Virgar T. Dalsgaard
????????
Við ótrúligari polemiskari elegancu leggur fyrrverandi mao-kommunisturin, harra L. Apol í Dimmalætting næstseinasta hósdag eftir mær fyri, at eg skal vera ov persónligur og beinleiðis illavorðin við markant eftirnøvn, frelstar oddamenn og onnur tabu innan fyri ta sakrosanktu loysingarrørsluna, og tessvegna gerst hann sjálvur ikki sørt persónligur við meg.
Í hesum er longu fitt av apollinskum ambivalensi, men tað skal harra Apol eiga rætt til - eg havi altíð verið íðin apologetur fyri víttgangandi skrivi- og talufrælsi!
Tó undrar tað meg, at hr. Apolur stórt sæð bara heftir seg við, hvussu eg skrivi, hvør eg eri og hvat eg havi gjørt, men als ikki við hvat eg skrivi! Í apollinska tankaheiminum hava persónur og formur altso meira at týða enn tað substan-tiella innihaldið. Eftirsum hr. Apol í dionysisku grein síni ikki bjóðar til at reka aftur eitt einasta vet av tí, eg havi skrivað, kundi man næstan mis-tonkt henda smápedantiska skribentin fyri at verið í rættiliga svárari argumentneyð!
Hjá prosaiskum og jarðbundnum socialdemokratum sum mær og fleiri av mínum ættarliði er tað annars ikki nakar nýggjur heiður at fáa vánaligt persónligt skoðsmál frá nationalistum ella ortodoksum puritanarum á vinstra-vonginum. Hetta hevur nærmast verið reglan fyri okkum javnaðarmenn! Sjálvur socialdemokratiski høvdingur okkara, Petur Mohr Dam, sum ofta og títt varð grovt svínaður til av chauvinistunum, plagdi at taka til, at tað var tað mætasta riddaraslagið fyri okk-um javnaðarmenn at verða hunddálkaðir av loysingarliðinum, tí so vistu vit, at vit politiskt vóru á heilt rættari leið! Eitt ásnaspark frá primitivum og ábyrgdarleysum loysingarmofer altso altíð at vera ein stórur kompliment fyri rættar javnaðarmenn, harra Apol!
Talubann og annar censurur kann fjøtra debattina í einumhvørjum landi. Við einari næstan fótatraðkslíkari maksimu hjá Voltaire áttu vit báðir, Apol at samst um eina absolutta fynd í orðum hansara: »Mær dámar ikki sjónarmið tíni, men eg vil berjast fyri, at tú sleppur at halda fast við tey«, - kunnu vit ikki semj-ast um hetta, eru vit vánaligir demokratar, harra Apol!
Í einum demokratiskum samfelagi er jú alneyðugt, at øll sjónarmið sleppa framat, og principielt eigur eingin persónur, hvørki livandi ella deyður at verða friðaður. Tó haldi eg sjálvur, sum Montesquieu, at tað er mest umráðandi at fara eftir teimum, sum veruliga hava havt ella enn hava álvarsama ávirkan, stórt ríkidømi og nógv vald, um tey misbrúka tað! I einum lítlum samfelagi er serliga stórur vandi fyri maktmisbrúki, tí so fá, hóast tey varnast órættvísi, hætta sær at fílast ella eru fús til at risikera sociala isolatión.
Apollinskur censurur?
Harra Apolur vil vera við, at eingin tekur tað, eg skrivi fyri fult. Tað er tí nakað av einum paradoksi, at hann heldur tað vera neyðugt at mobilisera alla sína intellektuellu megi móti tí, sum eingin leggur nakað í! Eg noyðist tó at taka hesar uggavónir ella illusiónir frá Apoli, tí eg fái alsamt ørgrynni av bæði skrivligum og munnligum vitnisburði um, at nógvum fólki dáma sera væl tað, sum eg skrivi, og tey fegnast um, at onkur hirðir at gera tað!
Hr. Apol vildi allarhelst havt, at tað varð bannað at skriva um »heilagu« idolir hansara, teirra hyklarí, teirra pamparaveldi og teirra politiska evnaloysi, - eftir føroyskum søguleisti skal alt helst fara undir flag, tað skal fortreingjast, tað skal leggjast lok á tann søguliga køstin, so tey ungu einki fáa at vita um ta kompromitterandi fortíðina, og allarhelst skullu fólk heldur ikki fáa nakað serligt at vita um ta skammiligu nútíðina - men her má eg vónsvíkja harra Apol, soleiðis verður ikki, harra Luitjen! Vit eru fleiri, sum treiskliga ætla at brúka okkara talu- og skrivifrælsi so leingi sum donsk grundlóg er galdandi í Føroyum! Sjónarmið okkara hóva ikki tí hypersensitiva harra Apoli, men tað gerst ikki við! Vit gera tað ikki fyri at forarga Apol - vit gera tað tí, at vit ikki vilja finna okkum í, at tað verður manipulerað við fólki, at tað verður logið fyri fólki og at nógv verður krógvað fyri fólki. Vit góðkenna ikki, at loysingar-menn royna at billa fólki inn, at tað er forsvarligt at taka loysing frá Danmark. Teir vita eins væl og vit, at Danmark er okkara seinasti skansi móti anglosaksisku óløgunum, sum í dag eru við at týna Ísland málsliga og mentunnarliga! Teir vita eisini, at loysing verður fíggjarligt ragnarrok fyri livifótin hja vanligum lønmóttakarum í Føroyum. Vit risikera ein livifót verri enn tann íslendska, har bæði maður og kona mugu slíta í dupult-um arbeiði fyri at fáa endarnar so dánt at røkka saman!
