Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið byrjar í morgin, og tað ger steypakappingin hjá kvinnum eisini.
Seinastu árini hava fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum verið í kappingini um løgmanssteypið, men tað elvdi til ov nógvar dystir, har liðini vóru alt ov ójøvn, og tí er kappingin broytt, so tað nú bert eru tríggir bólkar við fýra liðum í hvørjum.
Og tað sæst, at tað ger mun, tí allir bólkarnir eru rættiliga javnir.
Bólkur 1
FS Vágar, HB, KÍ og NSÍ
Av teimum tólv liðunum, sum eru eftir í steypakappingini, eru tey tíggju úr 1. deild og hini bæði úr 2. deild. Annað av 2. deildarliðunum, sum eru eftir, er FS Vágar.
Samansetta vágaliðið flutti niður í fjør eftir tveir dystir um upp- og niðurflyting móti TB. Í morgin taka vágamenn ímóti FM-favorittunum HB í Miðvági, og hetta verður uttan iva ein møtumikil uppgáva hjá heimaliðnum.
Tey eru nógv, sum rokna við, at HB í ár fer at steðga »oyðimarkargongdini«, sum hevur staðið á síðani 1990, og vinna føroyameistaraheitið. Harafturat er HB altíð millum tey liðini, sum koma longst í steypakappingini ? ja higartil hevur HB vunnið øll steypini, spælt hevur verið um.
Eingin ivi er um, at landskappingin hevur 1. prioritet í HB, men steypakappingin hevur eisini týdning, og tað er altíð gott at byrja við einum sigri. So tað man vera lítið at ivast í, at HB-liðið fer at gera alt fyri at geva nýggja rumenska venjaranum bestu byrjan, hann kann fáa.
Hin dysturin í bólki 1 sær hinvegin rættiliga spennandi út. Hann verður í Klaksvík, har NSÍ kemur á vitjan.
NSÍ er eitt tað mest spennandi liðið í føroyskum fótbólti í dag. Liðið er helst enn í yngra lagi, men tað er eingin ivi um, at tað fer at gera seg galdandi heilt uppi í toppinum komandi árini. Eins og HB hevur NSÍ altíð borið orð fyri at vera eitt gott steypalið. Hóast felagið úr Runavík bert hevur vunnið steypakappingina einaferð ? tað var miðskeiðis í 80-unum ? kemur liðið altíð langt í hesi kappingini.
Í ár fær tað eina harða byrjan móti einum KÍ-liði, sum er styrkt síðani í fjør. Jóannes Jakobsen er venjari í Klaksvík á triðja ári, og liðið hjá honum hevur helst ongantíð verið sterkari hesi árini, enn tað er júst í ár. Zoran Mancic og Marek Wierzbicki eru góðir menn at fáa afturat eftir árið í fjør, sum ikki hilnaðist so væl, sum tey helst høvdu vónað í Klaksvík.
Tað verður uttan iva ein sera hørð kapping millum HB, KÍ og NSÍ um at sleppa víðari úr bólkinum. Tað kann eisini enda við, at øll trý liðini sleppa víðari, eftirsum tveir teir bestu trýararnir úr bólkaspælinum eisini koma við í fjórðingsfinalurnar.
Bólkur 2
TB, B36, Sumba og ÍF
Á pappírinum má hetta metast sum tann veikasti av teimum trimum bólkunum, hóast hann er tann einasti, har øll tey fýra liðini eru 1. deildarlið.
Føroyameistararnir B36 byrja steypakappingina á Tvøroyri móti uppflytarunum TB. Hetta er ein av teimum »góðu gomlu« dystunum í føroyskum fótbólti, men í nýggjari tíð hevur TB ikki havt tað so gott, og í ár er málið hjá tvørámonnum fyrst og fremst at bíta seg fastar aftur í 1. deild.
B36 hevur hinvegin so at siga alt trýstið á sær í morgin, og tað kann geva baksláttur fyri liðið, sum hevur mist so týðandi menn sum Óla Johannesen, Tummas Eli Hansen og Julian Johnsson frá gullárinum í fjør.
Eins og TB er Sumba eisini nýtt lið í 1. deild og má uttan iva fyrireika seg uppá eina strongda tilveru í niðara enda av landskappingini.
Men steypakappingin er nakað annað, og sumbingar, sum nú ganga í fótasporunum hjá hinum suðuroyarliðunum og hava fingið sær jugoslaviskan venjara, síggja eisini sín møguleika í morgin, tá ÍF kemur at vitja.
