Tórmóður heldur fram sum leiðandi yvirlækni

- Eg vil menna sálafrøðina í Føroyum saman við øllum hesum fólkunum, sigur hann

Tað er nú greitt, at Tórmóður Stórá heldur fram í starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Tað er greitt, nú freistin at søkja starvið fór mánakvøldið.

 

Starvið var annars lýst leyst fyrr í ár, men tá var bara ein umsøkjari og tað var Tórmóður Stórá, sum annars hevur røkt starvið í fleiri ár.

 

Men hann fekk ikki starvið, tí á Landssjúkrahúsinum er tað føst mannagongd, at tá ið leiðandi størv verða sett, og tað bara er ein umsøkjari, verður starvið lýst leyst av nýggjum.

 

Men aftur hesa ferð var bara ein umsøkjari - men hesa ferð verður starvið ikki lýst leyst av nýggjum.

 

Les eisini: Enn er bara ein umsókn til leiðandi læknastarv

 

Tórmóður Stórá váttar fyri in.fo, at tað er hann, sum hevur søkt starvið og sostatt er greitt, at tað eisini verður hann, sum framhaldandi verður leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum.

 

Tað einasta, sum kann broyta tað, er um samráðingar ímillum hann og Heilsumálaráðið um treytirnar fyri starvinum, miseydnast, men tað er ógvuliga ósannlíkt.

 

Tórmóður Stórá var annars so ørkymlaður av, at starvið ikki varð sett seinast, at hann tók umsóknina aftur og visti ikki um hann fór at søkja tað nýggjum.

 

Hann sigur, at tað kom óvart á hann, at starvið skuldi lýsast av nýggjum og tí var tað ein støða, hann mátti hugsa um.

 

Men hann sigur, at síðani hevur hann fingið dyggan stuðul, bæði frá starvsfeløgum, øðrum í heilsuverkinum, frá politikarum, sjúklingum og avvarðandi.

Hann sigur, at summi av hesum hava gjørt vart við seg alment, men nógv hava eisini vent sær beinleiðis til hansara og víst honum stuðul.

 

- Eg brenni fyri sálarfrøðini og eftir at menna eina nýmótans sálarfrøði upp í Føroyum, saman við øllum hesum fólkunum, og tí gjørdi eg av at søkja starvið aftur, sigur Tórmóður Stórá.