Tað skulu ongi streymslit verða í framtíðini

Trý av streymslitinum í januar vóru av mannaávum

Tað vóru menniskjansligir feilir, sum vóru orsøkin til trý av streymslitinum í januar mánað.

Tað hevur SEV upplýst fyri Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.

Eftir nógvu streymslitini í januar mánað, bað landsstýrismaðurin um eina frágreiðing frá SEV, tí hann helt ikki, at so nógv streymslit kundu góðtakast.

 

Og nú hevur hann fingið frágreiðingina, og vinnumálaráðið upplýsir, at Johan Dahl hevur fingið vissu fyri, at SEV áhaldandi fer at fyribyrgja og avmarka streymslit.

 

Menniskjansligir feilir vóru orsøkin til trý av streymslitunum í januar mánað. Í tveimum førum hevði SEV feilin og í einum føri var tað ein entreprenørur sum kvetti ein kaðal av við eini gravimaskinu.

- Talan var um brek av mannaávum, undir óvanligum umstøðum, tí dagføringar og byggiarbeiði vóru í gongd, hevur SEV upplýst fyri landsstýrismanninum.

 

SEV hevur eisini fortalt Johan Dahl, at arbeitt verður eftir eini null-hugsjón í sambandi við streymslit, so at ongi streymslit skulu vera í framtíðini.

- Fyri at røkka hesum, verður arbeitt miðvíst og áhaldandi fyri at minka um brek í skipanini, og ítøkilig stig eru tikin til at broyta mannagongdir í hesum sambandi, sigur SEV

Ein liður í hesum arbeiði er eisini at gera kaðalarbeiði í sambandi við 10, 20 og 60 kV netið, liðugt, soleiðis at sleppast kann undan streymslitum av ódnarveðrið.

 

Koplingarstøðin í Húsahaga, og aðrar ábøtur Power Hub og aðrar  framleiðslu- og stýriskipanir, eru eisini við til at røkka endamálið í null-hugsjónini.

 

Johan Dahl sigur, at hann tekur frágreiðingina frá SEV til eftirtektar.

Hann hevur eisini avtalað við SEV, at framyvir skal Jarðfeingi fáa eina frágreiðing, tá ið streymurin fer. Í hesum sambandi skal SEV greiða frá orsøkini til streymslitið og, hvørji tiltøk verða sett í verk í kjalarvørrinum á hvørjum streymsliti.