sum var nakrar ferðir í Føroyum í áttatiárunum og í byrjanini av níti árunum, hevur ikki vitjað klettarnar í tíggju ár, men tey søgdu, at tey fegin vildu koma aftur til Føroyar í 2004, so tað verður spennandi [...] róp og undran eru helst tey trý lyklaorðini ein kann nýta, tá upplivingin í Sirkus Arena um vikuskiftið skal lýsast. Byrjað varð við sanginum um at cirkus er í býnum, sungin av forstandaranum, sum heilt [...] minnislutunum. Tað var óivað ein sera dýrur dagur fyri summar famliljur. Og serliga tá hugsað verður um, at børnini høvdu hug at fara at keðast, tá komið var hálva leið, tí sýningin bleiv í longra lagi. Cirkus
pallinum framman fyri hundrað tals fegnum vágbingum, so var ikki stórvegis ivi um, at hetta var ein góður dagur hjá Gurið Mortensen. Fyri triðju ferð var hon partur av eini steypafinalu, og eftir at tær báðar [...] og soleiðis, segði ein fegin mamma at enda. Og Pætur. Jú hann var róligur aftur, og tóktist ikki hava tað minsta ímóti at verða avmyndaður saman við parti av stóru hondbóltsfamiljuni í Vági. [...] egna álop at koyra, men tað kravdi eisini nógv. Seinasta partin av dystinum var snøgt sagt einki eftir í okkum. Eitt skifti hevði VÍF eisini heilt góðar møguleikar at taka okkum, men tíbetur misnýttu tær nakrar
skip ?So hendi tað í 1973 at at eitt tilboð kom frá eysturtýskarum um at keypa níggju skip, sum lógu í Havana. Talan var um systurskip, sum vórðu smíðað í Rosslau í Eysturtýsklandi í 1970 og sum kubanarar [...] lini sterk í Bretlandi og tí hevði Total Oil stórar trupulleikar at fáa atløgupláss og aðrar sømdir, bæði í Bretlandi og í Hetlandi. ? Sostatt komu teir hendavegin at vita, um hetta var ein uppgáva, sum [...] føroyskum flaggi Hann sigur at hann sat í Kuba í eini tvey samdøgur, men kubanarar vóru bæði blíðir og tíðir. ?Eg fekk ein eldri norðmann, sum var norskur konsul í Kuba og hann hjálpti mær nógv at fáa samband
14. februar er Valentin-dagur. Valentindagurin er ein romantiskur dagur, har fjálgað verður um sambandið millum kynini. Í hesum sambandi verður skipað fyri Valentin-dansi í Barok í Klaksvík, har Kristian [...] borðinum uttan at hava vitjað í Barok. Kvinnurnar hava ókeypis atgongd heilt fram til klokkan 01.00. Dansurin varar til kl. 03.45. Leygardagin 21. februar verður 90-ára dansikvøld í Barok. Kvøldið, øll hava [...] skipar fyri. Hvør minnist ikki tey kendu feitu løgini frá nítiárunum! Høvið verður aftur at hoyra hesi í Barok leygarkvøldið 21. februar.
