Vit mugu gera slætt borð á Christiansborg

Uttanlandsskuldin er tann stóri kleppurin, føroyska samfelagið hevur at dragast við í dagh og nógvar dagar framyvir eisini.

Tað var ikki fyrr enn síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, at føroyskur politikkur fekk hesa skuld at dragast við, men síðani hon kom, hevur hon bert vaksið um seg sjálva, so hon í dag oyðileggur allar fyritreytir fyri sunnum og góðum politiskum arbeiði í Føroyum.

Júst tí er tað so neyðugt, at Sambandsflokkurin kann vera við til at samráðast um ta næstu avtaluna, ið gerast skal við danir um okkara syndarligu skuld.

Sambandsflokkurin hevur altíð verið fíggjarligur ábyrgdarflokkur, og tað er hann so sanniliga eisini enn. Leggið bert til merkis, hvussu mong skilagóð uppskot, Sambandsflokkurin hevur lagt fyri tingið í farnu skeiðunum, tá tær ymsu fíggjarlógarviðgerðirnar hava verið.

Men sum ikki einaferð, so vilja hinir ikki lurta eftir skilamannatosi, men velja heldur at liva, sum um vit framvegis vóru í gyltu 80-unum.

Júst tí, at Sambandsflokkurin á tingi hevur tosað fyri so mongum deyvum oyrum, er tað alneyðugt, at flokkurin kemur sterkur á ting eftir valið komandi, so hann kann fáa avgerandi leiklu tí myndini av framtíðarpolitikkinum her á landi.

Tí má og skal tað vera Sambandsflokkurin, ið eftir valið stendur so sterkur, at hann kann leiða komandi samráðingar við danir, so vit kunnu fáa okkurt skilagott burturúr viðvíkjandi stóru uttanlandsskuld okkara.

Sambandsflokkurin vil undir samráðingunum við danir - nú, ella kanska seinni, um tað kemur at laga seg so - leggja doyin á, at tað verða teir veruligu trupulleikarnir, ið verða loystir í hesi samvinnu við danir. Minst til, at danir hava alt at missa - ikki vit.

Sambandsflokkurin vil fara niður til Danmarkar fyri at gera slætt borð, so vit kunnu fáa eina nýggja byrjan í Føroyum. Her er ongin ivi í mínari sál, at soleiðis skal tað vera.

Vilt tú eisini tað, so eigur tú at stuðla Sambandsflokkinum ella eitt av valevnunum, sum vísir tað í verki, set krossin við lista B.


Heðin Mortensen,

valevni Sambandsfloksins