Tað er ússaligt og avgjørt átaluvert, at loysingarmenn javnliga forfalska søgulig fakta fyri at lumpa og lirka síni ábyrgdarloysu sjónarmið ígjøgnum! Og tað fara vit at loyva okkum at fílast á, sjálvt um tað vekir forargilsi hjá Apoli og øðrum smásárum mimosum! Hava vit skrivað ella sagt nakað, sum ikki passar, kunna Apolur ella aðrir censorar jú bara stevna okkum, men tað verður ilt hjá Apoli ella øðrum loysingarmonnum at prógva nakað skeivt í tí, sum eg havi skrivað - tvørturímóti - ofta havi eg bara avdúkað ein lítlan klodda, tí eg enn ikki havi troystað mær at breitt út alt tað ónossliga plaggið! Men heldur Apolur fram við at agitera fyri censuri, mugu vit taka nógv hvassari amboð í brúk!
Journalistiska svikið
Harra Apol hevur serliga ilt av, at eg ikki eri nóg eyðmjúkur um eftirnøvnini Patursson og Hoydal. Hann roynir, eins og onkur annar fyrr hevur gjørt, at billa lesarum inn, at eg leggi á fólk, vegna teirra eftirnavn! Hetta er beinleiðis tvætl! Men tað er royndur lutur, at pamparasóttin er serliga útbreidd millum fleiri kend fólk við navninum Hoydali. Hetta er vældokumenterað faktum! Sakleys fólk við hesum navni havi eg aldri nevnt!
Ei heldur havi eg gjørt meg inn á nakran, tí hann eitur Patursson, men av tilvild hava nakrir av herviligastu politisku høvuðkambum okkara itið soleiðis! At friða menn í politiskari og søguligari debatt, tí teir eru deyðir, er naivt møsn - so steðgaði jú alt søguligt erkennilsi! Skuldu danir t.d. ikki debattera Scavenius, bara tí hann er deyður? At friða deyðar menn, sum hava sitið við valdi, er tað sama sum at forfalska søguna - tað skapar ábyrgdarleysar og sera strævn-ar mytur! Júst á hesum øki áttu vit at havt eina djarva, gløgga og dýpdarkannandi pressu. Ì staðin fyri at punktera myturnar og pilka gloriuna av nationalistiskum koryfæum, eru okkara journalistar við til at varðveita mytur og reisa fleiri standmyndir!
Høvdu Føroyar átt journalistar, sum tordu at avdúka mytur um okkara søguligu gabbarar, og ta markleysu maktsjúku, sum liggur aftan fyri pamparaveldið ovast í Tjóðveldisflokkinum, so slapp harra Apol undan at síggja greinir frá mær. Okkara nationalu mytur eru ein sonn plága fyri skúlabørn og seriøsar lærarar! Apolur trýr uppá túsundársríkið og myturnar! Tað má hann um! Tað krevur sekteriska, programmeraða ella púra onga tankagongd! Vit onnur halda, at loysingar-politikkur er bæði primi-tivur, anakronistiskur og ábyrgdarleysur! Hetta fara vit fram-vegis at skriva, hóast tað pínir og nagar Apolin illa!
Dionysisk eftir-rationalisering
Annars roynir mín beinasami manuduktørur og journalistiski uppalari at útvega sær eina betri og meira heroiska fortíð sum inkvisitoriskur stórdebattørur. Hann fortelur lesarum Dimmalættingar, hvussu óføra raskur hann skuldi vera millum útisetar. M.a.sigur hann seg hava fingið meg í øðini á einum fundi, ja beinleiðis tept meg (sic)! Hann skal eisini hava gjørt meg púra mál-leysan á einum øðrum fundi í Keypmannahavn! Hetta síðsta er als ikki óhugsandi, so barokt sum Apol argumenterar! Annars minnast fleiri enn eg júst Apol sum avbera harðmæltan ýlara við innantómum rakstrarrópum og slitnum frasum!
Um Apol sjálvur trýr, at eg nakrantíð havi manglað argument móti honum og hansara larmandi maoistisku líkum, fari eg ikki at taka lívslygnina frá honum.
