Í tíðini frá septembur í fjør til í august í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð frá Hagstovuni. Hetta er eisini fyrstu ferð í søguni, at vit hava útflutt fyri yvir 11 milliónir upp á eitt ár.
Serliga í ár hevur tað gingið væl. Átta teir fyrstu mánaðirnir í ár, varð útflutt fyri átta milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 39 prosent, tá ið alt er tikið við. Eyðvitað er fiskur nógv tað mesta av tí, vit útflyta og fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri slakar 7,3 milliardir og tað eru 25 prosent meir enn somu mánaðir í fjør.
Nøgdin av makreli, sum vit hava útflutt frá januar til august í ár, er 56.600 tons og tað er ein vøkstur upp á 14 prosent. Men prósurin hevur verið góður tí søluvirðið var 640 milliónur og tað er 43 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25 prosent og sama gongd sæst fyri sildina.
Útflutningurin av laksi var 3,5 milliardir krónur teir fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tað er 34 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør – hóast nøgdin minkaði sjey prosent, ella 44.700 tons, so prísurin er nógv hækkaður.
Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51 prosent, 27 prosent og 69 prosent. Í miðal er prísurin fyri hesi fiskasløgini hækkaður ímillum 25 prosent og 33 prosent hetta seinasta árið. Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.
Russland var ein av okkara heilt stóru marknaðum, men eftir innrásina ú Ukraina er hann fánaður burtur. Kortini verður nakað útflutt til Russlands, men so at siga alt er olja, og aðrar vørur, til russisk skip. Hesar seinastu mánaðirnar hevur føroyski útflutningurin til Russlands verið:
Mars 75 milliónir
Apríl 32,5 milliónir
Mai 20, milliónir
Juni 45,5 milliónir
Juli 45 milliónir
August 58,7 milliónir