við ein annan jugoslava, nevniliga Zoran Mancic, sum í ár hevur spælt við KÍ og frammanundan eisini hevur verið á VB-liðnum. Martin í Nesi er formaður í Royn, og hann sigur, at teir eru væl nøgdir við at [...] uppat. Royn fyllir 75 ár í morgin, men enn hevur felagið ongantíð verið í 1. deild. Onkuntíð hevur verið nær við, og so var eisini í ár. Men hepnið hevur ikki verið við felagnum, sum í Føroyum man vera best [...] ikki upp í ár, men jubileumsárið hevur ikki verið beinleiðis miseydnað av teirri orsøk. Húsið hjá felagnum fyllir 25 ár ? tað er í góðum standi og hevur ikki nógva skuld. Royn vann sjey steyp í ár í fótbólti
Veðurgudarnir tóktust at vera í sama hýri, sum viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru í løtuni. Regn, kalt og nógvur vindur var, tá nýggi formaðurin í Vinstraflokkinum vitjaði í hósdagin. Anders Fogh Rasmussen [...] kortini ikki bert um pening, men eisini um mennisjansligar kenslur í Føroyum eins væl og í Danmark. Vit hava hóast alt verið í lagnufelagsskapi í fleiri hundrað ár, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum fór avstað [...] Eg havi tvey endamál við vitjanini. Tað er sum nýggjur formaður í Vinstraflokkinum at vitja Sambandsflokkin, og at hoyra teirra sjónarmið í samband við fullveldisætlanina. Hitt endamálið er at hitta
Bragdar í Bjarna Olsen Og mitt í øllum hesum fullveldisrúsinum, sum blaðskrivingin hevur borið dám av, er onkur einstakur, sum tað veruliga bragdar í. Bjarni Olsen, formaðurin í Búskaparráðnum hevur væl [...] fáa høvi at fylgja hesum løttu pennunum. Kunna vera vitnisførd í, at romantiska rithøvundabylgjan, sum var í grannalondum okkara fyrst í 1800, veruliga hevur tikið seg upp aftur, eftir at hava ligið goymd [...] egna landi?. ?Skipað ætlan?. ?Føroyskan leist?. ?Spæla fólk í húsi?. Nakað, sum tá vit í gomlum døgum skuldu læra Katekismus (grundsetningar) í Kommunuskúlanum. Summi sluppu undan, vegna teirra trúgv. Vóru
mismunir ikki bara vórðu gjørdir í gerandisdegnum, í uppalingini av gentu og dreingi, men eisini í málinum, gjørdist Kirstini greitt serliga í realskúlanum, tá ið hon varð rættað í sínum stílum við at umrøða [...] burturi í dag. Tað er ikki løgið, at kvinnugranskarar í dag ofta taka til, at vit liva í ein kvinnufíggindaligari tíð sum ongantíð fyrr. Tað er ikki rúm fyri tí kvinnuliga. Føroyska kvinnan fyrr í øldini [...] øldini var nógv tryggari í tí kvinnuliga enn kvinnan í dag. Hon var stolt av teim virðum, hon hevði, sigur Kirstin Didriksen. Málið stendur ikki í stað Í kjalarvørrinum á kvinnurørsluni byrjaði arbeiðið at
seg til fyrstuhjálparskeiðini, sum eru. Í løtuni er eitt skeið á kvøldskúlanum í Havn, men tað er óiva eisini møguligt, at taka skeiðið aðrastaðni í landinum. Í øðrum førum kann ein venda sær til Reyða [...] løgregluni klárast í minninum er, at ein eldri kvinna varð yvirkoyrd á gonguteiginum í R. C. Effersøesgøtu, beint uttanfyri SMS. Hetta vegastrekkið men verða eitt av teimum vegastrekkjum í øllum landinum, [...] ein snuddur í knæði. Bíliga sloppið tá hugsað verður at talan er um eina rættuliga tilkomna kvinnu. Men tað er nú ikki so galið at eydnan er vi- okkum vi- hvørt. Ansið eftir teimum eldru Í sambandi við
