Óli Jacobsen
---
“Umboðið” á Svínaryggi fyri hesa nú meira kendu bygd er Maria Dortheu Udbø Johansen, vanliga kallað Mia, fødd 10. oktober 1900.
Hon giftist í 1924 í Havnar kirkju við Axel Mortan Johansen. Hann var føddur 26. oktober 1889 og varð doyptur jólaaftan í Havnar Kirkju.
Foreldrini vóru Cathrina Malena Rasmussen og kendi bátabyggjarin Elias Johansen í Rættará. Axel var smiður sum fleiri í ættini.
Mia fór tíðliga at arbeiða á fiskabollafabrikkini hjá Valdemar Lützen í Rættará. Í 1925 fekk hon pláss hjá handilsmanninum Herman Christian Lauritsen og var har, til hann doyði í 1955. Eftir tað var hon heimagangandi.
Tey fingu børnini Hanna, f. 1921, Kaj f. 1924, Elinor f. 1925, Olgott og Åge.
Aksel doyði longu í 1932, í 1938 doyði sonurin Kaj. Mia sjálv doyði í 1963. Tey eru øll jarðað á Svínaryggi. Annars var nýggi kirkjugarður tikin í brúk í 1935. Men tey sum áttu hjúnafelaga ella næstringar í gamla kirkjugarði fingu grøv saman. Tí eru Kaj og Mia jarðað saman við Aksel.
Ættin
Søgan hjá ættini hjá Axel er fyrr lýst í hesi røð. Tí verður hendan greinin um ættina hjá Mariu. Hetta er gjørt takkað verið bókini Úti á Bø hjá Arnstein Niclasen, sum er av somu ætt sum Maria. Arnstein hevur avrikað eitt vala verk, har bygdin og nakað væl afturat verður lýst væl og virðiliga. Ein bygd, sum fyrr hevur verið deyð, er nú komin til lívs aftur.
Foreldrini hjá Miu vóru Ole Andreas Udbø (1864-1939) og Louise Malene Michelsen (1865-1928). Tey vóru úr Havn og giftust í 1893.
Systkini hjá Miu vóru:
Frida Julianna f. 1894, giftist við Lars Petur Johannesen f. 1895
Johan Hendrik Frits f. 1895
Johanne (1897-1918), ógift.
Andrea (1904-84). Hon giftist við Anders Johansson f 1895, sum var svenskari. Ein sonur var Gundur Schiller, kendur handilsmaður í Havn.
Pápi Óla, abbi Miu, var Andreas Niclassen Udbø (1842-1923), føddur í Bø og doyði suðuri í Vági. Í 1865 giftist hann við Johanne Olsen (1845-1927) úr Havn. Andreas og Johanna vóru ikki saman frá um 1870.
Johanna var systir Hans Olesen f. 1837, hin uppsitaran úti á Bø. Eftirkomarar teirra eru sostatt ættað frá báðum uppsitaraættunum.
Andreas, kallaður Andras í Tippinum, var í 1870 í Vági sum húskallur í Toftum. Hann hevði hvanngarð, var hegnismaður til handverk og eitt friðarfólk, sum ofta las í Skriftini.
Pápi Andreas, Niclas Joen Eriksen (1804-1884), var føddur á Bø. Hann giftist 18.juli 1834 við Juliana (Giljonnu) Andreasdatter úr Dali í Havn. Hon varð fødd 21. juni 1810 í Norðradali og doyði úti á Bø 29. juli 1892, hetta var seinasta andlátið í bygdini.
Hini børnini hjá Niclas Joen Eriksen vóru:
Joen Erik Niclasen (1835-1885)
Hann er ættarfaðir hjá Arnstein Niclassen, kelduna til hesa grein. Ein kendur maður í hesi ættargrein var Dia á Bø, sum hevði biograf í Havn.
