Tí valdi Kaj Leo FH

Kaj Leo í Bartalsstovu greiðir her frá, hví hann valdi at skifta til íslendsku meistararnar úr FH

Føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, skifti í gjárkvøldið til íslendsku meistararnar úr FH, har hann fer at spæla tað sum eftir er av kappingarárinum í Íslandi.

 

Við in.fo greiðir Kaj Leo í Bartalsstovu frá, at hann hevur verið í Íslandi seinastu dagarnar og hugt eftir umstøðunum, og at talan er um spennandi avbjóðing.

 

-       Eg haldi at tað verður gott fyri meg at sleppa til Íslands, og vónandi eisini at spæla fast. FH er størsta felagið í íslendskum fótbólti í løtuni, og tað merki eg væl, nú tá eg havi verið og hugt eftir umstøðunum. Karmarnir eru framúr góðir.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu viðurkennir eisini, at hinir føroysku landsliðsleikararnir í FH, Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad, hava havt eina ávirkan, at valið er fallið á FH.

 

-       Gunnar prátaði longu við meg aftaná Kosovo dystin um at koma til FH, so tað hevur alla tíðina ligið í kortunum. Havi eisini práta við Sonna Ragnar um tað, og báðir tosa jaligt um bæði FH og íslendsku deildina, so tað hevur avgjørt gjørt avgerðina lættari.

 

Ein partur av avgerðini hjá Kaj Leo í Bartalsstovu hevur eisini verið, at tað eru ótrúliga nógv eygu vend móti íslendsku deildini, tá tað umræður fótbólt.

 

-       Eg fari fyrst og fremst yvir her fyri at útvikla meg so nógv sum gjørligt sum yrkisspælari. Men ein gularót er eisini, at eg veit at tað eru ótrúliga nógv eygu vend móti íslendsku deildini uttanifrá.

 

Góðu avrikini hjá Íslandi undir EM koma heldur ikki at gera áhugan minni fyri íslendsku deildini, tað sum eftir er av kappingini.

 

25 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu hevur áður umboða Víking, Levanger (Noreg) og Dinamo Bukarest (Rumenia). Hann er skrásettur fyri 9 dystir á føroyska a-landsliðnum.