ÍF er aftur fast innbúgv í 1. deild og eiga at kunna taka 2. plássið í bólkinum. Men fuglfirðingar standa seg ikki altíð so væl í Suðuroynni, og teir kunnu lættliga verða lumpaðir á Krossinum í morgin.
Bólkur 2 sær út til at gerast ein dystur millum TB, Sumba og ÍF um 2. plássið. B36 tykist vera ov sterkt hjá hinum at hótta sum vinnara av bólkinum.
Bólkur 3
Royn, GÍ, B68 og VB
Royn hevur spælt seg í bólkaspælið eftir sigrar móti fyrst EB/Streymi og síðani LÍF. Í morgin verður mótstøðan væl harðari móti GÍ.
GÍ varð í fjør skumpað av føroysku fótbóltstrónuni, sum teir hava átt ein stóran part av 90-unum. Men gøtumenn vunnu steypakappingina í fjør, og hóast liðið ikki sær út til at vera eins sterkt og í fjør ? Jens Martin Knudsen er ein stórur missur ? eiga teir at fáa øll trý stigini móti Royn. Johan Nielsen er aftur venjari í Gøtu. Hann var eisini venjari trý tey fyrstu av teimum fýra árunum á rað, sum GÍ vann føroyameistaraheitið.
Á Svangaskarði hittast B68 og VB í einum dysti, sum sær út til at kunna fara báðar vegir. VB hevði eitt gott kappingarár í fjør, sum hevði við sær, at liðið fyri fyrstu ferð nakrantíð skal út í Europa at spæla fótbólt í ár. Síðani tá hava vágbingar mist landsliðsmannin Poul Thorsteinsson til B36 og jugoslaviska Zoran Mancic til KÍ, men í staðin er ein nýggjur jugoslaviskur spælari, sum tey í Vági kalla »Coolio«, komin á liðið.
VB skal nú byggja víðari upp á góða árið í fjør, men tað kann gerast torført at fáa nakað burtur úr á Toftum, har B68 altíð eru tungir at syfta.
B68 hevur verið í einum lítlum aldudali seinastu árini í mun til, hvat felagið fyrr hevur avrikað, men í ár sær liðið út til at vera væl fyri. Øssur Hansen er komin heim aftur eftir lítla »síðuspringið«, hann hevði til GÍ í fjør, og eitt russiskt íkast verður eisini á B68-liðnum í ár. Harumframt eru tríggir mans komnir úr HB, so missurin av Súna Fríða Johannesen verður kanska ikki so stórur sum av fyrstan tíð hildið.
Bólkur 3 sær út til at gerast bólkurin hjá GÍ, men B68 og VB kunnu eisini gera seg galdandi.
Bólkaspælið verður skjótt avgreitt í ár. Næsta umfar verður longu hósdagin, skírisdag, 9. apríl, og síðani verða umførini spæld 2. páskadag 11. apríl, 13. apríl, 19. apríl og 26. apríl.
Fjórðingsfinalurnar verða 8. mai. Tað verður bert ein fjórðingsfinala hjá liðunum at spæla. Hálvfinalurnar verða hinvegin spældar yvir tveir dystir, heima og úti. Tær verða ávikavist 21. og 30. mai, og sum nakað nýtt verður sjálv finalan spæld longu 5. juli í Gundadali. Finalan hevur annars seinastu árini verið beint eftir ólavsøku, vikuna áðrenn seinna helvt av landskappingini fer ígongd.
Kvinnurnar leggja til brots
Steypakappingin hjá kvinnunum byrjar eisini í morgin, tá tríggir dystir verða spældir. Eins og hjá monnunum bíða 1. deildarliðini til seinni í kappingini, sum er býtt upp í tveir bólkar.
Í morgin verða tveir dystir í 1. umfari og ein í 2. umfari. Í 1. umfari eru dystirnir TB-ÍF og FS Vágar-VB. Kvinnufótbólturin í Vági datt niðurfyri fyri nøkrum árum síðani, men nú skulu VB-kvinnurnar so royna at gera seg galdandi aftur. Í Fuglafirði var støðan tann sama. Í 1996 noyddist ÍF at taka sítt lið úr kappingini og flutti sostatt niður í 2. deild. Men nú royna tær so aftur í Fuglafirði.
Vinnararnir av dystunum TB-ÍF og FS Vágar-VB spæla ímóti hvørjum øðrum í 2. umfari, og vinnarin av hesum dystinum kemur við í bólkaspælið.
Triði dysturin hjá kvinnunum í morgin verður millum Sumba og NSÍ. Hetta er ein dystur í 2. umfari, og vinnarin kemur sostatt beinleiðis í bólkaspælið, sum byrjar páskaaftan 11. apríl.










