stjórn tess. Lítið veiggj er í at ímynda sær nakað, sum ikki er; og lítið bæriligt er at billa hvørjum øðrum inn, at Føroya Løgting er annað, enn tað er. Tí veruliga valdið í Føroyum er framvegis á Chri [...] á fólk yvirhøvur. Nú er bert at vóna, at úrslitið 30. apríl verður føroyska fólkinum til frama. Kreppan í Føroyum fevnir um alt samfelagið, og eingin partur av skipanini er sloppin undan. Bankaskipanin [...] varð sett í gildi sum ein neyðsemja, fyrst og fremst av tí, at føroyingar sjálvir ? sum ikki einaferð ? ikki megnaðu at semjast um grundleggjandi spurningar viðvíkjandi framtíðar støðu Føroya í danska k
eftir hvat fyrigongur í toppinum í føroyskum politikki! Tá kreppan rakti okkum føroyingar fyrst í 1990?unum rakti hon serliga sunnaru helvt at Suðuroynni og so alla Sandoynna, tí í hesum økjum vórðu fi [...] fingu stuðul í samsvar við Sandoyarætlanina og søkt var tí um stuðul. Í fyrstu syftu vísti tað seg, at ongir trupulleikar vóru at fáa stuðul til at menna flakaframleiðslu í sunnara helmingi í Suðuroy. Menn [...] árræði og fleiri vóru teir sum tóku seg saman fyri at skapa nøkur abreiðspláss her í sunnaru helvt í Suðuroy. Hetta var í teirri tíð tá Heilsufrøðisliga starvsstovan setti so ræðuliga hørð krøv fyri at virkini
teimum gomlu betri. Í fyrstu atløgu verður møguleikin kannaður at keypa tey stóru sethúsini, sum gamli grísabóndanum, Mohan Prasad í Froðba átti, til eldrasambýli. Málið var fyri í Býráðnum hóskvøldið [...] av bygdini Hann heldur, at fyrsta stigið hjá býráðnum má vera at seta seg inn í viðurskiftini, seta seg inn í fíggingina í raksturin o.s.fr av slíkum tiltøkum. Og ikki minst verður uppgávan at kanna tørvin [...] har í fólk keypa seg inn í eitt eldrabýli, er áhugaverd. Tvs, at tey selja síni egnu hús, og keypa seg inní eitt sambýli, Tá ið tey so doyggja, keypir onkur annar teirra sambýli. Hann ivast ikki í, at
eisini í morgin, tá tríggir dystir verða spældir. Eins og hjá monnunum bíða 1. deildarliðini til seinni í kappingini, sum er býtt upp í tveir bólkar. Í morgin verða tveir dystir í 1. umfari og ein í 2. umfari [...] Hin dysturin í bólki 1 sær hinvegin rættiliga spennandi út. Hann verður í Klaksvík, har NSÍ kemur á vitjan. NSÍ er eitt tað mest spennandi liðið í føroyskum fótbólti í dag. Liðið er helst enn í yngra lagi [...] Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið byrjar í morgin, og tað ger steypakappingin hjá kvinnum eisini. Seinastu árini hava fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum verið í kappingini um løgmanssteypið
var ikki fyrr enn síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, at føroyskur politikkur fekk hesa skuld at dragast við, men síðani hon kom, hevur hon bert vaksið um seg sjálva, so hon í dag oyðileggur allar fyritreytir [...] tingið í farnu skeiðunum, tá tær ymsu fíggjarlógarviðgerðirnar hava verið. Men sum ikki einaferð, so vilja hinir ikki lurta eftir skilamannatosi, men velja heldur at liva, sum um vit framvegis vóru í gyltu [...] loystir í hesi samvinnu við danir. Minst til, at danir hava alt at missa - ikki vit. Sambandsflokkurin vil fara niður til Danmarkar fyri at gera slætt borð, so vit kunnu fáa eina nýggja byrjan í Føroyum