Skulptururin eitur "Hjørdis og Skyggen", hann er gjørdur í bronsu og sambært Jacob Saxild, ið er formaður í Den Saxildske Familiefond og fyrrverandi formaður í Dansk Ingeniørforening, var Hans Pauli Olsen valdur [...] kendur listamaður í Danmark. Hann hevur gjørt bronsumyndir av donsku prinsunum, Fríðrikki og Joakim, og kendasti skulpturin hann hevur gjørt í Føroyum er av Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni. Hans [...] Fyrst í hesum mánaðinum vórðu nýggju verkfrøðingahúsini á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn vígd. Eitt av hæddarpunktunum á hátíðarhaldinum var avdúkingin av skulpturinum við inngongina til húsini. Og tað
hjá FSF skipaði í vikuskiftinum fyri einum parti av elituvenjaraútbúgvingini, sum nakrir av fremstu venjarunum í landinum hava tikið lut í hetta síðsta árið. Skeiðluttakararnir hildu til í hølunum, sum [...] sum ein av teimum, ið er við í útbúgvingini, og Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, segði sína hugsan um framtíðina hjá føroyska fótbóltinum. Færri lið Vit søgdu leygardagin, at í innbjóðingini til fundin, sum [...] roynt í Danmark. Einki er at ivast í, at hetta er ein spurningur, sum feløgini fara at hava avgjørdar áskoðanir um. Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at í løtuni er tað nógvur røringur í føroyska
Harumframt fer Laura at tríva í søgu eftir Dario Fo, sum er um Káin og Ábel og stavar frá fimtiárunum. Laura Joensen, sum er fødd í 1946, byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn tá hon var fimtan [...] har í húsinum og seinni fór hon til Herning í Danmark, har hon fekk prógv sum dramaleiðari. Síðani 1979 hevur hon verið við í sjónleikarabólkinum Grímu, sum var byrjaður tvey ár undan. Laura er í dag formaður [...] døgum? Ella er hann um at detta burtur í millum allar hinar listargreinarnar? Hesum spurningum og ivaleyst fleiri við fer Laura Joensen at lofta í hugleiðingum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, har hon
føroyskar og danskar bøkur í floksetti, eins og videofilmar, er tókt á Landsmiðstøðini. Framsýning í Oslo í sambandi við norðurlendskan ráðharrafund Í hesum sambandi verður í viku 46 ein norðurlendsk framsýning [...] n og aðrir føroyskir stovnar eru við í hesum tiltaki, so er eisini føroyska skúlaverkið við í átakinum. Samtykt er, at í øllum Norðanlondum, verður fyrsta vikan í november, t.e. vika 45, sett av til ymiskt [...] undirvísingin í bæði fólkaskúla- og miðnámshøpi, í høvuðsheitum snýr seg um hav og havumhvørvi, hesa vikuna. Hópin av tilfari Í flestu lærugreinum er hópin av tilfari, har havið er evnið. Bæði í skaldskapi
beinanvegin, sigur Pál Weyhe í uppritinum til politikararnar um arvagransking í Føroyum Tað var síðst í august mánaða í ár, at Pál Weyhe, á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, var í Íslandi áfundi við Kára [...] arvagransking í Føroyum, og har sigur hann, at báðir partar eru samdir um, at eitt Joint Venture samstarv hevði verið hóskandi. - Hetta merkir, at føroyingar sjálvir seta pening í at fáa virksemið í Føroyum [...] fellur í tríggjar partar. 1) At finna tey fólkini, sum hava tær dagnosurinar, sum áhugi er fyri at kanna. Hetta krevur at skrásetingin í heilsuverkinum er umfatandi og álítandi. Tað er hon ikki í løtuni