Søla og undirhald í Vági alt vikuskiftið

Alt hetta vikuskiftið verður stór stevna í VB-høllini. Hetta er ein sølustevna við øllum møguligum, heilt frá bilum til blomstur. Men tað er eisini nógv undirhald á skránni

 

Tað er Vágs Bóltfelag sum skipar fyri stevnuni, sum byrjar í annaðkvøld og endar sunnukvøldið.

Seinast VB skipaði fyri sølustevnu var í 1991, men síðani hevur tíðin líkasum ikki eggjað til tey stóru handilstiltøkini.

Men nú eru útlitini eitt sindur ljósari aftur, og tí hava tey hildið tað verið ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak aftur - fyri fyrstu ferð í seks ár.

Og tað tykist sum um um hetta bjartskygni eisini hevur breitt seg til handilsfyritøkurnar kring landið, tí Julius Vest, sum er ein av fyrireikarunum fyri VB, sigur, at tað gekk heilt væl at fáa fylt handilsbásarnar.

Tilsamans eru 17 handlar kring alt landið eru við á stevnuni. Men harumframt hevur VB tríggjar básar, har tey fara at selja kaffi, smurt breyð, kakur o.a. Og á onkrum øðrum bási verður 21 spæl og onkur onnur spøl til børnini.

Av teimum 17 handlunum eru átta úr Suðuroynni. allir hinir eru norðaneftir.

Og vøruúrvalið er stórt. Á stevnuni er alt líka frá bilum og eykalutum, til skógvar og blomstur.

Eitt fyllfíggjað yvirlit yvir handlarnar á framsýningini er prentað aðrastaðni í blaðnum.

Tað kostar 40 krónur hjá vaksnum at koma á stevnu. Børn í skúlaaldri betala 20 krónur fyri at sleppa inn. Børn undir skúlaaldri sleppa inn fyri onki, men tey skulu fylgjast við foreldrunum.


Álvari og gaman

Men stevnan er ikki bara ein sølustevna. Tí tað er nógv annað á skránni eisini, báði til undirhalds og gaman.

Stevnudyrnar verða lætnar upp í annaðkvøld klokkan 17.30.

Fólk fáa ein hálvan tíma at hyggja, áðrenn Jógvan Krosslá, býráðsformaður setir stevnuna klokkan 18.

Táið stevnan verður sett, fer kirkjukórið Ljómur at syngja.

Ein av sangunum verður nýggi Vágssangurin, sum Niels Petur Nolsøe hevur yrkt og Pauli Hansen gjørt lag til.

Hóskvøldið letur stevnan aftur klokkan 22.

Fríggjadagin letur stevnan upp klokkan 17.30, og letur aftur klokkan 22.00.

Leygardagin er opið ímillum 14 og 20 og sunnudagin frá kl. 14-21.

Sunnukvøldið klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur at enda stevnuna.

Stevnan í Vági er ein jólasølustevna og ætlanin er at pynta høllina og at fáa ein jólaligan dám yvir stevnuni.

M.a. hava tey keypt 15 jólatrøð, sum verða sett upp ymsastaðni. Tað fyrsta longu á hólminum mitt á vatninum á veg vestur í høllina. Og børn fara ganga í nissuhúgvu.


Gamal hugni

Tað fer at seta ein heilt serligan dám yvir stevnuna at tey fara at gera eina køk í gomlum sniði, har nakrar konur fara at sita og spinna, karða og binda.

Eina gamla stovu fara tey eisini at gera, har nakrar konur fara at sita við stovuborðið og binda og baldýra.

Ætlanin er eisini at seta upp eitt umhvørvi, ið skal vera eitt gamalt hoyggjhús við eini kvørn inni í, og har fara eini fimm fólk at sita og arbeiða við hornum og ymsum øðrum.


Jólamaðurin

Nøkur afturvendandi tiltøk eru á stevnuni til undirhalds.

