VALENTINDAGUR
Klaksvík. Fríggjadagurin 14. februar er Valentin-dagur. Valentindagurin er ein romantiskur dagur, har fjálgað verður um sambandið millum kynini.
Í hesum sambandi verður skipað fyri Valentin-dansi í Barok í Klaksvík, har Kristian Joensen fer at finna fram tað besta av tí besta innan romantiskan tónleik. Latið ikki Valentin dagin fara aftur við borðinum uttan at hava vitjað í Barok.
Kvinnurnar hava ókeypis atgongd heilt fram til klokkan 01.00.
Dansurin varar til kl. 03.45.
Leygardagin 21. februar verður 90-ára dansikvøld í Barok. Kvøldið, øll hava bíða eftir. Hetta kvøldið verður tað Martin Kjærbo, alias DJ-Cool, ið skipar fyri.
Hvør minnist ikki tey kendu feitu løgini frá nítiárunum!
Høvið verður aftur at hoyra hesi í Barok leygarkvøldið 21. februar.