Eitt stórt menniskja

36 ára gamla Jenny Gudmundsen úr Sandavági er vakstrartarnað. Men hóast hetta livir hon eitt lív sum onnur flest. Hon er gift og eigur tvey væl skapt børn: - Alt ber til, um ein bara vil, sigur 135 sentimetra langa Jenny Gudmundsen.

Tá vit ein seinnapart koma á gátt hjá Jenny og familju hennara, fáa vit alt fyri eitt varhugan av, at tað er eitt sprell livandi heim, vit eru komin í. Telefonin ringir støðugt, tvær vinkonur detta inn á gólvið og børnini spæla og hugna sær kring húsið. Rokan í fjøruni - eingin ivi um tað, men kortini hevur lívsglaða Jenny tíð til øll. Eisini okkara. Og hon smæðist so avgjørt ikki burtur.
 
- Eg klári at gera alt, eg vil. Einasti munurin er, at eg ikki altíð røkki eftir øllum, sigur Jenny við einum smíli, meðan hon fer upp á krakkin í køkinum eftir koppum í skápinum og skeinkir okkum nýgjørt kaffi í hugnaliga køkinum heima í Sørvági.
 
Skurðviðgerð
Í dag er Jenny 1,35 metur til longdar, men tað hevur hon ikki altíð verið. Jenny hevur nevniliga tvær ferðir longt beinini hjá sær  í 1993 og 1998  og er hon tilsamans vaksin 15 sentimetrar av viðgerðini:
- Men hóast hetta, vil eg mæla øllum frá at fara undir slíka skurðviðgerð. Ein verður í roynd og veru rúseitursmisnýtari í fleiri ár aftaná, tí ein verður noyddur til at fylla seg sjálvan við pínutablettum alla tíðina fyri yvirhøvur at vera til, sigur Jenny heldur álvarsom. Hon forteldur okkum síðan, at hon var bundin at tablettunum í um fýra ár eftir viðgerðina. Somuleiðis noyddist hon støðugt at fáa sálarliga viðgerð og at fara á Ríkissjúkrahúsið til avvenjingar:
- Tað var ræðuligt. Eg fekk sansahvørvingar, var hugtung og máttleys. So tað er ikki bara bara. Eg var rætt og slætt púra lamin og sat í koyristóli í tvey ár. Eisini noyddist eg alla tíðina at venja beinini upp aftur, og verri var pínan, sigur Jenny og reisir seg, tí dóttirin, Sólja, rópar eftir henni úr stovuni.
 
Men hóast Jenny noyddist ígjøgnum fýra slítandi og strævin ár, valdi hon at fara til skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum enn eina ferð:
 
- Eg var noydd til at gera tað aftur. Lørini passaðu als ikki til restina av kroppinum, og eg fekk illa gingið, tí nú vóru tjúkkarnir brádliga 8 sentimetrar longri enn áður, sigur Jenny og leggur afturat, at næsta skurðviðgerðin var ikki lættari enn tann fyrra:
 
- Hesi árini vóru sera, sera tung at koma ígjøgnum  serliga tí sonurin jú var so lítil. Men eg fekk sera góða hjálp frá manninum, bróðirdóttrini, familjuni og vinum, sigur hon og skoytir uppí, at flest øll, ið fara undir eina slíka viðgerð, verða bundin at pínutablettum, og um ein veruliga ynskir at leingja beinini, er best at gera tað sum yngri:
 
- Tí tá eru beinini so frálíka bleyt, og pínan tískil nógv minni, sigur Jenny, sum tó er glað fyri at vera eitt vet longri, nú hon endiliga er sloppin av við pínuna og tablettirnar:
 
- Tað er stórur munur á at vera 1,20 metur og so 1,35 metur til longdar. Tí brádliga kundi eg eitt nú keypa mær aðrar buksur og lata hurðar upp uttan at toyggja meg. Og bara tað at kunna seta meg niður heldur enn at lyfta meg upp á stólin er framúr. Men hetta eru sjálvandi bara smátlutir hjá vanligum, frískum fólkum, men stórverk í mínum hugaheimi, greiðir Jenny frá.
 
