tann minni menti, sum býr í bygdini, veit alt um. Tað tekur tíð at læra at tulka tað dulda háðið og spottið, »tað kravdi tev og týðarakynstur«. Ræðslan, sum stundum kemur á Kaisten, er uttan orð. Hann sigur [...] fram í einum ølklubba í Havn eitt vikuskiftiskvøld, og afturlítandi brot verða flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska [...] einum kamari á einum studentagarði í Keypmannahavn. Tá ið gestirnir eru farnir, fara Enokkur og Anna, sum bert hava kenst í fáar vikur, í song saman. Enokkur verður burtur í ørandi elskhugi, men seinni, tá
teimum monnum, sum livdu í Føroyum fyrst í hesi øldini var tað tað tjóðskaparliga stríðið, sum bar teir framá, og sum teir bygdu víðari á. Og boðskapurin í bókini kann sigast við heilt fáum orðum: ?Tú kanst [...] aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá hesum árunum. Tvey nøvn eru, sum ganga aftur [...] vaml fyri politikarum, sum fólk hava ídag. Tí í teirri einu greinini verður t.d. skrivað um Oliver Effersøe og Fríðrik Petersen, í 1910, at ?....tað er óivað, at nógv av fólki í Føroyum er farið at leiðast
landsstýrisformaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum. Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin. Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at [...] Motzfeldt, at tað fer at bera til. »Tað hevur tað altíð gjørt fyrr,« sigur hann. Men hann leggur dent á, at grønlendingar ikki í løtuni hava í kvittanum at fáa eina slíka skipan sum ta føroysku. Men tað kann vera [...] na millum samband og loysing í Føroyum. Men hann hevur ikki kenslu av, at slíkt er í Grønlandi í løtuni, Gott nokk er hann greiður yvir, at tað eisini eru loysingarmenn í Grønlandi, sigur Jonathan Motzfeldt
Tað er Vágs Bóltfelag sum skipar fyri stevnuni, sum byrjar í annaðkvøld og endar sunnukvøldið. Seinast VB skipaði fyri sølustevnu var í 1991, men síðani hevur tíðin líkasum ikki eggjað til tey stóru h [...] mitt á vatninum á veg vestur í høllina. Og børn fara ganga í nissuhúgvu. Gamal hugni Tað fer at seta ein heilt serligan dám yvir stevnuna at tey fara at gera eina køk í gomlum sniði, har nakrar konur fara [...] eitt sindur ljósari aftur, og tí hava tey hildið tað verið ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak aftur - fyri fyrstu ferð í seks ár. Og tað tykist sum um um hetta bjartskygni eisini hevur breitt seg
um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda. Leikurin er skrivaður út frá gomlum søgum, sum gamal gandakallur Johan Kaaven skrivaði. Hann búði í Finnmørkini og doyði í 1918. Í Sjónleikarhúsinum [...] bløðrubruna. Hendingarnar í leikinum fara fram í eitt samdøgur, meðan gandakallurin vitjar í heiminum hjá teimum gomlu. Gandakallurin sigur hjúnunum nakrar sannleikar, sum ikki allir fella í eins góða jørð hjá [...] hon var limur í einum sjónleikarbólki, mannað av leikarum úr ymsum londum. Í dag býr Eyð Matras í Havn, her hon arbeiðir við sjónleiki. Eisini undirvísir hon í drama á Studentaskúlanum í Hoydølum. Um
seg sjálvan, foreldrini og í seinasta lagi lívið. Í »Borg og smátta« eru vit í býnum í sjóðandi vakstrartíðum, har tað verður bygt og umbygt í einum yðjandi meldri. Fyrst verður sagt eitt sindur um Slottið [...] eina aðra leið, og serliga í seinni søgum verður tann eysturlendska havd á máli. Kortini verður longu borið við hana í »Tí bláu kannuni«. Í søgunum hjá Hanusi Andreassen verður tað eisini gjørt greitt, at [...] 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum
móð av at ferðast. Gøturnar í Nepal Vit vórðu verandi í Kat-mandu í 3 dagar, og bæði vóru samd í, at okkum dámdi ikki so væl har. Vit búðu nú í tí bíligara part-inum av býnum - í tí víða-gitnu Freakstreet [...] duttu útí, men tað høvdu vit als ikki tíð til at hugsa um. Vit vóru í ánni, og so vóru vit uppi í bátinum aftur! Tað var rættiliga skelkandi at uppliva, men aftaná vóru vit øll samd í, at tað var hædd-arpunktið [...] allastaðni. Fólk búgva í skúrum, ið vit vanliga høvdu kallað hol í jørðini. Tey ganga í gomlum, skitnum klæðum, og tú hittir alla tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at
fátæktin, sum tað her verður spurt eftir. Veikleikin í allari teirri útvortis sikkurheitini. Sárbarheitin, tá lívið og deyðin gera ilt. Styrkin í tí, sum sær veikt út. Sælan í ósæluni. Tað ósjónliga, sum alt [...] børn, sum enn skuldu havt góðar dagar í móðurlívi, kenst mongum øðrvísi. Øll syrgjandi hava tað í felag, at deyðin bytir lívið sundur í eitt áðrenn og eitt aftaná. Einki verður tað sama aftur. Tað kann [...] symboliserað sum eitt skip, líkasum hetta rúmið, vit sita í, verður kallað kirkjuskipið. Tað skal minna okkum á, at í okkara smáu lívsførum eru vit øll, sjónlig sum ósjónlig, livandi sum deyð, innanborða í einum
milliard í almennum íløgum um árið tey næstu fimm árini. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin ella veljarin, sum er garantur fyri, at alt hetta verður goldið antin so ella so. Í mínum hugaheimi er tað líka [...] framkomnan matvøruídnað í Føroyum, sum verður kappingarførur við aðrar. Og sum eg nevndi frammanfyri, so eiga íløgur til frama fyri tey eldru, tey sjúku og tey brekaðu, og tað vil siga í almannaverkið og h [...] fyri durum, er tað vanligt, at flokkar og politikkarar geva veljarum sínum gylt lyftir av ymiskum slag. Tað mest vanliga er, at flokkarnir í andstøðuni, royna at yvirbjóða flokkarnar í samgonguni, og
anskræmiliga og áhaldandi . ³Tað er deyðin sum vitjar meg í svøvni³, sigur Jóhanna. Tað løgna er, at maðurin ressast, men sýninst ikki at lata við seg koma. Sum áskoðari verður tú drigin upp eftir hárunum [...] úr honum. Tá kom tað á hana, at hon skuldi sleppa honum. Í tí hon ger tað, hyggur sonurin uppá mammuna, og hon sær deyðsóttan í eygum hansara. Tá kom Jóhanna í tankar um ein ísklump, sum sonurin ein dagin [...] sissar hana, so sum hann ivaleyst hevur gjørt hvørja nátt, síðani konan fór í seingina, ³at tosa við deyðan í dreymi³, sum hon málber seg. Við eitt brestur hurðin upp, og gandakallurin kemur sum eitt fok um