Fólkatingsvalið var so av næstseinastu viku, og allir flokkar kappaðust um at siga fólki, hvussu miklan framburð hvør teirra hevði í atkvøðutali. Men hóast tað vóru einans tveir sigursharrar. Og enn eina ferð fingu vit eina skilliga ábending um, hvussu avlagað tað er, at føroyskir flokkar og veljarar skulu ørkymlast av hesum danska vali. Úrslitið av valinum veik tó ikki so langt frá tí, sum væntast kundi.
Fleiri framsøgufólk royndu at meta valúrslitið sum eitt slag av veljarakanning, ið kundi nýtast sum fyriboðan um, hvussu úrslitið av einum komandi løgtingsvali fór at verða. ? Kanska eitt sindur niðrandi hugburður mótvegis danska fólkatinginum at meta val til hetta ting einans sum eina valkanning í sambandi til eitt lutfalsliga minni týðandi val, nevniliga eitt føroyskt løgtingsval.
Úr føroyskum sjónarmiði er tað kortini ikki óskiljandi, hóast summi kanska halda tað benda á ikki sørt av heimføðiskapi og nalvaskoðan. Tí løgtingið er ? tað skerst valla burtur ? lítið annað enn eitt kommunustýri við ávísum heimildum, ið eru skamtaðar frá danska fólkatinginum og stjórn tess. Lítið veiggj er í at ímynda sær nakað, sum ikki er; og lítið bæriligt er at billa hvørjum øðrum inn, at Føroya Løgting er annað, enn tað er.
Tí veruliga valdið í Føroyum er framvegis á Christiansborg og Holmens Kanal í Keypmannahavn. Um hetta hava vit sæð ovmikið av dømum seinastu árini. Tá ið veruliga stendur á, koma kravboð úr Keypmannahavn um, at so ella so skal tað verða. Hóast sokallaðar yvirtøkur vikast lítið við hesa sannroynd; millum annað av tí, at flestu »yvirtøkur« eru framdar eftir boðum úr Danmørk. Men eisini av tí, at tað yvirhøvur einans eru umsitingarnar av ymiskum málsøkjum, ið føroyingar hava um hendur. Umsitið og fyrisitið verður vegna danskan myndugleika.
Og so varð løgtingsval útskrivað. Øll tóktust øtast og ovfarin; summi gjørdust firtin og ørg. Men kortini hava tey flestu sagt seg viljað havt hetta val sum skjótast. Og uppskot vóru um at hava val beinan vegin; so neyvan kom handan kunngerð løgmans heilt óvart á fólk yvirhøvur. Nú er bert at vóna, at úrslitið 30. apríl verður føroyska fólkinum til frama.
Kreppan í Føroyum fevnir um alt samfelagið, og eingin partur av skipanini er sloppin undan. Bankaskipanin fór um koll; búskaparliga skipanin somuleiðis. Og sjálvsagt elvdi hetta eisini til, at sjálv politiska skipanin rapaði, hóast summi oddafólk ikki rættiliga vilja vera við, at so er. So statt kunnu vit siga, at eisini allir stovnar og alt virksemi undir politisku skipanini fóru um koll.
Í veruleikanum er hetta neyvan nakað nýkomið, nakað, ið kom brádliga ella óvart; tí alt síðan heimastýrisskipanin tók við fyri hálvthundrað árum síðani, hava einstaklingar og flokkar, bólkar og felagsskapir áhaldandi víst á, at slíkari skipan varð ikki lív lagað. Skipanin varð sett í gildi sum ein neyðsemja, fyrst og fremst av tí, at føroyingar sjálvir ? sum ikki einaferð ? ikki megnaðu at semjast um grundleggjandi spurningar viðvíkjandi framtíðar støðu Føroya í danska kongaríkinum ella uttanfyri.
Politisku flokkarnir eru eyðvitað eisini partar av kreppuni. Tað gongur sjón fyri søgn, at fáir teirra megna at laga seg til nýggju støðuna. Onkrum hevur eydnast at bróta upp úr nýggjum, sum tað vísir seg ella er líkt til. Men hvussu dyggiliga og í hvørjum álvara, hetta hevur verið gjørt, kann bert tíðin vísa. Aðrir flokkar tykjast tvassa í stað; duga ikki rættiliga at fóta sær. ? Og sum ikki einaferð tykist fólkið, veljarafjøldin, at vera væl framman fyri flokkarnar.
At kalla allir flokkar eru eisini í leiðslukreppu. Enntá teir størstu tykjast hava út av lagi vánaligt handalag, tá ið tað snýr seg um at finna hóskandi leiðslusnið, avgerðarhátt og skipanarligan karm. Rembingar innanfloks avdúka álvarssamar veikleikar, sum minka munandi um trúvirði flokkanna.
Kortini er at vóna, at fjøldin av Føroya fólki fær okkurt í at velja á løgtingsvalinum; tí sum er munnu tað ikki vera so fá, sum einans fara á val við ringum tannabiti. ? Tað er skylda og verkevni flokkanna at síggja til, at vend kemur í hesi viðurskifti komandi vikurnar.