Jákup Mikkelsen angrar - partvíst

Ákæran um politisk motiv varð søgd í sinnismuni, skrivar Jákup Mikkelsen, sum tó enn setir spurnartekin við arbeiði hjá umboðsmanninum.

Jákup Mikkelsen hevur í dag hálvavegna biðið um umbering fyri útsøgn sína um Løgtingsins Umboðsmann.

- At koma við eini óbeinleiðis ákæru um politisk motiv var at fara ov langt og sagt í sinnismuni, tað vil eg taka í meg aftur, skrivar Jákup Mikkelsen á Facebook í kvøld.

 

Mikið rok hevur í dag verið av eini dagføring hjá Jákupi Mikkelsen mánakvøldið um Løgtingsins Umboðsmann.

- Tað tykist sum KVF heldur at ongin má seta spurnartekin við tað løgtingsins umboðsmaður kemur við - eg haldi at fjølmiðlarnir áttu at kanna um tað kunnu finnast politisk motiv aftanfyri nakrar av niðurstøðunum hon er komin við hesi seinastu árini, fyri ikki at tala um løgfrøðisligu góðskuna. Eg hugsi bara um "kritiskan journalistikk", skrivaði tingmaður Fólkafloksins á vangamynd síni og tað fall mongum fyri bróstið.

 

Fleiri miðlar tóku týsdagin tráðin upp, eins og at evnið var dúgliga viðgjørt á Facebook, bæði av leikmonnum og av politiskum tungvektarum.

 

Jákup Mikkelsen hevur ikki sjálvur vilja gjørt samrøðu við nakran miðil, men segði við Kringvarp Føroya, at

- Eg havi skrivað tað, sum eg havi skrivað, og eg meini tað, sum eg havi skrivað.

 

Men nú er so vent í holuni. Á vangamynd síni á Facebook hevur royndi politikarin nú skrivað eina dagføring, har hann roynir at lýsa samanhangin, sum orð hansara skulu skiljast í.

- Tá eg hoyrdi Boga Godtfred og Bjørn á Heygum í SVF í gjákvøldið, kundi eg ikki lata verða við at spyrja um fjølmiðlarnir ikki áttu at seta spurning við løgfrøðiligu góðskuna í niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðsmanni hesi seinastu árini og tað standi eg fast við, skrivar løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum.

 

Tó viðgongur hann, at ákæran um, at løgtingsins umboðsmaður hevur óbeinleiðis politisk motiv, var at fara ov langt og varð søgd í sinnismuni.

 

Við øðrum orðum setur hann einans spurning við førleikan hjá løgtingsins umboðsmanni, ikki hennara gegni.