Men harra Apol, so er málið jú einfalt: »Hic Rho-dos hic salta»! Tað, sum tú hevði av tølandi orðamegi í Keypmannahavn, mást tú eisini kunna mobilisera og brúka nú og her í Dimmalætting. Fyribils hevur tú bara fortalt, hvussu oratoriskt knáur tú einaferð skalt hava verið, men so vís tað nú við argumentum - vís á, hvat eg havi skrivað um tað korrupta loysingarliðið og teir maktglaðu parvenuedreingirnar, sum ikki passar!
At censurfegni Apol er allergiskur móti mínari skriving, ætlar at geva mær múlaband og er bæði firtin og múlatrútin um, at eg havi loyvt mær at kritisera ta ráðaríku Hoydalslosjuna, er ikki petti løgið! Apol hevur nevniliga ongantíð havt sítt egna politiska immunitetssystem - hann hevur ongantíð verið heilt frælsur maður - púra blaðungur lat hann seg einsrætta og blinda av hoydalsbetongi og framagorri saman við harra Hermanni Oskarssyni. Teir vórðu beint út ideologiskt adopteraðir av sjálvum Kjartani Hoydal, pápa fullveldið! Saman við øðrum javnaldrum vóru hesir báðir maoistisku ørindagarpar einki uttan politiskir sprellimenn hjá táverandi stalinistiska yvirguru, núverandi privatkapitalistiska oljubabba í London.
Marxistiskur slóðbrótari fyri ríku ognarstættina
Sjálvt um ovasti Hoydalsguru officielt var Moskvakommunistur samlaði hann samvitskufult uppá alt tað subkulturella óruddið, sum var á vinstravonginum - og har trokaðust nógvar sekteriskar deildarrørslur, líka frá maoistum, Cubafrelstum, Albaniafrelst-um og trotskistum til Pol Pottmenn! Hetta kann tykjast sum lemjandi fraktiónspolitikkur og sundurlyndi, men tað er samstundis grundprincippið í stalinistiskum celludannilsi - lat menn beistast hvør í sínum lagi og hvør í síni cellu, bara totalitert eftirlit er úr erva!
Kjartan gav smálombum sínum langt tjóður, fjálgaði um sítt naiva fylgi og fóðraði lombini við betongtankum í separatum seyðahúsum, langt burtur frá tí meira seriøsa framafylginum. Síðani hevur hann havt rættiliga gott tamarhald á gjólingunum sum búnum veðrum, har teir stórt sæð hava jarmað, sum Londonguru hevur kravt! Summir, eitt nú Apol tykjast programmeraðir fyri lívstíð - men tað er rætt sum Apol sigur, at onkur robottur er seinni dekodaður og kallar seg javnaðarmann i dag. Tað er herskin biti at svølgja, tá íð vit javnaðarfólk minnast afturá, hvat hesir renegatar kallaðu okkum í síni tíð - klassafíggindi var eitt tað mjúkasta kelinavn, teir høvdu til okkara!
Tað mátti verið møtimikið hjá einari fyrrverandi barrikaduhetju á vinstravonginum, sum segði seg berjast fyri solidariteti við slitmonnum nú at noyðast at verja tann forkelaða yvirklassan, tað nationalistiska nýggja bourgeoisiið og teir pengagrísku akademik-ararnar í Havn. Men tað noyðist hann at gera, tí hann hevur fingið nýtt program og nýggja parolu úr London. Nú er tann áður so mælski marxisturin við altjóða parolum reduceraður til ein ultrakonservativan heimføðing, ein vulgeran nationalist. Hann solidariserar seg nú við nýggju vinunum hjá Hoydalsguru, teimum privatkapitalistisku plutokratunum og órealistiskt ambitiøsu oljustrembarunum. Barrikadukemparin rennur nú ørindi fyri tey múgvandi og vælstøddu. - Internationalisturin endaði sum trongskygdur nationalistur! Tað er forvitnisligt at síggja, at Apol letur seg brúka sum feudalan pennatræl hjá tí maktsjúku nýggju aðalstættini!
Tað hevði klætt harra Apoli at solidarisera seg aftur við arbeiðarafjøldini heldur enn við heimsfjarum loysingar-monnum Sum Petur Mohr Dam tók til um órealistika loysingarpolitikkin: »Vit javnaðarmenn vita væl, hvussu tað samfelagið verður, vit vita væl, hvør kemur at rógva og hvør skal sita afturi í rong og dusa sær! Tí gerast vit javnaðarmenn aldri loysingarmenn!»
Nationalisma og loysingarpolitikkur hava altíð verið eskapistiska tátan, sum skal lumpa, kyrra og kúga arbeiðarastættina. National rakstrarróp kunnu bara krógva gerandisdagin eina stutta tíð! Og hesi fakta skullu hvørki Apolur ella onnur sleppa at censurera. Harrin havi lov fyri okkara donsku grundlóg, sum er móti censuri og gevur okkum bæði skrivi- og talufrælsi.










