OL vinnarin situr í rúminum í bakborð

Stephan Mølvig heldur seg hava funnið fullkomuliga øðrvísi avbjóðingina, sum hann leitaði eftir, áðrenn hann møguliga aftur fer at stríðast fyri at vinna OL gullkrónu

Í fjør var hann ein av manningini á ?guld fireren?, sum livdi upp til donsku vónina og vann gullkrónur í Olympisku Leikunum í Athen. Nú er hann í Klaksvík. Í summar situr hann í rúminum bakborðsmegin umborð á Nevinum Reyða. Men tað er væl hugsandi, at hann aftur næsta ár fer at stríðast fyri at sleppa upp í part, tá ið ?guld fireren?, sum danir framvegis halda seg eiga, fer til Bejing at kappast á OL í 2008.
- Eg var lúgvaður av rógving, tá ið olympisku leikirnir í Athen vóru av, og vit høvdu rokkið málinum, sum vit høvdu sett okkum. Undan ársskiftinum dugdi eg ikki at ímynda mær, at eg aftur skuldi fáa hug at venja tvær ferðir um dagin. Men eg veit ikki. Nú má eg staðfesta, at hugurin at rógva og venja er tann sami, sum hann hevur verið, og tað kann væl vera, at eg næsta ár aftur fari at kappast á sama støði, sum eg frammanundan havi gjørt.
Tað sigur 26 ára gamli Stephan Mølvig. Fyri einum mánað síðani varð kunngjørt, at hann er venjari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og at hann skal rógva við Nevinum Reyða í summar. Í fyrsta umfari var heimskendi danski rógvarin í Klaksvík í tríggjar dagar. Fríggjadagin kom hann aftur henda vegin. Hann var við á Strondum leygardagin. Eftir Norðoyastevnu fer hann aftur av landinum, tí hann skal til próvtøku. Hann lesur umhvørviskemi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hann verður liðugur við lesturin um tvey ár ella eitt sindur minni enn so.

Glaður fyri avbjóðingina
Tá ið tú aftur ætlar tær at kappast á hægsta støði. Iðrar tú teg so um, at tú hevur játtað teg at vera í Føroyum í summar?
? Avgjørt ikki. Í vetur kendi eg tað soleiðis, at eg í eitt skifti trongdi til at fáast við okkurt heilt annað enn at rógva og kappast soleiðis, sum eg havi gjørt tað tólv tey seinastu árini. Hugskotið um at fara til Klaksvíkar fekk eg, tá ið eg í róðrarfelagnum í Bagsværd møtti einum klaksvíkingi, og eg havi ikki eina løtu iðra meg um, at eg nú royni hetta, sigur Stephan Mølvig.
Hvør er tín leiklutur?
? Eg eri komin til eitt framúr róðrarfelag í Klaksvík, sum iður í lívi. Tað kennist, at øll, sum eru partur av felagnum, taka uppgávuna og avbjóðingina í stórum álvara, og tað líkar mær væl. Eg legði venjingarætlanir fyri limirnar, tá ið eg var her fyrr í vár, og nú eg eri afturkomin síggi eg, at ætlanirnar eru væl fylgdar.
Hvussu venur tú tey øðrvísi, enn tey frammanundan hava gjørt?
? Teknikkin hjá føroyingunum royni eg at læra meg sjálvan. Her verður róð nógv meiri við yvirkroppinum og nógv minni við beinunum, enn vit gera í Danmark og í altjóða rógving. Á so mongum øðrum økjum líkist rógvingin her tí, sum eg eri vanur við. Mínar ætlanir ganga eitt nú út upp á tempo rógving, og eg havi eisini víst teimum, at tað ber til at rógva og venja aðrar tíðir, enn tey higartil hava gjørt. Her hevur verið vanligt at halda frí frá venjingunum fríggjakvøldið undan stevnudegnum. Tað hava vit ongantíð gjørt, og eg havi skotið upp, at okkara manningar her í Klaksvík eisini skulu venja sjálvan kappingardagin.

Ongantíð róð á sjónum áður
Tá ið Stephan Mølvig verður spurdur, hvussu hann undir fáu venjingunum, sum hann hevur verið við í, og í kappróðrinum á Strondum leygardagin upplivdi kappróður á sjónum, so svarar hann soleiðis:
? Eg havi ongantíð áður róð á sjónum. Allar kappingar eru á vøtnum, og tá ið eitt sindur av illveðri er, so plaga vit at venja innandura og á maskinum. Soleiðis er tað yvirhøvur ikki her í Føroyum, og tað dámar mær væl. Her venja teir á sjónum, uttan mun til hvussu veðrið er, og eg haldi, at hetta er framúr spennandi. Tað setur serlig krøv til tekniska førleikan at rógva og annars at bera seg at í bátinum, og tað haldi eg vera fína avbjóðing.
Hvussu roknar tú við, at tað fer at hilnast hjá tykkum í summar?
? Tað er torført at siga. Nevndin og felagið anda av sunnum felagslívi og stórum áhuga fyri rógvingini og kappingunum, og tað rokni eg heilt víst við fer at síggjast aftur í úrslitunum. Um tað verður nú beinanvegin, ella um tað verður seinni í summar ella kanska næsta ár. Tað skal standa sína roynd. Eg síggi hetta sum stóra og spennandi avbjóðing, og eg gleði meg ógvuliga nógv til kappróðurin á Norðoyastevnu. Sjálvandi kann venjingarmongdin og venjingarstøðan ikki sammetast. Men eg kenni tað soleiðis, at rógvararnir í Klaksvíkar Róðrarfelag taka uppgávuna í eins stórum álvara, sum vit, ið kappaðust um OL gullkrónurnar, gjørdu. Tað veit eg, at tey eisini gera í øðrum feløgum, so tað er lagt upp til spennandi kapping og stóra avbjóðing.


Fakta

Navn: Stephan Mølvig
Aldur: 26 ár
Føddur: Odense
Bústaður: Keypmannahavn
Yrki: Lesur miljøkemi og er venjari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
Størsti sigur: OL gull í Athen 2004