Nýggj landskapping fyriliggur fyri 2015. Fyri áttandi ferð upp í slag skal ÍF spæla tveir grannadystir móti Víkingi í Gøtu, og bara ein í Fuglafirði. Tað eru 27 umfør í landskappingini, og tí møtast liðini tríggjar ferðir. Hesin ójavnin metir leiðslan í ÍF hevur kostað ÍF áleið 250.000 krónur.
- Ein dystur í millum grannarnar gevur millum 25.000 krónur til 30.000 krónur. Falda vit tað við átta, so gevur tað áleið eina fjórðingsmillión, sigur Njal Reinert-Petersen, sum hevur gjørt vart við ójavnan í landskappingini. Grannadystirnir geva áleið tvífald so nógv, sum ein vanligur dystur í miðal.
ÍF hevur “kært” málið, men Fótbóltssambandið vísir á, at reglugerðirnar eru greiðar á økinum og tað ber ikki til at kæra.
- Tað tykist ikki at verða nakar áhugi í, at rættvísgera hetta. Svarið er, at har er einki at gera! Hetta mál er prinsipielt við fíggjarligum atlitum, sigur Njal Reinert-Petersen.
Øll kappingin verður løgd av eini telduskipan og atlit verður ikki tikið til annað enn, at HB og B36 ikki hava heimadyst í senn, tí tey spæla á sama leikvølli. Alt annað er tilvildarligt. Millum annað mugu liðini sjálvi leggja til rættist, um tey ynskja heimadystir til eitt nú stevnur
- Tað kundi verið ynskiligt at vita, um onnur lið eisini hava verið fyri hesum vanbýti. Um so er, so eigur FSF at taka í egnan barm og broyta leistin. At siga, at tað er onkur telduskipan, sum leggur kappingina, er bara alt ov bíligt. At geva ÍF tveir heimadystir ímóti Víkingi er væl bara at skifta liðini um, ella fari eg skeivur, spyr Njal Reinert-Petersen.
Hann vónar, at FSF kann koma við eisini greining, sum í minsta lagi kann sissa fuglfirðngar, sum also kenna seg fyri órøttum nú landskappingin fyri 2015 fyriliggur.