Tunnan hjá froskmonnunum alt ov sterk

- Tunnan, sum verður sligin á sjónum, skal ikki styrkjast, men av misgávum varð hon styrkt í ár, sigur formaðurin í Tórshavnar Froskmannafelag, Heri Andreassen

Føstulávintstiltak

Leygardagurin fyri føstulávint er ein stórur dagur hjá Tórshavnar Froskmannafelag. Í fleiri ár undan føstulávint hava limir í felagnum og onnur, sum hava átt ein froskmannabúna, sligið tunnu við Bursatanga.
Soleiðis var aftur í ár. Eini 25 menn og kvinnur hugnaðu sær soleiðis seinasta leygardag við tunnusláing.
Heri Andreassen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag, sigur, at tað er fastur táttur, at Brandstøðin kemur oman á bryggjuna við bili og syrgir fyri, at tunnan hongur, har hon skal, tá ið tunnusáingin byrjar.
- Væl av fólki plagar at hyggja at, og soleiðis var eisini í ár. Men
áskoðaratalið avhongur av veðrinum. Fyrrapartin leygardagin var meira illfýsið, men sum leið um middag, gjørdist veðrið betur og fólk, ið vóru komin oman at hyggja at, hugnaðu sær saman við froskmonnunum.

Tunnan ov sterk

Heri sigur, at tað tók langa tíð at bróta tunnuna.
- Tunnan, sum verður sligin á sjónum, skal ikki styrkjast, men tað
høvdu teir gjørt, ið høvdu riggað hana til. Vit plaga eisini at sláa tunnu eftir nátturða hendan sama dagin, men tá er tað uppi á turrum. Hetta tiltak fer fram í garaguni, sum vit hava. Av misgávum vórðu báðar tunnurnar styrktar.
Heri sigur, at tað eydnaðist froskmonnunum umsíðir at fáa tunnuna niður, men tað tók langa tíð. Kattakongur gjørdist Símun Klein, og hann fekk eitt sonevnt barnasett við fitjum, masku og snorkli.
- Tað er ikki av tilvild, at vinningurin er eitt barnasett. Vit plaga at vera í svimjihøllini mikukvøld, og tá hava við eisini børnini við, sigur hann.

Hevur 150 limir

Tórshavnar Froskmannafelag hevur umleið 150 limir. Flestu eru úr høvuðsstaðarøkinum, men felagið hevur eisini limir úr øllum landinum.
- Vit húsast á loftinum á gamla Reinsarínum yvir av Sjómansheiminum í Havn. Ein garaga er íbygd gamla handilin hjá Waldemari Lutzen, og her hava vit nýggja bátin, vit eiga, sigur Heri Andreasen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag.
Tað var eisini í garaguni hjá felagnum, at tunnusláingin fór fram
eftir, at froskmenninir vóru lidnir á Bursatanga.