Ein sigur og tvey tepur tap. Tað var úrtøkan hjá U15 landsliðnum við gentum í UEFA menningarkapping í Bulgaria hesaferð, og tað er ein stak væl nøgdur og errin landsliðvenjari, sum nú tekur saman um kappingina [...] Í dag var seinasti dysturin í kappingini spældur. Føroyar møttu Norðurírlandi og spældu væl og virðiliga upp við mótstøðuna, hóast dysturin endaði við einum 2-0 sigri til norðurírar. Hóast hetta er Sigtór [...] um ár. Tað sigur ótrúliga nógv um okkara ungu og røsku gentur, og eg ivist ikki í, at hetta eisini fer at kasta góð avrik av sær í framtíðini, sigur Sigtór Petersen at enda. Elisabet Norðoy Vilhelmsen skoraði
karmur um ársins stórsteypadyst hjá kvinnum, sum er millum KÍ og NSÍ. Hetta er samstundis ein endurtøka av stórsteypadystinum í fjør, og hetta er triðja árið á rað, at júst hesi bæði feløgini spæla stórsteypadyst [...] millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, eins og gjørt var fyri viku síðani, tá ið KÍ og Víkingur spældu tann hjá monnum, sum endaði 0-0 og ikki var avgjørdur, fyrr enn KÍ hevði vunnið 6-5 við br [...] feløgini, ið kunnu roknast millum teirra, ið fara at kappast um oddasessin í bestu kvinnudeildini hetta komandi kappingarárið, so spennandi verður at síggja, hvørjum henda fyrsta toppuppgerðin í ár endar
Oyri. ? Eg eri uppvaksin millum oyramenn, sum vóru ordiligir menn. Har var ein maður ein maður, eitt orð eitt orð og ein avtala ein avtala. Tað ráddi um at vísa samfelagssinni, og alt sum skuldi gerast [...] navn fast sum vinnulívsmaður. Hann var ein av undangongumonnunum innan alivinnuna og mong mugu seta løgtingsformannin í samband við rækjuvirkið á Oyri, har hann var stjóri í fleiri ár. Tá ið tú prátar [...] eru farnir við at fiska og skjóta fugl. ? Eg havi altíð verið bitin av at fiska, og tá ein løta er fari eg út. Mær dámar væl friðin og kappingarelementið við at fiska. Eg havi eisini nýtt nógva tíð til
Í fjør var hann ein av manningini á ?guld fireren?, sum livdi upp til donsku vónina og vann gullkrónur í Olympisku Leikunum í Athen. Nú er hann í Klaksvík. Í summar situr hann í rúminum bakborðsmegin umborð [...] OL í 2008. - Eg var lúgvaður av rógving, tá ið olympisku leikirnir í Athen vóru av, og vit høvdu rokkið málinum, sum vit høvdu sett okkum. Undan ársskiftinum dugdi eg ikki at ímynda mær, at eg aftur skuldi [...] rógva við Nevinum Reyða í summar. Í fyrsta umfari var heimskendi danski rógvarin í Klaksvík í tríggjar dagar. Fríggjadagin kom hann aftur henda vegin. Hann var við á Strondum leygardagin. Eftir Norðoyastevnu
sentimetrar av viðgerðini: - Men hóast hetta, vil eg mæla øllum frá at fara undir slíka skurðviðgerð. Ein verður í roynd og veru rúseitursmisnýtari í fleiri ár aftaná, tí ein verður noyddur til at fylla seg sjálvan [...] ingar, var hugtung og máttleys. So tað er ikki bara bara. Eg var rætt og slætt púra lamin og sat í koyristóli í tvey ár. Eisini noyddist eg alla tíðina at venja beinini upp aftur, og verri var pínan, sigur [...] tá tey síggja hana á gøtuni: - Nú ein dagin, eg var í Leirvík, segði eitt barn við meg: Hví ert tú so lítil? Tá svaraði eg honum bara aftur, at øll síggja ikki eins út, og at summar mammur eru lítlar
Fyri næstan 40 árum síðan kom eg inn á gólvið hjá Deu og Suna. Saman við mær var ein lítil vinkona, sum tá var 10 ár. Sune var akkurát soleiðis, sum eg seinni lærdi hann at kenna: stillur og friðarligur [...] Sune var mettur av døgum. - Summarmáladagur var altíð ein stórur dagur í lívinum hjá Suna, og summarmáladagur fer altíð at minna meg á ein góðan og trúfastan vin og samstarvsfelaga. Takk fyri tað. ----- [...] Frá 1. mai 1972 til 1. mai 2000 var Sune í føstum starvi sum bókasavnshjálpari á Landsbókasavninum. Hetta starvið røkti hann við sonnum trúfesti og nærlagni, og hetta eyðkendi eisini bæði hansara arbeiðsdag
ratum sum mær og fleiri av mínum ættarliði er tað annars ikki nakar nýggjur heiður at fáa vánaligt persónligt skoðsmál frá nationalistum ella ortodoksum puritanarum á vinstra-vonginum. Hetta hevur nærmast [...] eina absolutta fynd í orðum hansara: »Mær dámar ikki sjónarmið tíni, men eg vil berjast fyri, at tú sleppur at halda fast við tey«, - kunnu vit ikki semj-ast um hetta, eru vit vánaligir demokratar, harra [...] skeivt í tí, sum eg havi skrivað - tvørturímóti - ofta havi eg bara avdúkað ein lítlan klodda, tí eg enn ikki havi troystað mær at breitt út alt tað ónossliga plaggið! Men heldur Apolur fram við at agitera
hann at spælt fleiri av eldri løgunum, men tá Káta Hornið, eisini verður givin út í Íslandi, so var hetta ein gyltur møguleiki, at læta íslendingar hoyra nøkur av nýggju løgunum. [...] konsertina einsamallur við klaverið. Hetta riggaði avbera væl, og vísti eisini, hvussu royndur sangari og sangskrivari Teitur við tíðini er vorðin. Hann hevur avgjørt ein altjóða dám, sum ikki kann tilognast [...] konsertini var merktur av tilfari frá teimum báðum ensku útgávunum hjá Teiti, og tað vóru løg sum Louis, Louis og Josephine, sum fingu bestu móttøkuna frá íslendsku áhoyrarunum. Great Balls Of Fire var eisini
56.600 tons og tað er ein vøkstur upp á 14 prosent. Men prósurin hevur verið góður tí søluvirðið var 640 milliónur og tað er 43 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hetta kemst av, at prísurin [...] hækkaður ímillum 25 prosent og 33 prosent hetta seinasta árið. Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri. Russland var ein av okkara heilt stóru marknaðum, men eftir [...] til í august í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð frá Hagstovuni. Hetta er eisini fyrstu ferð í søguni, at vit hava útflutt fyri yvir 11 milliónir upp á eitt
og áhugin fyri matgerð var byrjaður av álvara. - Mær dámar hetta sera væl, sigur Jógvan, sum hevur eini fýra ? fimm fólk aftur at sær á hotellinum, tá nógv er at gera. Eisini er ein, sum hjálpir honum við [...] einum við hotellinum, sigur Jógvan, sum júst er afturkomin eftir ein túr við Akrabergi. - Um ikki fólk høvdu hjálpt mær við hotellinum, so var ikki hugsingur um at fara til skips soleiðis uttan víðari. So [...] við møguleika til at gista og øðrum hentleikum. Men so er ikki á Hotel Norð. Tá ein kemur koyrandi til Viðareiðis, fær ein ikki beinanvegin eyga á hotellið, men tá tað kemur undan, er lítil ivi um, at hatta