á kostskúla í Danmørk. Bókin endar við, at hon siglir út av Havnarvág á veg til USA. Umframt at geva eina frálíka, brotakenda tíðarmynd, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur [...] og sorgum, sum ungdómar til alla tíð fara at dragast við. Hjá henni fáa barnaárini, ið ikki hava verið so sorgleys altíð, ein brattan enda, tá ið hon skilir, at vaksnamannaheimurin er ikki altíð soleiðis [...] sum hon ikki hevur dugað at sett orð á. Og eins og hon munnu nógv onnur ung hava upplivað nakað tað sama ? og gera tað enn. Tí fara hesar avbera væl skrivaðu endurminningarnar at geva afturljóð hjá nógvum
Hetta var ikki bara sum at siga tað. Tá loyvdu teir sær at søkja løgtingið um studning til hetta arbeiðið, sum umframt at vera drúgført eisini var kostnaðarmikið. Talan var um at lata 50 dálar. Men tá ið [...] bátarnar liggjandi um sumrarnar, men um veturin stóðu teir í neystum í Kirkjubø, og tá róðu teir út haðani. Fyrst í 1850-unum fóru húsbøndurnir báðir Byrgis Jógvan og Niclas á Bø undir at gera lendingina [...] doyði tað burtur. Hildið var, at Niclas dugdi meira enn at mata seg. Hann átti eitt rúnakelvi, sum hann goymdi undir høvdalagnum. Í manntalinum frá 1880 er Niclas 75 ár og er at finna sum fátækralimur
íhaldið tosar um, er tí ikki annað enn torvmold, sum sjálvstýrissamgongan í Føroyum eigur at lempa burtur, um hon annars hevur styril til tess. Kæru frændur. Fegin um at hitta tykkum. At kenna hitan úr [...] fegnir um at vera boðnir til Íslands. Kenna seg onkursvegna at vera meira í slekt við hesa tjóðina enn aðrar. Ættar- og blóðbond, mentan, mál og lívskor. Føroyskir tjóðveldismenn eru fegnir um at vera boðnir [...] ongan møguleika hevði at vera umboðaður á meginfundi tykkara í dag. Kendi russarin Alexander Solsjenitsyn segði einaferð tey vísu orðini at: "Um tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at gera okkum í minsta
Birgitte Schnakenburg á klaveri fara at framføra. Hetta er ein útgávukonsert, nú fløga, sum tær báðar hava spælt inn, júst er komin á marknaðin. Tær báðar vísa á, at í klassiskum tónleiki eru mangar perlur [...] fleiri konsertum kring landið. Seinastu tvey árini hava tær báðar regluliga spælt saman og hava havt fleiri konsertir. Við Finni Hansen sum teknikara hava tey gjøgnum hetta árið spælt tónleikarperlur inn [...] hesum tónleiki ger, at hann á serstakan hátt nemir við okkara kenslur. Burtur úr slíkum perlum úr fleiri londum og við ymiskari bakgrund, hava vit gjørt eitt perluband, sum vit vóna, at fólk kunnu fáa gleði
hann sigur eisini, at hetta málið kann eisini brúkast til at styrkja álitið á føroyskan útflutning. ? Vit kunnu brúka hetta høvi til at vísa umheiminum, at vit hava áhaldandi eftirlit og at okkara eftirlit [...] alivinnan í Evropa fer at brúka hetta sum eitt gylt høvi til aftur at seta fót fyri føroysku alivinnuna og fer at royna at fáa myndugleikarnar at steðga innflutningi av føroyskum laksi, kanska ikki í allar [...] eftirlit virkar. ? Vit kunnu vísa á, at hetta er eitt dømi um, at vit taka mál upp, beinanvegin illgruni um okkurt óregluligt tekur seg upp og at óregluligt virksemið verður steðgað beinanvegin. Skaðin er hendur
má hava kappingarførar treytir Av tí at eg meini at Meinhard hevur fatur á rætta endanum havi eg hug at skoyta nøkur orð uppí. Kjarnin í málinum er spurningurin um, hvussu í verðini tað ber til, at prísurin [...] eigur at vera í Føroyum. Og tí er neyðugt at siga nakað um hin seinna spurningin - um hví flakavirkistímarnir eru dýrari her heima enn í Íslandi og Skottlandi. Vit hava nakað, sum onnur lond ikki hava. Einar [...] týdning í hesum sambandi. (Vit fara í hesum sambandi eisini at lata sum um, at tímatalið ikki vexur. Hetta er realistiskt at hugsa sær, av tí at frá 1.januar til 31.desembur í einum ári vexur talið av a
hon eisini. Tá man sær alt tað slættlendi, ið har er, er væl hugsandi, at menn, ið hava havt hug til at velta upp úr nýggjum, hava búsett seg har. Lendið hevur verið dragandi á so mangan hátt. Úr Æðuvík [...] Hvør livir til næsta ár vita vit ikki. Men at túrurin næsta ár, um hann verður gjørdur, verður vestur í Vágar og ikki endar fyrr enn í Gásadali er lítið at ivast í. [...] og vísir seg at vera væl egnað til endamálið. Har er nógv áhugavert at síggja, eisini har var fólk, ið greiddu frá tí, ið inni var. Við havnarlagið í Leirvík var so reint og ruddiligt, at tað kundi eingin
felagslestur, og at tað skal bera til hjá lærarum og pedagogum at taka partar av nýggju útbúgvingini sum eftirútbúgving. Eisini er hugsað um, at møguleiki skal vera fyri hjá teimum lesandi at lesa ein part [...] hetta er broytt í nýggju útbúgvingunnum. - Fólk vilja alla tíðina hava møguleika at velja. Tá tey hava gjørt eitt val, ynskja tey at sleppa at gera tað næsta. Við nýggju útbúgvingarskipanunum er latið upp [...] longur er um næmingar, men um lesandi. - Undirvísingartíðin er stytt úr fyrsta árið 40 og hini árini 30 tímum niður í 15 tímar um vikuna.Undirvísingartilfarið er kortini tað sama, munurin er bara, at tey lesandi
hjá landsins borgarum, tá ið talan er um møguleikan at velja starvsøki ella arbeiði, tá ið landsins tilkomnu borgarar skulu menna sínar førleikar, og tá talan er um at nøkta tann økta og broytta tørvin á [...] greitt, at ein nýggjur háskúli fór at síggja dagsins ljós á Sandoynni. Talan er um ein háskúla, har landbúnaður og matur er høvuðsgrundarlagið. Men dentur verður eisini lagdur á umhvørvi og at hugsa grønt [...] tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er. Nýggj diplomútbúgving innan listaligum arbeiði er just sett á stovn. -Vit mugu tryggja okkum, at vit framhaldandi
politisk avgerð um at skapa einar sjálvbjargnar Føroyar og at taka ábyrgdina av loysa okkara trupulleikar. Tað er ein byrjan til eina gongd, sum ongantíð endar. Har vit ikki kunnu rokna við, at onkur annar [...] málini og enskt væl og virðiliga. Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi [...] heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur. Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving. Nám eigur at vera