fíggja tað. Óli Jacobsen, landsstýrismaður í Almannamálum, setti alment Heilaárið í Føroyum og í røðu síni segði hann, at átakið er dømi um, at vit í Føroyum liva í tøttum samstarvi við umheimin. Vitan, upplýsing [...] Heilaárið, sum varð sett á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár, hevur ein greiðan málbólk, nevniliga tey ungu, ið ganga í fólkaskúla og miðnámsskúla. Tað verða hesi, sum fara at mynda framtíðina, verða [...] fólk. Undangongumaður hansara Ronald Reagan, ið var forseti USA í tveimum umførum og kanska tann máttmiklasti maðurin í heiminum tey árini, er í dag álvarsliga raktur av sjúkuni Alzheimer og veit ikki til
i, Hanna West í Hvalba, Sunrid Thorsteinsson í Vág, Hildur Johannesen í Havn og Jórun Jacobsen í Miðvági. Eykalimirnir eru eisini teir somu: Judith Árnastein í Havn og Selma Gullaksen í Klaksvík. Ása Djurhuus [...] Joensen í Klaksvík, men heldur ikki hon fekk nakað mótvalevni. Í nevndini í Heimahjálparafelag eru sostatt nú: Ása Djurhuus í Havn, sum er formaður, Elsa B. Joensen í Klaksvík, Hildigarð Djurhuus í Fuglafjørði [...] Aðalfundurin í heimahjálparafelagnum leygardagin broytti ikki nevndina nakað serligt. Einasta broytingin sum hendi, var, at ein nevndarlimur vildi ikki halda fram í nevndini, so nýggjur nevndarlimur mátti
Gunnar K. Nattastad úr Miðvági. Hann er giftur við Helgu og tey búgva hjá 85 ára gamla abba hennara í Bø, sum er vakrasti blettur í Føroyum, sum Gunnar málber seg. Hann er uppaldur í sambandsheimi og hevur [...] hevur verið aktivur í flokkinum frá studentadøgunum. Gunnar K. fór niður á handilsskúla í 1992 og læs síðani HA.Heimafturkomin í 1996 fór hann undir at fáa ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum, sum var dottið [...] men harfyri eru eisini stundir til frítíðarítriv. Tað er m.a. at virka í andaligum arbeiði. Gunnar K. er leiðari í einum ungdómsbólki í Sørvági, har hann skipar fyri fundum, legum, cafékvøldum o.a., sum er
sum flutti niður í 2. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt millum trý 1. deildarlið í bólki 1 í kappingini um løgmanssteypið. Seinasti dysturin hjá vágamonnum í bólkinum varð spældur í Sørvági móti NSÍ [...] seint í dystinum. Men tá var dysturin langt síðani avgjørdur. Spælt varð í Sørvági, har vøllurin er í sera ringum standi. Í støðum er eingin sandur, og har er lætt hjá spælarum at standa fastir í vøllinum [...] hált sunnudagin, og sum skilst verða ikki fleiri dystir spældir í Sørvági. Frá nú av verða heimadystirnir hjá FS Vágum spældir í Miðvági og í Sandavági. FS Vágar-NSÍ 0-6 (0-2) 0-1: Gert Langgaard 0-2: Kasper
mótmæla ætlanunum hjá Fiskavirking at lata virkið í Miðvági aftur - og saman við 500 undirskiftum handaði mótmælisskrivið. Vit arbeiðsfólk á Fiskavirking í Miðvági kenna veruleikan! Vit skulu siga Jóannesi somikið [...] stóðu vit arbeiðsleys í dag! Hvat var lygn Jóannes? Var tað lygn, at Dánjal tók stig til mótmæli? Nei - og tað skuldu vit vita best, sum her starvast! Var tað lygn, at hann var í Havn saman við starvsfólki [...] starvsfólki á virkinum og handaði mótmæli? Nei! Vit sóu tað jú øll í sjónvarpinum! Var tað lygn, at tað loysti seg at mótmæla? Nei! Vit arbeiða so nógv sum ongantíð fyrr! So Jóannes Klein, her leyp tú framav
Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu boðið arbeiðið út at leggja graslíki á vøllin á Argjum, ovara vøll í Gundadali og á vøllin í Klaksvík. Fimm tilboð komu inn, fýra luku útboðstreytirnar. Landsby [...] allar treytirnar. Í viðgerðini av málinum í býráðnum varð meiri tosað um persónar og leverandørar enn um vallirnar. Farið varð eftir manninum heldur enn eftir bóltinum. Vit høvdu áhuga í tveimum og tað var [...] at samgongan í Tórshavnar Býráð skrædnaði týsdagin, var persónstríð um leverandørar. Býráðið samtykti seinasta hóskvøld at taka av næst lægsta tilboðnum uppá graslíkisvøll á Argjum og í Havn. Landsby
við at spæla á graslíki, so tað er neyvan sannlíkt, at hann verður við í morgin, sjálvt um tað skuldi hent, at hann kom til Føroya í dag. B36 og HB hava ikki spælt ímóti hvørjum øðrum í ár. Í fjør var B36 [...] Hvørki teir í B36 ella teir í HB hava nakað ímóti, at fyrra innanhýsis uppgerðin millum grannarnar verður avgreidd longu í morgin. Hetta halda teir vera eina góða markering fyri viðhaldsfólkunum um, at [...] gjørd, og loyvisbrævið er í lagi, men verkfallið í Danmark hevur gjørt, at jugoslavin er ikki komin til landið. Hann er stórur og sterkur, og ætlanin hevur verið at brúka hann í miðverjuni. Men hann hevur
og tað skulu vit tosa um á fundinum í kvøld, sigur Hans Jørgensen. Fundurin verður sum nevnt í arbeiðsmannafelagshúsinum í Miðvági í kvøld klokkan 20 og nevndin í Vága Javnaðarfelag vónar at nógv fólk [...] røttum er. Tí kallar Vága Javnaðarfelag til fundar í arbeiðsmannafelagshúsinum í Miðvági í kvøld klokkan 20. Væl nøgd - hóast alt Hans Jørgensen, formaður í Vága Javnðarfelag sigur, at teir eru væl nøgdir [...] ligið á einum tryggum triðjaplássi í Vága valdømi í nógv ár. Í 1988 væntaðu bara 8 atkvøður í til at fáa mannin, sum tá fór til Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Við valið í 1990 gjørdi flokkurin eitt rættiligt
at Egin Høgnesen í fyrsta umfari hevði hálvbjargað roynd frá Arnoldi Joensen úr spískum. B36 roynir seg í ár við flatari verju. Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior eru einsamallir í miðverjuni, og tað [...] Petersen í B36 álopinum, men hann var ikki serliga eyðsýndur hesa ferð. Møguleikarnir Fyrra umfarið vóru ikki so ógvuliga nógvir málmøguleikar. Tomislav Sivic, sum var ógvuliga framrættaður í vinstra borði [...] men ungi maðurin smekkaði í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr. KÍ trýst og ársins mál Tað er afturvendandi og næstan vanligt, at klaksvíkingar hava ilt við at koma í gongd á heimavølli ? bæði
At hvalbingar ætla sær okkurt í ár, man lítið vera at ivast í. Í fyrsta umfari av landskappingini vóru teir á Eiði og vunnu 3-1 á EB/Streymi, og leygardagin var tað NSÍ, sum mátti lúta fyri Royn, ið nú [...] teir satsaðu uppá. Mál í seinastu løtu Royn var omaná so at siga allar teir fyrstu 45 minuttirnar, men tað var ikki fyrr enn í allarseinastu løtu av fyrra hálvleiki, at einasta málið í dystinum kom. Heimaliðið [...] 1-0, og eingin kundi siga nakað til sigurin á grasinum í Hvalba. Vøllurin var rættiliga harður og óslættur at spæla á, og um spælt varð á graslíki, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men soleiðis eru