ÍF megnaði at fylgja við B36 í slakar 70 minuttir á nýggju »savannuni« í Gundadali, men so kom havnarliðið upp á 4-2, og eftir tað var einki at gera hjá ÍF-liðnum, sum fullkomiliga punkteraði móti endanum.
ÍF hevur ongantíð trivist serliga væl í Gundadali, og í fjør taptu teir 8-3 móti B36 í Havn. Munurin hesa ferð varð eisini fimm mál, men úrslitið er eitt sindur misvísandi fyri dystargongdina. ÍF hevði fleiri heilt góðar møguleikar og spældi til tíðir meira sum eitt oddalið enn sum eitt botnlið.
B36 byrjaði annars dystin betur og setti hol á málskjótingina longu í fimta minutti, tá Ninoslav Milankovic setti høvdið undir eitt hornaspark úr vinstru. Ein góð byrjan hjá heimaliðnum, sum longu hevði verið nærgangandi eini tvær ferðir áðrenn fyrsta málið kom.
Men ÍF fall ikki í fátt, og fleiri ferðir avdúkaðu teir veikleikar í B36-verjuni, har serliga Jens Kristian Hansen var illa fyri (smáskaddur). Men tað var ein annar landsliðsspælari, Arnbjørn Danielsen, sum fullkomiliga kiksaði, tá hann skuldi sparka burtur, men Mariniak Maciej, sum var púra einsamallur, tá bólturin datt niður fyri føturnar á honum, skeyt langt uppum.
Hetta hendi, tá eitt korter var farið, og fimm minuttir seinni fekk ÍF javnað. Mariniak arbeiddi væl inni í brotsteiginum, og tað endaði við, at Bogi Nón spældi Egil Zachariasen púra leysan, og hann sveik ikki.
Tá hevði ÍF havt gott tak á heimaliðnum, sum ikki fekk sítt spæl við teimum stuttu sendingunum at rigga. Fuglfirðingar sóu, at tað bar til, og við eitt sindur av hepni kundu teir fingu meira burturúr hesa løtuna. Serliga Egil Zachariasen var vælspælandi, men ofta var tað tann seinasta, avgerandi sendingin, sum ikki lá rætt. ÍF hótti, men B36-liðið er gott, og eftir útjavnandi málið megnaðu teir at yvirtaka aftur.
ÍF-liðið var skert, tá tað kom til dystin. Høgni Hansen og Eyðálvur Petersen vóru leikbannaðir, og tíðliga í dystinum noyddist Jacek Jaarlaczek, sum ikki var 100 prosent áðrenn dystin, út. Og nakað seinni noyddist Piotr Krakowski so eisini av vøllinum eftir at hava forstrekt hælsinuna. Av tí sama fór Torkil Hansen, sum byrjaði uttast vinstrumegin á miðjuni, aftur á aftasta plássið, meðan Bartal Eliassen bleiv verandi millum verjuna og miðjuna.
B36 fekk sítt næsta mál, tá klokkan nærkaðist 43 minuttum, og tað var eitt sera gott mál. Eitt hornaspark í høgru síðu varð tikið skjótt, og tá bólturin varð sendur flatt inn í brotsteigin, traðkaði John Petersen upp um hann, so hann endaði hjá Mikkjali Thomassen, og hann hevði lætt við at skora móti lumpaðu ÍF-verjuni.
Bárður hótti
við endurtøku
Tá ÍF næstseinasta vikuskiftið var á Toftum og spældi móti B68, vóru teir aftanfyri 3-1, men megnaðu at koma upp á 3-3 við tveimum málum frá Bárði á Lakjuni. Og sunnudagin var nær við, at hann endurtók bragdið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vísti ÍF aftur, at verjan hjá B36 kann vera svikalig, tá bólturin varð sendur innfyri úr vinstru. B36-verjan var ørkymlað, og Bárður á Lakjuni stóð púra leysur á 5-metrinum. Hann stýrdi bóltin í málið við høvdinum framvið Egini Høgnesen, ið stóð negldur í vøllin.
Nú var 3-2, og málið gav ÍF nýtt mót. Men B36 tyktist kortini hava tamarhald á støðuni, og Tomislav Sivic, sum var komin inn tíggju minuttir frammanundan og sostatt spældi í landskappingini fyri fyrstu ferð síðani 24. mai móti júst ÍF í Fuglafirði, gav fuglfirðingum trupulleikar úti í vinstru síðu.
Rógvi Larsen, sum var farin út fyri Sivic, hevði spælt væl móti sínum gomlu liðfeløgum, men nú venjarin kom inn (hann var nógv uppsettur), kom verulig ferð á heimaliðið. Tað gingu eisini bert fimm minuttir frá næsta málinum hjá ÍF, til B36 kom upp á fýra. Ronnie Samuelsen fekk pláss uttarlaga í brotsteiginum, og skotið hjá arbeiðsmanninum á miðvøllinum var so hart og væl plaserað, at Erling Joensen, sum annars spældi ein góðan dyst og ikki veruliga kundi lastast fyri málini, ikki rakk eftir honum.
B36 átti rest
Nú misti útiliðið mótið, og B36 átti restina av dystinum. Teir fingu trý mál afturat seinastu tíggju minuttirnar. Fyrst skoraði John Petersen eftir einmansavrik, har hann meir ella minni misti bóltin eini tvær ferðir, men kortini megnaði at trýsta hann framvið Erlingi, og fimm minuttir seinni kopieraði B36 frísparkskombinatiónina hjá Argentina móti Onglandi í HM, og hóast hon mundi miseydnast, fekk Jákup á Borg skorað og sostatt eisini skrivað seg á málskjúttaralistan. Og í seinasta minuttinum setti venjarin sjálvur punktum eftir ein verjubrølara av teimum stóru.
B36 vísti í løtum, at liðið kann spæla eins væl og tað gjørdi í fjør. Teir hava nú eisini skotið 17 mál í teimum seinastu tveimum dystunum, men nógv bendir á, at liðið er komið ov seint í gongd, og at FM-heitið nú endar hjá grannunum.
ÍF vísti eisini í løtum, at hóast liðið bert hevur vunnið ein dyst í landskappingini, so kann tað spæla góðan fótbólt ? og tað enntá uttan fleiri av stamspælarunum. Men tað gongur striltið við at gera sær dælt av kjansunum, tá teir koma. Høvdu fuglfirðingar verið eitt sindur meira effektivir, tá munurin bert var eitt mál, hevði endaliga úrslitið kanska verið heilt øðrvísi. Men sum dysturin gekk, var B36-sigurin væl uppiborin, og teir eru nú komnir upp á 2. pláss á stigatalvuni.