Isalina Cathrine Niclasdatter (1837-1913)
Charlotta Susanne Niclasdatter (1840-1922)
Else Cathrine Niclasdatter Udbø (1844-1929)
Gina Margreta Niclasen (1847-1929)
Peter Hans Niclasen (1850-1899)
Sigga Sophie Niclasdatter (1854-1932)
Dygdarfólk
Hesi bøfólkini vóru kend sum ein støðug og trúføst lind av íðinskapi og staðbundnum trúskapi mótvegis teimum, sum tey strevaðust fyri.
Úti á Bø stóðu neystini til tvey fýramannafør niðri á bakkanum, har toftirnar enn eru til. Har høvdu bømenn bátarnar liggjandi um sumrarnar, men um veturin stóðu teir í neystum í Kirkjubø, og tá róðu teir út haðani.
Fyrst í 1850-unum fóru húsbøndurnir báðir Byrgis Jógvan og Niclas á Bø undir at gera lendingina meira nýtiliga. Hetta var ikki bara sum at siga tað. Tá loyvdu teir sær at søkja løgtingið um studning til hetta arbeiðið, sum umframt at vera drúgført eisini var kostnaðarmikið. Talan var um at lata 50 dálar. Men tá ið avtornaði var hetta ikki unt teimum.
Niclas var ein ógvuliga nærlagdur útróðrarmaður. Hann fann saman við syni sínum eitt longumið, har teir fyltu bátin. Teir fyltu bátarnar har hvønn dag, ið teir søktu miðið og hildu tað sum loynimið og doyði tað burtur.
Hildið var, at Niclas dugdi meira enn at mata seg. Hann átti eitt rúnakelvi, sum hann goymdi undir høvdalagnum.
Í manntalinum frá 1880 er Niclas 75 ár og er at finna sum fátækralimur heima á Garði.
Bømenn vildu ikki hava bjargingarløn
Í november 1849 fóru velbastaðmenn við báti handilsferð til Havnar. Tá teir rundaðu Kirkjubønes, brast hann á við illveðri. Teir vendu við aftur og komu til teir hættisligu bøboðarnar, sum tá vóru uppi. Hesir vóru ikki at spæla við.
Tá varnaðust bømenn, at vandi var á ferð bæði fyri bát og manning. Teir báðir Byrgis Jógvan og Niclas á Bø fingu sær reip og hildu til beins suður gjøgnum líðina, har báturin lá og andøvdi.
Tað eydnaðist báðum monnunum at leypa í bátin og fingu í hesum ringu líkindum bjargað honum til lands.
Fyri hetta bragdið vildu myndugleikarnir heiðra hesar báðar bømenninar og veita teimum sømdargávu, 5 dálar í part, fyri bragdið. Men hesir lítillátnu menninir vildu ikki taka ímóti pengunum. Teir hava uttan iva bert hildið seg hava gjørt sína skyldu.
Úti á Bø
Bygdin, ella rættari húsið úti á Bø, lá ein knappan hálvan tíma til gongu frá Kirkjubø.
Tað var ein lon, og her búðu tær tvær uppsitarafamiljurnar. Talan var um eina samanbygda flagtakta leingju í einari hædd í einari hædd við felags inngongd niðanfyri.
Í hvørjari helvt vóru bara tvey rúm, ein roykstova og eitt felagsrúm. Undir hesi flagtekjuni búðu 20 fólk.
Samlaða gólvvíddin var um 25 fermetrar í part, í dag ein heldur lítil stova.
Búseting á Bø kann staðfestast aftur til 1500 talið. Farið var seinastu ferð úr Bø í 1894. Veturin hevði verið óvanliga harður. Várið 1894 var bæði kalt og turt sum millum annað merkti stórt felli í lembingini, so har var ikki verandi. Tískil fór bygdin í søguna.
--
Komandi partur
Í komandi parti verða seinastu gravirnar við steini lýstar og í einum seinasta parti verður tikið saman um hesa røð.