Lat tað verða sagt beinanvegin, at FSF ikki er sera heppið við at senda sama dómaran til fótbóltsglaða Klaksvík tvey fylgjandi vikuskifti. Óansæð um dómarin eitur Birgir Sondum, Petur Erhard Kjærbo ella danski topdómarin Peter Mikkelsen, kann tað vera ein trupuleiki at døma sama lið vikuskifti eftir vikuskifti. Trúgvi eisini at trupulleikin er, at tað eru ikki ov mikið av dómarum til 1. deild, og tí er neyðugt hjá dómarunum at døma vikuskifti eftir vikuskifti, og at traðka til, tá ein hevur frí, vegna sjúku o.a. Teir fáa tí ikki staðið uttanfyri og eygleitt avrikið hjá øðrum dómarum og samanborið tiltiknu linjuna, tvs. sama dóm fyri somu gerð.
Tað eru umstøðurnar, ið skapa dømingina
Lat verða sagt beinanvegin, at Birgir Sondum er ein av bestu dómarunum, vit eiga. Trupulleikin hjá honum er bert, at hann hevur lagt linjuna hjá sær ov høgt í mun til aðrar dómarar. Sagt á annan hátt, hann gongur høgt upp í at gera sær ómak við tí, hann ger á vøllinum. Tað kann ikki vera skeivt, ella? Men tá ein gevur kort fyri tey smáu tingini tíðliga í dystinum, verða kortini tað litríkari og fleiri, sum dysturin líður. Hvussu kann tað henda ella bera til?
Tað, sum vit venjarar tosa mest um, tá vit tosa um dómarar, er, um hesir dómarnir hava »sitatiónsfornemmilsi«, t.d. í dystinum millum KÍ-TB fer Heðin sjálvur ígjøgnum í síðuni. Linjuverjin sær Kurt offside í hinum borðinum og veittrar, sum skeivt er. Dómarin floytar, og Heðin argast um avrikið hjá linjuverjarnum, og sigur: Eg eri ikki offside! við dómaran. Úrslitið er gult kort. Her eigur dómarin at bera yvir við leikaranum. Sama er við Kurt í sama dysti. Áðrenn Kurt fær seinna gula kortið, eigur hann fríspark, tá TB leikari kleyrar niður á hælin. Hetta fær hann ikki, men fær so fríspark ímóti sær beint aftaná. Sjálvandi ilnast leikarar, tá so er. Tað er tó eingin umbering fyri at leypa framav, og skal Kurt sjálvandi, sum rætt er, út. Men umstøðurnar eru ikki hepnar fyri dømingina, tá so er.
Dómarin má døma eftir sínum hjarta, og ikki eftir linjuni
Stuttligt er at síggja ensku dómararnar. Teir gera stórar villur, ja størri enn vit síggja her heima, men mátin teir leiða dystin uppá, er ein fragd at síggja. Teir liva við, tosa við leikararnar og gera sær ómak við at leiða dystin, ístaðin fyri at »døma« dystin. Hetta kundu vit kanska lært av. Haldi tí heldur ikki, at tað hevur so stóran týdning, um dómararnir halda eina felagslinju, ella døma eins. Tað ber snøgt sagt ikki til, tí dómararnir síggja ikki støðurnar eins. Úrslitið av hesum ásetingum og tosið um felags linju kann bara gera dómararnar ótryggar, tí tá døma teir ikki av »sínum hjarta«. Úrslitið er ein mongd av gulum kortum á skeivum stað til skeivu tíð, kanska óneyðugt og serliga tá dómarin hevur takið á dystinum. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at dómarar skulu døma ymiskt, tvs. broyta fótbóltslógina. Eingin ivi er um, at hesar ásetingar og tos um eina felagslinju at døma eftir, er eitt haft um beinini á okkara bestu dómarum. Lat teir døma útfrá sær sjálvum, t.d. kann eg ikki krevja, at Heðin á Lakjuni skal spæla júst sum Allan Joensen. Tað letur seg ikki gera, og tað kann ein heldur ikki krevja av einum dómara. Tak til dømis Petur Erhardt úr Sumba. Hann dømur, sum bert ein Petur Erhardt ger. Hann hevur stíl - nevniliga sín egna máta, at gera tað uppá.
Eins væl vit hava góðar fótbóltsleikarar, hava vit vánaligar dómarar og øvugt. Áskoðararnir kunnu so frøast, skelda og deila bæði til vinstru og høgru bæði um leikarar og dómaraavrik. Tað er partur av spælinum. Men ikki er loyvt nøkrum at ákæra dómara fyri forfylging. Tað er undir lágmarkinum.
Dómarin duga lógina, men eisini kenna spælið
Kann ikki lata vera við at tríva í onnur dømi - frá í ár. Steypafinala millum B71-HB gentur. Eitt tilvildarligt fríspark á miðum vølli gevur sandsgentu reytt kort, tá 5 min. eru leiktir. Hvat vil dómarin við tí avgerðini? Ella steypafinaluni í dreingjadeildini millum HB-B36, har dómarin gevur eina málmanninum reytt kort aftaná 5 min. fyri at taka beinini undan álopsleikara, sum dettur um málmannin, sum er á veg út.
