Hetta var á lágum støði, Jóannes Klein

Vit vóru bæði ill og kløkk, tá vit á valfundi í Sørvági mánakvøldið 27. apríl hoyrdu, at Jóannes Klein, valevni hjá fólkaflokkinum, tók sær æruna av, at flakavirkið í Miðvági ikki lat aftur.

Jóannes skýrdi Dánjal Johansen, valevni Miðflokksins at vera ein lygnara, tí Dánjal á valfundi á Giljanesi 23. apríl hevði sagt, at hann (Dánjal) saman við starvsfólki á flakavirkinum tók stig til at mótmæla ætlanunum hjá Fiskavirking at lata virkið í Miðvági aftur - og saman við 500 undirskiftum handaði mótmælisskrivið.

Vit arbeiðsfólk á Fiskavirking í Miðvági kenna veruleikan!

Vit skulu siga Jóannesi somikið, at var hetta ikki gjørt tá, so stóðu vit arbeiðsleys í dag!

Hvat var lygn Jóannes?

Var tað lygn, at Dánjal tók stig til mótmæli? Nei - og tað skuldu vit vita best, sum her starvast!

Var tað lygn, at hann var í Havn saman við starvsfólki á virkinum og handaði mótmæli? Nei! Vit sóu tað jú øll í sjónvarpinum!

Var tað lygn, at tað loysti seg at mótmæla?

Nei! Vit arbeiða so nógv sum ongantíð fyrr!

So Jóannes Klein, her leyp tú framav.

Er hetta fólkafloks politikkur?