Tosaði við danir í tveir tímar

? At so nógvir lesarar hjá okkum vildu hitta Jóannes Eidesgaard er tekin um, at føroysk viðurskifti hava áhuga millum vanliga danan, heldur Nils-Chr. Nilson, blaðmaður á Ekstrablaðnum, sum seinni í mánaðinum kemur á sína fjórðu arbeiðsferð til Føroya

? Eg var eitt sindur ivasamur, um tað var rætt at fara í telefonprát við lesararnar hjá Ekstrablaðnum, tí blaðið er kent fyri sín serliga hátt at skriva uppá.

Hetta siugr Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, um týsdagin tosaði í tveir tímar við lesarar hjá Ekstrablaðnum, sum við at ringja til Ekstrablaðið komu í samband við Jóannes Eidesgaard, sum sat í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum saman við blaðmanninum, Nils-Dhr. Nilson, frá Ekstrablaðnum, sum í samstarvi við Sosialin skipaði prátið.

? Men tá Ekstrablaðið jú er tað størta fyrrapartsblaðið í Danmark, so helt eg ikki, at eg kundi lata heta høvið fara aftur við borðinum. Hetta var eisini eitt óført høvi at hitta meiniga danan á máli og kunna greiða honum frá viðurskiftunum - frá okkara síðu, sigur Jóannes Eidesgaard.


Kedd um lagnuna

hjá Birte Weiss

Og tey vóru nógv, ið á henda serliga hátt hittu Jóannes Eidesgaard. Tey flestu skiltu val støðuna hjá Jóannesi Eidesgaard - at hann ikki vil verða partur av danska Javnaðarflokkinum, og tað stríð, sum valdar millum hann og Poul Nyrup Rasmussen.

Onkur lesari, sum ringdi, var sera harmur um, at Jóannes Eidesgaard ikki vildi atkøvða fyry Birte Weiss sum fólkatingsformanni, men Jóannes Eidesgaard greiddi so frá sínari støðu til málið.

Annars vóru fleiri, sum spurdu um blokkstuðulin, og spurningarnir vístu eisini, at fólk sum heild ikki vita serliga nógv um hendan stuðul. Onkur helt, at føroyingar als ikki skulu blúgvast við at taka ímóti pengunum, tí danir nýta nógv fleiri pengar upp á hjálp til onnur lond.

Stóra skldin til danska statin var eisini viðgjørd, og onkur spurdi, hvussu tað kann bera til, at føroyingar eru komnir til at skylda so nógvar pengar, og so greiddi Jóannes Eidesgaard frá útbyggingini av samferðslukervinum og frá, hvussu stóra privata skuldin gjørdist almenn og um bankabjargingarnar.

Av teimum gott 20, sum ringdu inn, vóru eisini onkrir føroyingar, sum hava búð í Danmark í nógv ár.


Stórur áhugi fyri føroyska valinum

Annars hava føroysk viðurskifti í Danmark fingið nógv størri áhuga, enn tey annars hava havt. Umframt fótbóltin fyrst í 90?unum, er tað serliga bankamálið, sum hevur fingið Føroyar í yvirskriftirnar í donsku bløðunum.

Nils-Chr. Nilson á Ekstrablaðnum hevur Føroyar sum sítt øki, og henda ferð hansara er tann triðja í ár, og hann kemur longu aftur seinast í mánaðinum, tá hann skal fylgja við endaspurtinum á føroyska løgtingsvalinum.

Umframt Ekstrablaðið, verða Sosialinum kunnugt eisini Jyllands-Posten og Aktulet í Føroyum, og er tað fyrstu ferð, at eitt løgtingsval í Føroyum hevur havt so stóran áhuga í donskum fjølmiðlum.

Nils-Chr. Nilson dylur ikki fyri, at serliga støðan hjá Jóannsi Eidesgaard í fólkatinginum er gott tilfar til eitt blað sum Ekstrablaðið, og tí hevur hann lagt sera stóran dent á at fingið Jóannes Eidesgaard við í eitt lesaraprát. Hann sigur, at teir upp undir valið m. a. høvdu Uffe Ellemann-Jensen og Holger K. Nielsen í slíkum práti.

? Men prátið við Jóannes Eidesgaard hevði út við sama áhuga millum lesararnar, og sigur tað ikki so lítið um áhugan fyri Føroyum í Danmark, sigur Nils-Chr. Nilson, sum rættuliga hevur fingið alsk fyri føroysku náttúruni.