Hendan greinin snýr seg bert um at lyfta so nógv sum gjørligt. Í deadlift er eisini øgiliga nógvur taktikur, og tískil er tað mangan so, at fleiri av luttakarunum leypa eina vekt um og so framvegis. Regin Vágadal [...] lyftast upp á ein kassa, sum var umleið ein og ein hálvan metur til hæddar. Hetta gekk skjótt fyri seg, og tað sá út sum um, at tað vóru mjólkapakkar, so hart kastaðu hesir risarnir kaggarnar upp á kassan [...] var um eini 300 kilo. Eftir at fyrst Flemming Rasmussen, Svend Karlsen, Torfi Ólafson og Berend Veneberg høvdu roynt seg, kom túrurin so til okkara egna Regin Vágadal. Hann fór so við og við fram um allar
minuttir vóru farnir, tá John Petersen sera hegnisliga lobbaði upp um beinið á Kaj Leo, sum var á veg út. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti Jákup á Borg, sum ofta hevði vítt øki at spæla á í høgru, har HB verjan [...] kundi tveita seg. Verjan var tunn, og so kom Jákup á Borg við aftara stólpa og sendi upp í nettakið, sum saman við B36 spælarum og viðhaldsfólkum fór upp frá! Fínt undirhald, vónbrot hjá HB, gleði hjá B36 [...] farnir. B36 royndi at fóta sær við at varðveita bóltin og spæla upp á tvørs á egnari hálvu. Jens Kristian var ikki ansin, og eingin bakkaði upp, tá hann misti eitt lítið sindur aftanfyri miðstrikuna, Allan
talan um 40 broytingar, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap. ? Talan er í summum førum um rættiliga grundleggjandi broytingar. ? Eitt nú verður skotið upp at leggja [...] ganga heilt eftir ætlan við ætlanini at broyta lógina um vinuligan fiskiskap. Í farnu viku legði hann uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fríggjadagin varð tað beint í v [...] Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at vinnunevndin fer ikki at leypa framav, men fer at viðgerða málið væl og virðiliga. ? Talan er um so nógvar og grundleggjandi broytingar, at eg dugi ikki síggja, hvussu
mánadagin komu boð frá FSF um, at Allan Simonsen hevur úttikið hópin, sum fer úr Føroyum til Sarajevo sunnudagin 16. august. Í hópinum eru Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A- [...] yvirtikið plássið hjá júst Jens Martini í GÍ-málinum, er tikin fram um royndari menn sum Bjarna Johansen og Kaj Leo Johannesen. Lítil ivi man vera um, at Jákup Mikkelsen verjir málið í Sarajevo, og at venjarin [...] var í Føroyum um vikuskiftið Landsliðsvenjarin Allan Simonsen hevur ikki verið nógv at sæð í Føroyum, og tá Sosialurin hósdagin spurdi seg fyri á skrivstovuni hjá FSF, vistu tey einki um, at hann skuldi
Jákup á Borg hoyrdi í útvarpinum, at hann var úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. ? Tað kom rættiliga óvart á meg. Eg segði við Sosialin fyri tveimum mánaðum síðani, at eg satsaði upp á at koma [...] koma á landsliðið um eini tvey ár, men at tað skuldi koma so skjótt, hevði eg ikki roknað við, sigur hann. Spurdur, um hann roknar við at sleppa inn, svarar Jákup, at tað roknar hann als ikki við. ? Eg fari [...] 18 ár og ov gamal til tað, men steðgurin millum U18-liðið og A-landsliðið var ikki langur. Jákup á Borg er í løtuni toppskjútti í 1. deild við tíggju málum í teimum 11 dystunum, sum eru spældir í lands
sjálvt um viljin var góður, so var tað sjónskt, at bæði Julian Johnsson og Todi Jónsson, sinniliga vóru farnir í summarfrí, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at Todi Jónsson royndi at spæla, sjálvt um hann [...] Øssur ikki var við. Allan Mørkøre er sjálvskrivaður á liðnum. Spurningurin er bara, um hann verður á vongverjanum, ella um hann verður á miðvøllinum. Todi Jónsson og John Petersen vera framrættaðir, men tað [...] greitt, at hinir spælararnir koma neyvan upp á tal til ellivu teir fyrstu. Teir eru Sunvard Joensen, Arnbjørn Danielsen, Jens Erik Rasmussen, Símun Eliasen og Jákup á Borg.
hann royndi at lobba upp um B36-málverjan. Við hálvleiksstøðuni 5-0 var seinni hálvleikur bert ein spurningur, um sumbingar fóru at verja fyri at avmarka tapið, ella um teir fóru at leypa á í royndini at fáa [...] týðiligur sum í Sumba leygardagin, tá B36 vitjaði á Krossinum. B36 vann dystin 10-0, og menn vita ikki um størri sigur í 1. deild í »nýggjari tíð«. Samstundis vann KÍ eisini 10-0 á TB í Klaksvík, og hetta [...] havt nakra veruliga roynd á B36-málið, og havnarliðið fekk trý mál afturat áðrenn hálvleik. Jákup á Borg skeyt øll trý, og gjørdi sostatt reint hat-trick, og so brúkti hann enntá bert átta minuttir til at
fyri ein venjara positiva trupulleikanum, at hann skal taka støðu til, um tað skulu gerast nógvar og stórar útskiftingar, ella um hann skal halda seg til tað fólkið, sum sammett við ússaliga avrikið í [...] lítið korter fekk Jákup á Borg møguleikan, og tað var væl skiljandi, tí Uni Arge hevði tuskað nógv og serliga í 2. hálvleiki var stuðulin lítil. Treytirnar hjá Jákupi á Borg í altjóða fótbólti at vísa [...] Næsta uppgávan verður á heimavølli, og um venjarin velur at hava eina eitt sindur meiri framrættaða útgangsstøðu, so er upplagt, at hesir báðir koma uppá tal, um teir vera væl fyri.
síðu varð tikið skjótt, og tá bólturin varð sendur flatt inn í brotsteigin, traðkaði John Petersen upp um hann, so hann endaði hjá Mikkjali Thomassen, og hann hevði lætt við at skora móti lumpaðu ÍF-verjuni [...] megnaði at fylgja við B36 í slakar 70 minuttir á nýggju »savannuni« í Gundadali, men so kom havnarliðið upp á 4-2, og eftir tað var einki at gera hjá ÍF-liðnum, sum fullkomiliga punkteraði móti endanum. ÍF hevur [...] næstseinasta vikuskiftið var á Toftum og spældi móti B68, vóru teir aftanfyri 3-1, men megnaðu at koma upp á 3-3 við tveimum málum frá Bárði á Lakjuni. Og sunnudagin var nær við, at hann endurtók bragdið.
dysturin líður. Hvussu kann tað henda ella bera til? Tað, sum vit venjarar tosa mest um, tá vit tosa um dómarar, er, um hesir dómarnir hava »sitatiónsfornemmilsi«, t.d. í dystinum millum KÍ-TB fer Heðin [...] skulu døma ymiskt, tvs. broyta fótbóltslógina. Eingin ivi er um, at hesar ásetingar og tos um eina felagslinju at døma eftir, er eitt haft um beinini á okkara bestu dómarum. Lat teir døma útfrá sær sjálvum [...] tað keypir man bara. So kanst tú halda um tað, tú vilt, men eingin ivi er um, at fótbólturin á smáplássunum verður hart raktur. Vónið tó, at ein kanning niðri um júst sama evni, fer at vísa tað sama her