Tá val stendur fyri durum, er tað vanligt, at flokkar og politikkarar geva veljarum sínum gylt lyftir av ymiskum slag. Tað mest vanliga er, at flokkarnir í andstøðuni, royna at yvirbjóða flokkarnar í samgonguni, og somuleiðis hvønn annan. Men í hesum døgum hoyra vit nakrar heilt aðrar tónar. Tey størstu og kostnaðarmiklastu lyftini, koma júst frá teimum, sum sita við politisku ábyrgdini.
Seinastu tíðina hevur sjálvstýrisflokkurin skipað fyri almennum fundum kring landið um samferðslumál. Í seinastu viku vóru tveir slíkir fundir. Annar var í Vágunum og hin var í Norðoyggjum. Á báðum hesum fundunum vóru undirsjóartunnlarnir eins og onnur samferðslumál á skránni. Og her vóru ongar smalar gøtur hjá gamla sjálvstýrinum. Undirsjóartunnil bæði undir Vestmannasund og Lorvíksfjørð beinan vegin.
Út frá tí, sum tveir íslendingar greiddu frá á fundi í Klaksvík fyri stuttum, um undirsjóvartunnilin millum Akranes og Reykjavík, so rokni eg við, at hesir báðir undirsjóvartunnlarnir hjá okkum, fara at kosta umleið 1 milliard (1000 milliónir) krónir tilsamans. Á somu fundum tosa gomlu sjálvstýrarnir um at gera eina íløguætlan við tí fyri eyga at endurnýggja strandferðsluflotan. Her tosa teir um 40 milliónir um árið í 10 ár.
Í høvuðsstaðarøkinum tosa politikkarar úr bæði gamla sjálvstýrinum, og úr øðrum flokkum við, um at gera flogvøll á Glyvursnesi. Eisini er tað lívið um at gera, at ein onnur verkætlan, ið eitur Tórsvøllur, verður framd so skjótt sum gjørligt. Umframt hetta hava vit allar tær vanligu almennu íløgurnar t.d. á almannaøkinum, heiluøkinum, skúlaøkinum o.s.fr. Við hetta lag koma vit lættliga uppá ein 1 milliard í almennum íløgum um árið tey næstu fimm árini.
Í síðsta enda er tað skattgjaldarin ella veljarin, sum er garantur fyri, at alt hetta verður goldið antin so ella so. Í mínum hugaheimi er tað líka mikið, um íløgurnar og raksturin, ið stendst av teimum, verða goldin við skattakrónum, meirvirðisgjaldskrónum, bummpengum ella øðrum nýtslugjaldi. Tað eru tey somu, ið eru garantar, og sum skulu gjalda tá á stendur.
Millum øll hesi mongu »góðu« tilboðini til veljaran sakni eg íløgur í almannaverkið og heilsuverkið. Eg hugsi t.d. um íløgur í umlættingarheim fyri eldri og brekað. Um íløgur í eldraíbúðir og sambýlir fyri bæði eldri og brekað. Og á heilsuøkinum er eisini stórur tørvur á íløgum. Serliga í sjúkrahúsverkinum. Men eisini í heilsutænastuni annars. Er tað veruliga soleiðis, at vit hava lyndi til at gloyma tey veiku, og tey eldru, sum bygdu hetta land?
Tunnilsfepurin er sera høgur í løtuni, og alt bendir á, at tær politisku umfarssjúkurnar, sum vanliga fara at ganga uppundir hvørt einasta val, verða sera herviligar til løgtingsvalið, sum nú stendur fyri framman. Eiga vit ikki at sláa kalt vatn í blóðið, og síggja nakrar veruleikar í eyguni, áðrenn vit fara at tosa um risastórar almennar íløgur?
Tann fyrsti veruleikin er at landskassin hevur eina skuld uppá umleið 6 milliardir ella 6000 milliónir krónir. Ein annar veruleiki er, at okkara høvuðsvinna - fiskiskipaflotin, sum stendur fyri stórari endurnýgging, kemur at krevja stórar íløgur tey komandi árini. Heldur ikki sleppa vit undan at gera íløgur í fiskivinnuna á landi, soleiðis at vit kunnu tosa um ein framkomnan matvøruídnað í Føroyum, sum verður kappingarførur við aðrar.
Og sum eg nevndi frammanfyri, so eiga íløgur til frama fyri tey eldru, tey sjúku og tey brekaðu, og tað vil siga í almannaverkið og heilsuverkið, at raðfestast frammanfyri nógvar aðrar íløgur, sum tola at bíða.
Tann 24. nov. 1997
Vilhelm Johannesen