Látur, róp og undran eru helst tey trý lyklaorðini ein kann nýta, tá upplivingin í Sirkus Arena um vikuskiftið skal lýsast.
Byrjað varð við sanginum um at cirkus er í býnum, sungin av forstandaranum, sum heilt frá byrjan av saman við klovninum, Pjerrot, megnaði at leggja lunnar undir eini sera hugnaligari og stuttligari løtu hjá øllum teimum mongu børnunum, sum vóru komin at hyggja. Har vóru jonglørar, klovnar, gandakallur og onnur, sum sýndu fram teirra kynstur. Øll royndu tey eisini á hvør sín hátt at fáa børnini við í teirra framførslu. Summi heittu á børnini um at rópa ella annað, meðan onnur beinleiðis tóku børn upp til sín og fingu tey at hjálpa til. Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu væl børnini skiltu alt, sum sagt varð.
Klovnurin Logo, sum gjørdi ballóndjór gleddu fleiri barnahjørtur enn meira, tá hann gav nøkrum børnum tey djórini, sum hann evnaði til.
Men tað er kortini vælskilligt, at onkur hevði hug at fílast á kostnaðin av atgongumerkjunum og minnislutunum. Tað var óivað ein sera dýrur dagur fyri summar famliljur. Og serliga tá hugsað verður um, at børnini høvdu hug at fara at keðast, tá komið var hálva leið, tí sýningin bleiv í longra lagi.
Cirkus Arena, sum var nakrar ferðir í Føroyum í áttatiárunum og í byrjanini av níti árunum, hevur ikki vitjað klettarnar í tíggju ár, men tey søgdu, at tey fegin vildu koma aftur til Føroyar í 2004, so tað verður spennandi at vita, um tey fara at leggja seg eftir at koma hendanvegin við styttri millumbilum í framtíðini.