upp eftir í okkara samfelagi seinastu 4 árini. Hví hevur so fólkapensiónin staðið í stað síðan 1980-ini? Sannleikin er tann, at borgarligu flokkarnir ongantíð hava havt ans fyri teim veikastu í samfelagnum [...] staðið í stað, síðani áðrenn kreppan kom. Tá kostnaðarstøðið fyri dagligt livibreyð er hækkað hesi árini, ja, so er fólkapensiónin og aðrar pensiónir minkaðar, og verri gerst hjá pensionistum at liva í Føroyum [...] og trygd á ellisárunum, hava lítlan møguleika í Føroyum í dag. Tí hevur Javnaðarflokkurin sett sær fyri, at eftir komandi val, hvar flokkurin vónandi kemur í eina sterka samgongu, skal eitt av høvuðsmálunum
hava tríggjar flokkar: 1. flokkur: tey, sum hava gott og »trygt« arbeiði (hesi liva næstan sum í 80-unum), 2. flokkur: tey, sum hava arbeiði av og á (hesi royna at klára seg við tí lítla, tey hava, ? og [...] landinum. Er tað eitt gott samfelag, sum fer soleiðis við børnum sínum? Men nú eru nøkur ár farin síðan kreppan byrjaði, og vit kunnu takka skaparanum fyri, at Hann gav okkum nógvan fisk. Politikararnir rósa sær [...] tað eitt gott samfelag, har nøkur túsund fólk eru flýdd av landinum, har partar av landinum liggja í vinnuloysi, og har partar av fólkinum einki arbeiði hava? Eru vit nøgd við støðuna? Tað kann ikki bera
hava búð í Danmark í nógv ár. Stórur áhugi fyri føroyska valinum Annars hava føroysk viðurskifti í Danmark fingið nógv størri áhuga, enn tey annars hava havt. Umframt fótbóltin fyrst í 90?unum, er tað serliga [...] fingið Føroyar í yvirskriftirnar í donsku bløðunum. Nils-Chr. Nilson á Ekstrablaðnum hevur Føroyar sum sítt øki, og henda ferð hansara er tann triðja í ár, og hann kemur longu aftur seinast í mánaðinum, tá [...] Aktulet í Føroyum, og er tað fyrstu ferð, at eitt løgtingsval í Føroyum hevur havt so stóran áhuga í donskum fjølmiðlum. Nils-Chr. Nilson dylur ikki fyri, at serliga støðan hjá Jóannsi Eidesgaard í fólkatinginum
fyri hesar karmar. Nógv gomul og óhjálpin sita runt í hesum landi, og eitt, ið ein ofta hoyrir aftur og aftur, er tað einsemi hesi fólk kenna, tí í dag eru tað so fá, ið hava familjuna rundan um seg dagliga [...] nógv ein kann taka inn av brúkarum, so átti ein annar dialogur at farið í gongd millum hendan stovn og landsstýrið, tí tað trýst, ið í dag liggur á hesum stovni, er ikki nakað ein kann bjóða hvørki starvsfólkum [...] Vit síggja alt meir og meir, hvussu ein í staðin fyri at finna føroyskar loysnir, ið passa til okkara viðurskifti og okkara fólkatal, umsetir beinleiðis tann mátan danir gera tingini uppá. Vit kunnu fara
at børnini í einum øki, sum fevnir um nærum helvtina av Føroyum, ikki fáa lut í tí fyribyrgjandi arbeiði, ið er lógarfest, og tí teirra rættur. Í trý ár ? fyrst í 90unum ? vóru børnini í sama øki uttan [...] Miðflokkurin einki umboð í býráðnum, sum í dag kann tala søk barnanna, men vónandi fáa vit stuðul veljarans til, bæði á løgtingi og í landsstýri, at verja borg har garðurin er lægstur ? í hesum førinum hjá børnum [...] hesum altoyðileggjandi eitrinum. Eitt ár er liðið síðani táverandi skúlalæknin í Suðurstreymi boðaði frá, at hon nú fór at gevast í starvinum, og gav myndugleikunum (landsstýrinum, býráðnum og bygdaráðum) møguleika