FINALUR
Ein skuldi trúð, at flogbóltur var best umtókta ítróttagreinin í Føroyum. Í øllum førum um tú hyggur eftir uppmøtingini og stemninginum í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin.
Føroyskur flogbóltur hevur valla ikki upplivað nakað líknandi síðani stórheitstíðina í áttatiárunum.
Karmarnir rundanum dystirnar leygardagin vóru nakað av tí besta, sum hevur verið at síggja í Føroyum. Fyrireikararnir hava veruliga gjøllað fyriskipað eitt stórfingið tiltak.
Leygardagin var ringt at ímynda sær, at fleiri dystir í bestu deildini í flogbólti verða spældir fyri at kalla tómum hallum.
Kanska einamest við hyggjarunum við skíggjan kring landið fyri eyga var eitt serligt gólv sett á. Flogbólturin hevur tann fyrimunin fram um hondbóltin, at vøllurin er soleiðis til støddar, at í einari høll sum henni á Hálsi ber betur til byggja karmar rundanum.
Eitt tílíkt tiltak hepnast ikki so væl av ongum. Tað eru eyðvitað bæði feløgini og fyrireikararnir í Flogbóltssambandinum, sum eiga heiðurin fyri eitt ógvuliga gott tiltak.
Í mun til undanfarin ár, hevur tiltakið vundið meira upp á seg, og tað klæddi bæði dystum og høll at uppliva eina tílíka hending sum leygardagin.
Tey, ið varða av flobóltinum, hava sæð skriftina á vegginum og eru farin heilhjartað til verka. Nógv orku verður sett til, men tað eigur at geva seg aftur í síðsta enda, tí eitt tiltak við stórum dekningi sum steypafinalurnar leygardagin vekja eisini áhuga hjá sponsorum.
Tað er í alstóran mun eisini áskoðarunum fyri at takka, at finalurnar hepnaðust so væl, sum tær gjørdu. Líka so gott sum ítróttastríðið á vøllinum var dysturin millum skararnar av áskoðarum.
Vit bíða í spenningi eftir, hvat tey finna upp á til komandi ár.
Altjóða dámur
Fyrstidómari til báðar finalurnar var danin Birger Christensen.
?Tað er ikki tann stóri munurin á at døma her og við eitt nú altjóða dystir. Munurin er serliga støðið og ferðin á spælinum, men sum hetta tiltakið er fyriskipað, minnir nógv um altjóða dystir, sigur Birger Christensen, sum leggur afturat, at hann trívdist óføra væl í stemninginum frá høllini.
?Eg kundi hugsað mær, at tað vóru so nógv fólk til steypafinalurnar í Danmark, sigur Birger.
Hann heldur, at støðið hjá monnunum er lutfalsliga eitt sindur hægri enn tað hjá kvinnunum í mun til bestu deildina í Danmark.
?Spælið gerst støðugt betri, sum dysturin líður. Sum heild var støðið gott, og leikararnir hækka eisini støðið, tá teir leggja til merkis, at dømt verður fyri dupultsløgum, sigur Birger Christensen.
Sjálva dómarauppgávuna helt Birger ikki vera so trupla.
?Tað er rímiliga lætt at døma. Mansfinalan verður tøtt við fimm settum, men eg havi roynt hetta so ofta, at tað nervar meg ikki. Tær ábreiðslurnar, sum koma frá leikarum, seti eg hart eftir beinanvegin, og dysturin gjørdist ikki keðiligur fyri meg, sigur Birger.
Gott produkt
Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Niklas Joensen, heldur, at flogbólturin hevur at gott produkt at bjóða, og tað er upp til feløgini at gera tað meira spennandi at koma til dystirnar.
Flogbóltssambandið hevur havt steypafinalur á henda hátt í nøkur ár.
?Hetta er tað einkulta hendingin, ið størst orka og flestir pengar eru nýttir til. Sjálvar fyrireikingarnar hava kostað einar 60.000 krónur, sigur Niklas.
Hann sigur, at teir hava gagnnýtt royndirnar frá árunum frammanundan, og tey eru als ikki bangin fyri at royna nakað nýtt.
?Tað, vit hava roynt, duga vit, og vit royna so at byggja uppá. Bara hetta gólvið er eitt stórt arbeiði at leggja á, men tað ger tað meira spennandi at síggja.
Skulu vit gera flogbóltin betri umtóktan, mugu vit byrja onkrastaðni, og hetta er eitt gott høvi, sum vit vóna fer at eggja til nakað meira, sigur Niklas Joensen.