Kollafirði, sum ganga í framhaldsdeild, ganga í Eysturskúlanum, og tey mugu nú 25 minuttir fyrr heimanífrá um morgunin enn áðrenn jól. Dorthea Joensen, forkvinna í skúlastýrinum í Kollafjarðar skúla sigur [...] sigur, at børnini í Signabø skulu sum nú er heimanífrá klokkan 6:55 og eru ikki heima aftur fyrr enn klokkan líður ímóti hálvgum seks á kvøldi. ? Tað er ein sera langur dagur hjá teimum, heldur hon. Bussurin [...] til Signabø og so allan vegin norður í Sund. Hesin túrurin varar úti við ein tíma, og tað halda bæði Dorthea Joensen, skúlastýrisforkvinna og Karin Hammer, skúlastóri í Kollafirði vera ov galið. ? Tað er
FINALUR Ein skuldi trúð, at flogbóltur var best umtókta ítróttagreinin í Føroyum. Í øllum førum um tú hyggur eftir uppmøtingini og stemninginum í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin. Føroyskur flogbóltur [...] upplivað nakað líknandi síðani stórheitstíðina í áttatiárunum. Karmarnir rundanum dystirnar leygardagin vóru nakað av tí besta, sum hevur verið at síggja í Føroyum. Fyrireikararnir hava veruliga gjøllað [...] gjøllað fyriskipað eitt stórfingið tiltak. Leygardagin var ringt at ímynda sær, at fleiri dystir í bestu deildini í flogbólti verða spældir fyri at kalla tómum hallum. Kanska einamest við hyggjarunum við skíggjan
fram ímóti. Í dag hugsi eg kortini nógv um øll tey ungu, sum í dag ganga í skúla. Summi teirra eru í somu støðu, ið eg var í tá. Hvørja hjálp fáa tey, um so er, at tey fáa nakra? Noyðast tey, eins og eg, bara [...] hon! Eg veit í hvussu so er, at um sonurin hjá mær ein dag kemur heim og sigur, at hann ikki hevur tað gott í skúlanum, fari eg ikki at leggjast á boðini og lata sum einki. Eg ivist ikki í, at tað má vera [...] vaknaði hvønn morgun og sá, at tað var ein nýggjur dagur. Eg varð kedd av at síggja sólina skína inn gjøgnum vindeygað. Og tað nívdi meg, at eg var til og skuldi í skúla at møta floksfelagum, sum gjørdu
Klaksvík: Giggi er ein av fýra kvinnum, sum fóru niður á Ebeltoft Kurcenter í august mánaði í fjør. Eftir 18 vikum hevði hon tapt 23 kilo, og við góðari barlast kom hon heimaftur beint fyri jól í fjør. ? Tað [...] eitt nú alkoholikarar. ? Tað er ein sigur og ein stoltleiki at fáa møguleikan til at siga nei takk. Hon kom heimaftur 20. desember í fjør, eftir at hava verið á Ebeltoft í 18 vikur. Hon sigur, at tað var [...] fáa hjálp við samstundis, sum ein roynir at tapa seg. Har kann ein broyta lívsstíl og persónlig menning er eisini ein stórur partur av uppihaldinum. Har er eisini ein sálarfrøðingur, sum tey kunnu heita
er ein stórur dagur hjá Tórshavnar Froskmannafelag. Í fleiri ár undan føstulávint hava limir í felagnum og onnur, sum hava átt ein froskmannabúna, sligið tunnu við Bursatanga. Soleiðis var aftur í ár. [...] Sjómansheiminum í Havn. Ein garaga er íbygd gamla handilin hjá Waldemari Lutzen, og her hava vit nýggja bátin, vit eiga, sigur Heri Andreasen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag. Tað var eisini í garaguni [...] menn og kvinnur hugnaðu sær soleiðis seinasta leygardag við tunnusláing. Heri Andreassen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag, sigur, at tað er fastur táttur, at Brandstøðin kemur oman á bryggjuna við
bart fyri í fleiri ár, og ein dagur, sum kvinnur sjálvar hava tikið stig til at hava. Eg havi ongar ætlanir um at fara til nøkur tiltøk, sjálvt um eg okkurt árið havi verið til okkurt uppi í Norðurlandahúsinum [...] ár 8. mars. Tað er ordiliga gott at hava ein kvinnudag, tí kvinnur hava jú verið kúgaðar í fleiri ár. Um eg fari at gera nakað veit eg ikki, men eg eri limur í Havnar Kvinnuarbeiðarafelag, og tað er eitt [...] Hvør veit? Kanska eg fari at gera okkurt burturúr degnum í ár. Ingun Schiller, 32 ár Kvinnudagurin er 8. mars. Og ja, tað er gott at hava ein kvinnudag, sjálvt um tað ikki júst er tað eg gangi mest uppí