Eingin forðan
Men hóast viðgerðin hjá Jenny enn er klár í hugaheimi hennara, hugsar hon dagliga ikki um, at hon er vakstrartarnað:
- Eg havi ongantíð hugsað, at eg síggi øðrvísi út. Og tað, at eg bert eri 1,35 metrar til longdar, hevur ongantíð forðað mær í at gjørt nakað sum helst. Sjálvsálitið hevur altíð verið í topp, sigur Jenny og leggur afturat, at tað tó ofta eru fleiri, sum hyggja eitt sindur eftir henni og spyrja ymiskt, tá tey síggja hana á gøtuni:
- Nú ein dagin, eg var í Leirvík, segði eitt barn við meg: Hví ert tú so lítil? Tá svaraði eg honum bara aftur, at øll síggja ikki eins út, og at summar mammur eru lítlar, meðan aðrar kanska eru langar, klænar og tjúkkar. Og tað haldi eg eisini, at hann skilti.
 
Børnini hjá Jenny hava heldur ongantíð verið darvað av, at hon ikki er líka stór sum hinar mammurnar. Heldur ikki Hilmar, sum eftir summarfrítíðina byrjar í øðrum flokki:
- Tað eru altíð so nógv børn inni hjá okkum á vitjan. Øll hava vant seg við, at eg ikki eri so stór, og tað halda tey ikki vera løgið, sigur Jenny.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tvey vælskapt børn
Vakstrartarnað hava ofta trupulleikar við at fáa børn, men Jenny hevur verið heppin og fingið, sum sagt, tvey væl skapt børn:
- 50% av okkum, sum eru vakstrartarnað, fáa børn, ið somuleiðis eru vakstrartarnað. Og tá eg fekk at vita, at eg var við barn, vildi eg ikki vita frá jarðarmóðurini, um barnið hjá mær somuleiðis hevði trupulleikar við vøkstrinum, men tíbetur høvdu børnini ikki hetta brek, sigur Jenny og skoytir uppí, at barnsburðarskeiðið hjá henni gekk sum eftir ánni:
- Hóast eg eri lítil, orkaði eg væl at bera børnini hjá mær. Eg tók ikki meira enn trý kilo uppá, sigur hon glað.
 
Keypir klæðir allastaðni
Jenny ásannar, at tað onkuntíð kann vera trupult at finna klæðir, ið passa til hennara. Men hon keypir tó ongantíð klæðir í einum barnahandli:
- Serliga er tað trupult at finna buksur, ið passa. Men antin leggi eg tær upp, ella keypi eg stuttar summarbuksur, ið sum oftast hóska væl til mín, sigur Jenny og leggur afturat, at tað ongantíð er trupult at finna blusur, jakkar ella skógvar:
- Væl at merkja, um eg altso røkki upp á handilshillarnar, men so rópi eg bara á starvsfólkini og sigi, hvat eg skal hava, sigur hon at enda við einum stórum brosi.
 
Vit takka fyri gott gestablídni og gott drekka. Jenny ger seg klára til at taka myndir, og vit fara út í garðin. Tá stingur ein maður høvdið út um grannadyrnar: - Sosialurin á vitjan? Er fitta Jenny nú aftur vaksin nakrar sentimetrar?, sigur grannin flennandi. Myndamaðurin tekur myndirnar og vit takka fyri okkum og fara rullandi við Snar, ið er bilurin hjá Sosialinum, aftur til Sandavágs.
 
--
 
Fall fyri sjarmuni
 
Fyri tveimum árum síðani giftust Jenny og Evan í kirkjuni í Sørvági. Hóast Evan er 1,80 metrar til hæddar, hevur hann ongantíð verið keddur ella hugsað um, at kona hansara er um hálvan metur minni enn hann. Og tá Jenny minnir hann á, at hon bert var 1,20 metur, tá tey komu saman, svarar Evan brosandi og argandi: - Ha? Vart tú so lítil? Men hann leggur tó alt fyri eitt afturat, at hann við fyrsta eygnabrá fall fyri sjarmuni.