Teitur er uttan iva føroyski tónleikarin, sum er komin longst í altjóða høpi. Hann hevði altjóða plátusáttmála við Universal, og hevur nú stovnað egið plátufelag, umframt at hann hevur spælt í nógvum londum. Serliga drúgvur hevur hann verið í Amerika. Teitur, sum dagliga býr í London, er eisini eitt navn íslendingar kennast við og hetta varð eisini prógvað á NASA leygarvøldið
Frammanundan konsertini leygarkvøldið hevði Teitur, umframt at spælt í bæði í íslendskum sjónvarpi og útvarpi, eisini havt eina minni konsert í Íslandi, so tað vóru uttan iva fleiri av áhoyrarunum, sum vóru møttir av hansara ávum, eftir áhaldandi smakkiroyndir dagarnar framman undan.
Íslendskir strúkarar
Teitur hevði ikki fasta bólkin hjá sær við. Ístaðin hevði hann fingið eina íslendska strúkarakvartett, tríggjar violinir og eina cello, at hjálpa sær. Teitur byrjaði konsertina einsamallur við klaverið. Hetta riggaði avbera væl, og vísti eisini, hvussu royndur sangari og sangskrivari Teitur við tíðini er vorðin. Hann hevur avgjørt ein altjóða dám, sum ikki kann tilognast uttan drúgvar royndir á palli. Fyrri parturin av konsertini var merktur av tilfari frá teimum báðum ensku útgávunum hjá Teiti, og tað vóru løg sum Louis, Louis og Josephine, sum fingu bestu móttøkuna frá íslendsku áhoyrarunum. Great Balls Of Fire var eisini væleydnaður saman við strúkarunum.
Teitur á føroyskum
Sæð við føroyskum eygum, so vóru tey trý løgini av komandi føroysku útgávuni “Káta Hornið” tey mest forvitnisligu. Talan er um eina sonevnda konsepútgávu, har sangirnir samanlagt siga eina søgu. Sambært Teiti, er søgan um ein ungan mann, sum flytur heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands. Teitur spældi trý løg av nýggju útgávuni. Heitislagið, Káta hornið og løgini Tokspor og Tú ert ein eingil. Nýggju løgini vóru góð, uttan tó at vera líka fangandi, sum nøkur av ensku løgunum hjá honum. Neyðugt er hjá lurtaranum at venja seg við at hoyra Teit á føroyskum aftur.
Framførðslan hjá Teiti var væl eydnað. Kanska átti hann at spælt fleiri av eldri løgunum, men tá Káta Hornið, eisini verður givin út í Íslandi, so var hetta ein gyltur møguleiki, at læta íslendingar hoyra nøkur av nýggju løgunum.