Hvønn dag fer jólamaðurin at ganga runt, umleið ein tíma hvørja ferð, og hann fer at bjóða børnunum karamellur.

Jólamaðurin kemur á vitjan hóskvøldið klokkan 20, fríggjakvøldið klokkan 18, leygardagin klokkan 16 og sunnudagin klokkan 16.


Mótasýningar

Fleiri mótasýningar eru eisini á skránni.

Tann fyrsta verður fríggjakvøldið klokkan 19. Mótasýning verður eisini leygardagin, báði klokkan 15 og klokkan 17, og sunnudagin klokkan 16 og klokkan 18.

Tey klæðini, sum verða víst fram, eru báði til ung og eldri.

Handlarnir, sum fara at vísa klæðir fram eru All-Inter Sport í Klaksvík, Shop In og Chic á Glyvrum, Esmar Simonsen á Kambsdali, sum selur arbeiðsklæðir og skógvahandilin hjá Solveig Ripley í Vági.


Tvær dansiframsýningar og jólakort

Á stevnuni verða tvær dansiframsýningar og báðu ferðina er tað dansifelagið ?Dansið við³, sum fer at vísa fram ymsan útlendskan dans.

Fyrra dansiframsýningin verður fríggjakvøldið klokkan 20.30, og seinna framsýningin verður sunnudagin klokkan 17.

Á stevnuni fer Rógvi Johansen eisini at taka myndir til jólakort. Tað fer hann at gera fríggjadagin frá kl. 18 til 20, leygardagin frá kl. 16 - 18 og sunnudagin frá kl. 15-17.


seks konsertir

Á stevnuni verða ikki færri enn seks konsertir av ymsum slag.

Fyrsta konsertin verður, sum nevnt tá ið Ljómur fer at syngja, tá ið stevnan verður sett klokkan 18 hósdagin.

Leygardagin verða tríggjar konsertir:

Regin Jacobsen fer at spæla uppá harmoniku klokkan 16 og klokkan 19.

Og klokkan 18 fer klaksvíkingurin, Hanus Johansen at syngja.

Sunnudagin verða tvær konsertir.

Hanus Johansen fer at syngja klokkan 15 og klokkan 20.30 fer musikkskúlaorkestrið at spæla.


Dansur bæði kvøldini

Báði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður dansur í VB-húsinum.

Fríggjakvøldið fer eitt orkestur úr Vági at spæla tónleik fyri teimum ungu.

Leygarkvøldið verður fyrst veitsla fyri teimum, sum vísa fram á stevnuni og hjálparfólkum, men aftaná verður almennur dansur, har Bergur Jacobsens dansiorkestur fer at spæla.

Aldursmarkið er 18 ár.


Fleiri vinningar

Ætlanin er eisini at hava fleiri lutakast ímillum tey keyptu atgongumerkini á stevnuni.

Hvørt kvøld verða fimm vinningar drignir.

Sunnukvøldið verður eisini drigið um høvuðsvinningin, sum er eitt stereoútgerð frá Elektronikkbúðini.

Allir vinningarnir skulu avgreiðast, so liggja vinningar eftir frá kvøldunum fyri, sum ikki eru heintaðir, verður eisini drigið um teir sunnukvøldið.

Fyri at eggja luttakarunum á stevnuni til at gera burturúyr básunum, fylgir ein atkvøðuseðil við hvørjum atgongumerki, har fólk kunnu atkvøða um vakrasta básin.

Vakrasti básurin fær 3.000 krónur, nummar tvey fær 1.500 krónur og nummar trý fær 1.000 krónur.

Julius Vest sigur, at arbeitt hevur verið við hesari framsýningini síðani í september mánaða, men serliga hesin síðsti mánaðin hevur verið strævin.

­ Men tað hjálpir so ómetaliga væl, táið tað ongantíð stendur á at fáa fólk at taka eitt tak.

Hann sigur, at tilsamans hava eini 60 fólk verið uppií fyrireikingunum.