Tú kanst ikki verða heimsborgari fyrrenn tú ræður í egnum landi

? Onkur vil kanska halda, at hetta er ein farin tíð. Nú á døgum eru tað sjálvandi onnur mál, og aðrir vegir, men myndin er onki øðrvísi. Tí stríðið er akkurát tað sama.

Jú, Emil Thomsen letur aftur hoyra frá sær. Eftir ein steðg í trý ár gevur Bókagarður aftur tvær sera forvitnisligar bøkur út.

Onnur bókin er ?Ferð mín til Damaskusar3, sum Kristian Osvald Viderø hevur skrivað, og sum fæst fyri 190 krónur.

Hin bókin er »Frælsmannamál«, sum fæst fyri 280 krónur.

?Ferð mín til Damaskusar« er 13. bókin, út er komin eftir Viderø og hann hevur langt síðani ritað navn sítt fast sum eitt hitt víðskygnasta skald okkara.

Hann er óneyðugt at siga meiri um.

Hin bókin, »Frælsmannamál«, er eitt rúgvismikið úrval av blaðgreinum og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926.

Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman.

Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá hesum árunum.

Tvey nøvn eru, sum ganga aftur og aftur í bókini: Tingakrossur og Rasmus Rasmussen.

Men har eru eisini røður og greinar eftir Jákup Dahl, Símun Skarð, Bærentsen, amtmanni, Jóannes Patursson og M.A. Winther, fyri at taka nøkur nøvn burturúr rúgvuni.

Hugskotið til bókina fekk Tummas Lenvig, meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið.

Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum herheima og uttanlands.

? Eftir nærri kanning vísti hetta tilfar seg at vera sera áhugavert. Tí her var talan um søgulig, mentanarlig og politisk evni við greiðari støðu til tjóðskaparmál og rættindi føroyinga á søguligari grund í fortíð og í samtíð.

Meðan arbeitt var við hesum, kom Tummas Lenvig framá annað tilfar, har serliga frásagnir frá fólkafundum skal nevnast.


Kveiktu andligan gróður

Talan er um røður, kendir menn hava hildið. Men umframt hetta, er eisini annað tilfar tikið við, sum verður mett at hava áhuga hjá nútíðarfólki at kunna seg við.

? Teir menn, sum skipaðu fyri hesum fólkafundum, og tóku orðið har, vóru tjóðskaparsinnaðir hugsjónarmenn. Felags fyri teir var, at teir vildu fremja upplýsing og kveikja andligan gróður við føroyskum máli og føroyskari mentan sum grundstøði.

Henda bókin, ?Frælsmannamál3 hóskar serstakliga væl til grundstøðið undir øllum tí drúgva útgávuvirkseminum hjá Emil Thomsen.

Tí hansara aðalstevna hevur altíð verið at geva bøkur út, sum menna málið og mentanini á Føroyum.

Og besta amboðið til tað, heldur Emil, hevur verið at geva tí breiða almenninginum atgongd til bøkur, hann annars ikki hevði havt møguleika at ogna sær.

Og væl má sigast at tað hevur vignast hjá Emil. Tí hesi 29 árini, hann hevur havt Bókagarð, hevur hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur.

?Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi.

Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki onkrar bøkur frá Bókagarði standa og tí haldi eg, at eg havi rokkið míni aðalstevnu, sigur 82 ára gamli, men enn virkni, Emil.

? Og tað er mær ein stór gleði, at bøkur mínar esini eru komnar skúlunum væl við. Og tað fløvaði at fáa bræv frá gomlum lærara, sum stutt segði mær, at tað hevði ligið vátt undir føti hjá framhaldsdeildini í føroyska skúlanum, vóru bøkurnar hjá Bókagarði ikki komnar.


Má hava góðar vónir

Nú eru trý ár síðani Bókagarður læt frætta frá sær seinast.

Emil Thomsen sigur, at kreppan neit so fast, at tíðirnar vóru ikki til at geva bøkur út.

? Kreppan var eitt øgiligt bakkast fyri samfelag og fyri einstakling, og í nøkur ár skerst ikki burtur, at fólk hava verið noydd at prioritera mat, hita og ljós hægri enn tann andliga førning, bøkur geva.

Men tá ið hann nú aftur er farin undir tvey stórverk, er tað tá tí, at hann aftur hevur fingið betri vónir til framtíðina?

? Eg má siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið.

Emil sigur, at tá ið hann hevur givið bøkur út, hevur hann altíð lagt dent á, at bøkurnar skulu hava dygd og tyngd, bæði til innihald og til útsjónd.

? Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu ikki bara lesast og so tveitast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi ættarlið kunnu veksa upp saman við teimum.


Høvdu vaml fyri politikarum

At geva hesa bókina hjá Viderø er eitt náttúrligt framhald av útgávuvirkseminum hjá Bókagarði.

Men Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann er serstakliga fegin um, at tað untist honum at geva bókina ?Frælsmannamál3 út.

? Bókin vísir okkum, hvussu teir menn hugsaðu, sum royndu at leggja lunnar undir frælsið og framburðin í Føroyum.

? Hon vísir okkum, hvussu nógvar, góðar kreftir stríddist fyri at berjast fyri frælsi, framburði og andligum vinningi - men eisini, hvussu sterkar kreftirnar vóru ímóti.

? Ella sagt heilt stutt: hon vísir okkum sambandsillgerðirnar, sigur Emil Thomsen.

Men bókin vísir okkum ikki bara, hvørjar hugsjónarligar eldsálir myndaðu almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini.

Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi.

Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk sama vaml fyri politikarum, sum fólk hava ídag.

Tí í teirri einu greinini verður t.d. skrivað um Oliver Effersøe og Fríðrik Petersen, í 1910, at ?....tað er óivað, at nógv av fólki í Føroyum er farið at leiðast við politikk, soleiðis sum hann artar seg her hjá okkum: Eitt støðugt klandur ímillum persónar og partíir, ein júkan upp í saman um tað sama, ein illvilji og ein illsemja, ið forðar allari samvirkan til bata fyri landið....3.

Hetta kundi fyri tað verið skrivað í dag, heldur Emil.


Fær fólk at hugsa

Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann metir ?Frælsmannamál3 sum eina av sínum allar týdningarmiklastu útgávum øll hesi árini.

Ja hann fer so langt sum at siga, at hetta er ein tann týdningarmesta bókaútgáva í hesi øldini.

? Bókin vísir okkum, at politiskt klandur ber ikki til, ber onga frukt. Tað kann alt tað unga fólki læra ein hóp av.

? Tað vísir seg oftani, at tá ið fólk missa fótafesti, leita tey aftur til røturnar, eftir onkrum støði, har tey fáa fast undir føti aftur og kunnu byrja starvið framá av nýggjum.

? Hjá teimum monnum, sum livdu í Føroyum fyrst í hesi øldini var tað tað tjóðskaparliga stríðið, sum bar teir framá, og sum teir bygdu víðari á.

Og boðskapurin í bókini kann sigast við heilt fáum orðum:

?Tú kanst ikki vera heimsborgari fyrrenn tú ræður í egnum landi, sigur Emil Thomsen.

? Onkur vil kanska halda, at hetta við tjóðskaparstríðið og tjóðskaparligum hugsjónum er ein farin tíð.

? Men tað er tað ikki. ? Sjálvandi eru tað onur mál, og aðrir vegir, sum eru uppi í tíðini í dag.

? Men myndirnar verða tær somu, tí hetta er akkurát sama stríð, vit stríðast í dag, leggur hann afturat.