spyrja um fjølmiðlarnir ikki áttu at seta [...] skrivar løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum. Tó viðgongur hann, at ákæran um, at løgtingsins umboðsmaður hevur óbeinleiðis politisk motiv, var at fara ov langt og varð søgd í sinnismuni. Við øðrum orðum setur
Fótbóltssambandið vísir á, at reglugerðirnar eru greiðar á økinum og tað ber ikki til at kæra. - Tað tykist ikki at verða nakar áhugi í, at rættvísgera hetta. Svarið er, at har er einki at gera! Hetta mál er [...] stevnur - Tað kundi verið ynskiligt at vita, um onnur lið eisini hava verið fyri hesum vanbýti. Um so er, so eigur FSF at taka í egnan barm og broyta leistin. At siga, at tað er onkur telduskipan, sum leggur [...] kappingina, er bara alt ov bíligt. At geva ÍF tveir heimadystir ímóti Víkingi er væl bara at skifta liðini um, ella fari eg skeivur, spyr Njal Reinert-Petersen. Hann vónar, at FSF kann koma við eisini greining
best var at leggja eftir fólkatingssessunum og floksstuðlinum hjá Tjóðveldi. Sambandsflokkurin er enn illur um, at føroyska fólkið valdi Tjóðveldi til fólkatingsvalið. Tí vil flokkurin nú, at Tjóðveldi [...] men lat okkum gera tað greitt, at niðurstøðan átti at verið ein heilt onnur - Føroysku fólkatingssessirnir skulu avtakast, og tað ongantíð ov skjótt! Tað líkist ongum, at føroyingar í Fólkatinginum kunnu [...] vísti tað seg, at danir als ikki vistu, hvussu Merkið sá út. Pínligani mátti eitt heilt nýtt flagg, ið eingin kennist við, takast niður, og Merkið reisast. Fáar dagar seinni hoyra vit, at danir siga korta
tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. Landsbanki Føroya verður tí settur á stovn saman við Føroya váðaráði við tí høvuðsendamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Hetta fyri at fyribyrgja [...] vísir á, at við nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráði verða týðandi stig tikin at styrkja Føroyar búskaparliga og at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum. - Seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu [...] sigur fíggjarmálaráðharrin, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum og settu eisini á stovn tvørgangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymisku eftirlitini innan
hann fer at spæla tað sum eftir er av kappingarárinum í Íslandi. Við in.fo greiðir Kaj Leo í Bartalsstovu frá, at hann hevur verið í Íslandi seinastu dagarnar og hugt eftir umstøðunum, og at talan er um [...] um spennandi avbjóðing. - Eg haldi at tað verður gott fyri meg at sleppa til Íslands, og vónandi eisini at spæla fast. FH er størsta felagið í íslendskum fótbólti í løtuni, og tað merki eg væl, nú tá eg [...] eisini, at hinir føroysku landsliðsleikararnir í FH, Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad, hava havt eina ávirkan, at valið er fallið á FH. - Gunnar prátaði longu við meg aftaná Kosovo dystin um at koma
orsøkin er, at um tað skal koma á skrá, so má tann, ið ynskir at broyta støðuna, taka stig til tað. Tað er aldrin gjørt. Formaðurin í stýrinum sigur, at um so er, at Vestmanna kommuna fær loyvi at fara úr [...] Vestmanna kommuna sigur, at samstarvið hevur verið gott millum kommunurnar, men at talan var um ein fíggjarligan spurning hjá kommununi. Heðin Zachariasen undrast tó yvir, at málið ikki er reist í stýrinum [...] stýrinum fyri VEKS-samstarvið og borgarstjóri í Sunda kommunu, aftaná at Vestmanna kommuna hevur heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at loysa kommununi úr samstarvinum við Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu
hann helt ikki, at so nógv streymslit kundu góðtakast. Og nú hevur hann fingið frágreiðingina, og vinnumálaráðið upplýsir, at Johan Dahl hevur fingið vissu fyri, at SEV áhaldandi fer at fyribyrgja og avmarka [...] Johan Dahl, at arbeitt verður eftir eini null-hugsjón í sambandi við streymslit, so at ongi streymslit skulu vera í framtíðini. - Fyri at røkka hesum, verður arbeitt miðvíst og áhaldandi fyri at minka um [...] stig eru tikin til at broyta mannagongdir í hesum sambandi, sigur SEV Ein liður í hesum arbeiði er eisini at gera kaðalarbeiði í sambandi við 10, 20 og 60 kV netið, liðugt, soleiðis at sleppast kann undan
annars so ørkymlaður av, at starvið ikki varð sett seinast, at hann tók umsóknina aftur og visti ikki um hann fór at søkja tað nýggjum. Hann sigur, at tað kom óvart á hann, at starvið skuldi lýsast av [...] Tað er nú greitt, at Tórmóður Stórá heldur fram í starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Tað er greitt, nú freistin at søkja starvið fór mánakvøldið. Starvið var [...] ein umsókn til leiðandi læknastarv Tórmóður Stórá váttar fyri in.fo, at tað er hann, sum hevur søkt starvið og sostatt er greitt, at tað eisini verður hann, sum framhaldandi verður leiðandi yvirlækni á