Nú hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin reypað av, at alt hevur gingið upp eftir í okkara samfelagi seinastu 4 árini. Hví hevur so fólkapensiónin staðið í stað síðan 1980-ini?
Sannleikin er tann, at borgarligu flokkarnir ongantíð hava havt ans fyri teim veikastu í samfelagnum. Tí hava veikastu bólkarnir einki fingið til bata frá sitandi samgongu.
Fólkapensionistar, avlamispensionistar, tey við skerdum møguleikum, hava verið slept upp á fjall, og fólkapensiónin hevur staðið í stað, síðani áðrenn kreppan kom.
Tá kostnaðarstøðið fyri dagligt livibreyð er hækkað hesi árini, ja, so er fólkapensiónin og aðrar pensiónir minkaðar, og verri gerst hjá pensionistum at liva í Føroyum. Men við borgarligum stýri var kanska ikki annað at vænta?
Flest øll tey, sum fóru niður í løn, meðan kreppan leikaði harðast á, eru komin upp aftur á støðið undan kreppuni, men pensionistarnir hava ongan bata fingið, og borgarligu flokkarnir ætlaðu enntá at lækka fólkapensiónina, og summir at avtaka hana.
Tey, sum bert hava fólkapensiónina at líta á, liva á hungursmarkinum. Tey, sum treingja til størri umsorgan og trygd á ellisárunum, hava lítlan møguleika í Føroyum í dag.
Tí hevur Javnaðarflokkurin sett sær fyri, at eftir komandi val, hvar flokkurin vónandi kemur í eina sterka samgongu, skal eitt av høvuðsmálunum vera, at bøta um korini hjá teim veikastu í samfelagnum. Fólkapensiónin skal hækkast beinanvegin og fleiri røktarheimspláss og sambýlispláss skulu útvegast. Tey evnaveiku og møguleikaskerdu skulu hava betri kor í Føroyum.
Samhaldsfasta eftirlønarskipanin skal betrast til at blíva eitt veruligt ískoyti til fólkapensiónina, og ein eftirlønarreformur skal fyrireikast, sum kann tryggja øllum eina rímuliga eftirløn og trygg kor á ellisárum.
Tann støðan, vit hava í løtuni, har summi liva á hungursmarkinum, onnur hava ivaleyst á ellisárum, fremur stættamun, sum vit annars nærum høvdu útruddað í okkara samfelag.
Vitandi, at góðskan av einum samfelag mátast eftir støðuni hjá tí veikasta bólkinum í samfelagnum, so er tað ein sjálvfylgja fyri Javnaðarflokkin, at nýta stóra orku til frama fyri hesar bólkar.
Føroyingar, tit vita, hvør flokkur setti fólkapensiónina á stovn, hvør flokkur setti samhaldsføstu pensiónina á stovn. Tað var Javnaðarflokkurin. Fyri nú at seta skjøtil á at betra munandi um hjá hesum samfelagsbólkum, sum liva av pensión, verður neyðugt við einum sterkari Javnaðarflokki á løgtingi.
Ongin annar politiskur flokkur hevur bæði vilja og evni til at fremja eitt slíkt mál ? og als ikki teir borgarligu flokkarnir, sum einki hava gjørt við hetta økið, tó teir hava havt maktina hartil.
Veljið tí Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum.
Birgir Mohr,
valevni Javnaðar-
floksins