Ein tryggari føroyskur búskapur

- Landsbankin og váðaráð skulu fyribyrgja fíggjarkreppur og styrkja búskapin, sigur Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri.

Ferð verður nú sett á arbeiðið at seta á stovn nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð. Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

 

Føroyar eru raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggjuni. Hesar hava kostað samfelagnum, fólkinum og vinnuni nógv, bæði tá umræður fíggjarlig virðir, trivna, sjálvbjargni og fólkatal. Fleiri stig verða nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg.

 

Landsbanki Føroya verður tí settur á stovn saman við Føroya váðaráði við tí høvuðsendamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Hetta fyri at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppur, minka sveiggini í føroyska búskapinum og harvið styrkja búskapin.

 

Nýggi Landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Umframt at umsita ogn og skuld landsins, kann Landsbankin eisini veita ráðgeving og vera fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum.

 

- Samstundis verður Landsbankin skrivstova hjá Føroya váðaráð, og høvuðsuppgávan hjá Føroya váðaráð verður at eygleiða og eyðmerkja yvirskipaðar fíggjarváðar í føroyska búskapinum og koma við tilmælum til myndugleikarnar um hesar.

 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon vísir á, at við nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráði verða týðandi stig tikin at styrkja Føroyar búskaparliga og at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum.

 

- Seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum.

 

Úrslitið varð, sigur fíggjarmálaráðharrin, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum og settu eisini á stovn tvørgangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymisku eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men skulu leypandi gera váðametingar fyri samlaða fíggjarkervið og samfelagið.

 

- Við Føroya váðaráði og nýggja landsbankanum leggja vit í Føroyum nú lunnar undir ein tryggari føroyskan búskapi framyvir, sigur Kristina Háfoss og leggur aftrat, at uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð er sent til hoyringar.