Málveitsla í Sumba

Fótbóltur: B36-ararnir vístu seg sum óhøviskar gestir, tá teir fóru úr Sumba við trimum stigum og tíggju málum

Munurin millum toppin og botnin í 1. deild var ongantíð so týðiligur sum í Sumba leygardagin, tá B36 vitjaði á Krossinum.

B36 vann dystin 10-0, og menn vita ikki um størri sigur í 1. deild í »nýggjari tíð«. Samstundis vann KÍ eisini 10-0 á TB í Klaksvík, og hetta má sigast at vera bensin á bálið hjá teimum, sum ynskja at minka talið av liðum í 1. deild.

Eftir at John Petersen í 8. minutti hevði fingið hol á móti Sumba og sjálvur økti til 2-0 átjan minuttir seinni, var dysturin longu avgjørdur. Tá hevði Sumba enn ikki havt nakra veruliga roynd á B36-málið, og havnarliðið fekk trý mál afturat áðrenn hálvleik. Jákup á Borg skeyt øll trý, og gjørdi sostatt reint hat-trick, og so brúkti hann enntá bert átta minuttir til at gera tað.

Umframt tey fimm málini høvdu John Petersen og Mikkjal Thomassen eisini hvør sína roynd á træverkið áðrenn hálvleikssteðginum. Í hinum endanum var Sumba nærmast við, tá Egin Høgnesen var komin ov langt út eftir einum bólti, sum hann sparkaði út, men bólturin endaði beint hjá einum sumbingi, sum kortini ikki megnaði at raka málið, tá hann royndi at lobba upp um B36-málverjan.

Við hálvleiksstøðuni 5-0 var seinni hálvleikur bert ein spurningur, um sumbingar fóru at verja fyri at avmarka tapið, ella um teir fóru at leypa á í royndini at fáa okkurt málið, so úrslitið bleiv eitt sindur vakrari.

Teir valdu tað seinna, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál, hóast bæði Jan Poulsen og Georg Kjærbo høvdu okkurt tilboð. Í staðin helt málveitslan fram í hinum endanum, og bæði Jákup á Borg og John Petersen gjørdu eitt ordiligt lop á málskjúttaralistanum.


Sumbingar skerdir

Sumba manglaði Dánjal Johan Joensen (leikbannaður) og Sonna Kjærbo (skaddur), og tað hevur eisini sett síni spor, at Eirikur Joensen ikki er við meir.

Og sumbingar verða heldur ikki fullmannaðir til sera týdningarmikla dystin móti TB á Tvøroyri komandi vikuskiftið, tí tá góðir tíggju minuttir vóru eftir, sá Georg Kjærbo gult fyri aðru ferð og verður hann sostatt leikbannaður til dystin á Sevmýri.

B36 spældi betri í fyrra enn í seinna hálvleiki, tá tað ikki var so nógv eftir at spæla um. Men hóast munurin á liðunum leygardagin var stórur, er B36 fyrsta lið, sum hevur verið á Krossinum og vunnið uttan trupulleikar. Fyrr hava bæði B68 og HB verið í Sumba og hava verið heppin at kunnað farið norður um aftur við øllum stigunum, og hvørki ÍF ella TB fekk nakað við sær heim aftur úr Sumba.

Men úrslitið leygardagin bendir á, at Sumba-liðið í dag ikki er so gott sum tað hevur verið fyrr í kappingini. Nú kappingin er so langt útliðin, er stutt ímillum leikbannini, og tá skaðar eisini gera fortreð, verður tað sera trupult hjá einum liði sum Sumba, sum ikki hevur so nógv fólk at taka av, at standa seg, serliga móti teimum ovastu liðunum.

B36 sær hinvegin út til at vera komið sera væl fyri seg eftir hálvvánaligu fyrru helvtina av kappingini, og at árstalsfelagið í løtuni hevur besta álopið í Føroyum, er einki at taka seg aftur í. Leygardagin skutu Jákup á Borg og John Petersen níggju av teimum tíggju málunum, B36 fekk.