Her er eingin málmøguleiki. Strangt tikið reytt kort! Ja, men hvar er »situatiónsfornemmilsi«? og kanska serliga í seinna hálvleiki, tá málmaðurin jarðar útileikara, uttan at fáa nakað kort. Og eins og ein minni heppin leikari, eigur dómarin at fara út á bonkin at sita.
At tað í dysti verður settur dómari, sum bert og bert dømir eftir bókini, verður ongantíð góður dómari. Hann má kenna spælið!
Tey stóru eta tey smáu
Farið nú á annan bógv. Í hesum tíðum, tá stóru fótbóltsfeløgini eta tey smáu feløgini. Ikki sørt, at hetta tykist at ørkymla tey smáu feløgini, sum ikki hava somu møguleikarnir at keypa fólk innundir seg, sum HB og B36. Tað er eingin ivi um, at tey mongu næstu árini verða tað tey bæði feløgini, sum fara at keypa sær meistaraheitið. Um so venjarin eitur Sivic, Johan Nielsen, Jóannes Jakobsen, er rumeni ella dani er líkamikið. Tað man ikki hevur, ella ikki hevur tol at menna, tað keypir man bara. So kanst tú halda um tað, tú vilt, men eingin ivi er um, at fótbólturin á smáplássunum verður hart raktur. Vónið tó, at ein kanning niðri um júst sama evni, fer at vísa tað sama her í Føroyum: Nevniliga at ungfólkið fer at støðast og trívast betur í smáfeløgunum. Annars fer ein virðismikil partur av trivnaðinum ella mentanini fyri bakka í smærru bygdunum. Vit hava sæð, at samanleggingin millum EB og Streymur, hevur gjørt at vøllurin og fótbóltsspælið í Hvalvík og Streymnesi er søga, í øllum førum fyribils, og uttan at seta navn á nakra bygd ella feløg, eru onnur feløg í sama vanda.
Hvørji tey feløg verða, fáa vit at síggja, tá eitt til tvey ár eru farin. Tá fer at síggjast hvørji feløg klára at fylgja við. Óivað fer at verða torført at manna nevndir onkursvegna, tí bogin er hart spentur fíggjarliga í fleiri feløgum. Tá er tíðin búgvin at lækka talið av liðum í 1. deild, men avleiðingina av tí kenna vit ikki - enn.
Stýra broytingunum?
Tú kanst ikki støðga broytingunum, enn verri stýra teimum, hon er har, og verður har. Ein møgulig avleiðing kann verða, at smærru feløgini fáa ein niðurtúr, til ein superliga verður gjørd, og smærru feløgini sleppa í 1. deild og øll hesi eykaliðini í 2. og 3. deild verða flutt longur niður ella burtur, men so vænti eg eisini at smærru feløgini fara at støðfestast aftur. Haldi eisini, at FSF hevur skyldu mótvegis smærru feløgunum, nú størru feløgini kappast um UEFA pengar, at stuðla teimum smærru fíggjarliga og geva teimum aðrar sømdir, t.d. fyri gott ungdómsarbeiði.
Síggi eisini at B36 leikskráin spyr TB og Sumba »Hvor vader vi hen«, men vandi er sanniliga á vælferðini hjá havnafeløgunum. Hvat vilja teir við sínum egna ungdómi? Tað má verða ein rúgva av leikarum, sum ongantíð fáa møguleikan í sínum egna felagi. Vit síggja enn fá andlit fara úr Havn til bygdirnar at spæla. Men tað verða helst fleiri, tá áhugin fyri at spæla á 2. og 3. liði hjá barnafelagnum fellur burtur.
Felagskenslan burtur
Í øllum førum er vist, at felagskenslan er burtur. Hon verður so ikki røkt til lítar. Havi verið í Havn, tvær reisur við liði til dyst í ár, har flestu dystirnir í Føroyum verða leiktir og dømdir. Herfyri møtti dómarin ikki til dreingjadyst í Havn. Ein nevndarlimur dømdi ístaðin, og tað bæði væl og virðiliga. Fyrr í ár møttu linjuverjarnir ikki til ein dreingjadyst. Her vinkaðu piltar so ístaðin, og tað var ikki heppið, tí tá tú hevur leikarar í álopinum, sum ferðast skjótari enn lósið, kann verða ilt at fylgja við offside hjá einum pilti. Hesin undirmetti tí eitt klokkureint mál. Í einum av fyrstu dystunum í ár dømdi ein smádrongur landskappingardyst hjá A-smádreingjunum hjá KÍ. Hetta eru dystir í meistarabólkinum, við leikarum sum leggja nógv fyri til venjing, og eiga betri viðferð uppibornað. Helst kenna øll feløgini hesar trupulleikar, men felagskenslan, at arbeiða í felagsskapi, hon sæst ikki aftur í dømingini í yngru deildunum, og hvussu kunnu vit tá krevja so nógv av okkara bestu dómarum, tá áhugin er so lítil?
Við ítróttarheilsu
Annfinn Danielsen,
venjari