Orsøkin til orrustina, sum førdi við sær, at samgongan í Tórshavnar Býráð skrædnaði týsdagin, var persónstríð um leverandørar. Býráðið samtykti seinasta hóskvøld at taka av næst lægsta tilboðnum uppá graslíkisvøll á Argjum og í Havn. Landsbyggifelagið hevur vegna Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu boðið arbeiðið út at leggja graslíki á vøllin á Argjum, ovara vøll í Gundadali og á vøllin í Klaksvík. Fimm tilboð komu inn, fýra luku útboðstreytirnar.
Landsbyggifelagið mælti býráðnum til at taka av tí lægsta tilboðnum, men seinasta hóskvøld samtykti býráðið at taka av tí næst lægsta tilboðnum. Tað tilboðið eigur Føroya Møblasølu og tað ljóðar uppá 8.421.421 krónur. Tað lægsta eigur Osvald Simonsen og tað ljóðar uppá 6.240.570 krónur. Fyri Tórshavnar kommunu snýr munurin á lægsta og næst lægsta tilboðnum seg um 1.350.000 krónur. Meirilutin, sum samtykti at taka av tí næst lægsta tilboðnum, var minnilutin í býráðnum umframt Ingi Mohr og Páll Petersen. Klaksvíkar kommuna hevur ikki tikið støðu til tilboðini.
Maðurin heldur enn bólturin
? Okkara ráðgevi gjøgnum 12 ár, Landsbyggifelagið, mælti okkum til at taka av tí lægsta tilboðnum. Tað tilboðið leyk allar treytirnar. Í viðgerðini av málinum í býráðnum varð meiri tosað um persónar og leverandørar enn um vallirnar. Farið varð eftir manninum heldur enn eftir bóltinum. Vit høvdu áhuga í tveimum og tað var á kostnaðinum og dygdini á vøruni. Alt annað er málinum óviðkomandi. At brúka slaka hálva aðru millión av skattaborgarans peningi til onga nyttu vilja vit ikki finna okkum í, sigur Torfinn Smith, býráðslimur.
? Ein samtykt fyriliggur, sum sigur, at vit skulu taka av tí næst lægsta tilboðnum. Men málið kemur fyri aftur á býráðsfundi í annað kvøld og møguliga verður tað broytt.
? Eg skilji ikki, at hesin knúturin er komin í. Tað er ógvuliga áhugavert, at ein so stórur partur av býráðnum vil taka undir við einum boði, sum liggur so nógv hægri, enntá tá okkara sakkunleiki mælir frá. Eg havi roynt á nevndarfundum og býráðsfundi at funnið út av, hví ein so stórur meiriluti tekur undir við einum so høgum tilboði. Svarið liggur í einum stríði um persónar, hvør skal útvega kommununi graslíkið, sigur Torfinn Smith.









