Errin av gentunum

Avrikini hjá U15 gentunum í UEFA menningarkappingini hesaferð vóru framúr góð

Føroyskur fagnaður eftir 3-2 sigurin móti Montenegro - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Ein sigur og tvey tepur tap. Tað var úrtøkan hjá U15 landsliðnum við gentum í UEFA menningarkapping í Bulgaria hesaferð, og tað er ein stak væl nøgdur og errin landsliðvenjari, sum nú tekur saman um kappingina.

 

– Yvirskipað eru vit heilt væl nøgd. Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men tað ræður eisini um at fáa royndir, og tað fáa okkara spælarar í slíkum dystum og kappingum, sigur Sigtór A. Petersen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í fyrsta dystinum spældu føroysku genturnar eina undirhaldandi málveitslu saman við bulgarsku vertunum, sum Bulgaria endaði við at vinna 5-4. Eftir hetta spældu Føroyar móti Montenegro, sum tvær ferðir í dystinum kom á odda – fyrst 1-0 og síðan 2-0. Báðar ferðir megnaðu føroysku genturnar at svara aftur og javna, og stutt fyri leiklok skoraði Halla Ejdesgaard sigursmálið, soleiðis at Føroyar vunnu dystin 3-2.

 

Í dag var seinasti dysturin í kappingini spældur. Føroyar møttu Norðurírlandi og spældu væl og virðiliga upp við mótstøðuna, hóast dysturin endaði við einum 2-0 sigri til norðurírar. Hóast hetta er Sigtór Petersen væl nøgdur við menningina, sum hansara lið hevur víst seinastu tíðina.

 

– Vit hava flutt okkum sera nógv ítróttarliga, og vit klára væl at spæla upp ímóti miðal lond í Evropa ár um ár. Tað sigur ótrúliga nógv um okkara ungu og røsku gentur, og eg ivist ikki í, at hetta eisini fer at kasta góð avrik av sær í framtíðini, sigur Sigtór Petersen at enda.

 

Elisabet Norðoy Vilhelmsen skoraði tvey mál móti Bulgaria, meðan Kára Sigurðsson og Halla Ejdesgaard skoraðu hvør sítt. Í dystinum móti Montenegro skoraðu Halla Ejdesgaard, Anna á Borg og Kára Sigurðsson hvør sítt mál.

 

Niðanfyri eru ymiskar myndir frá menningarkappingini í Bulgaria.

 

##ms##

 

Føroyskur fagnaður eftir 3-2 sigurin móti Montenegro - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir