Útflutningur og ILA: Skaðin er longu hendur

Hóast Alistøðin á Bakka og Bakkafrost verða fríkend, er illgrunin reistur og tað kann verða til stóran skaða fyri føroyskan útflutning. Hinvegin kunnu vit eisini brúka hetta til at vísa á, at eftirlitið virkar og tað kann skapa álit, sigur Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum.

Illgrunasamur útflutningur

?Hetta kann verða ómetaliga óheppið fyri føroyskan útflutning.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum og skrivari í Havbúnaðarfelagnum, sigur, at hevur alibrúk útflutt fisk, sum er sjúkur og deyður av ILA, er tað eitt álvarsmál.
? Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyskan útflutning, ikki bara av alifiski, men av fiski, sum heild.
Hann sigur, at vit vita, hvussu stóran ans matvørugølur vekja kring um í Evropa og í heiminum annars.
Nú hava so vit eisini fingið eina matvørugølu og tað kann gerast okkum dýrt, heldur hann.
Hann sigur, at tað kann fáa keyparar at aftra seg við at keypa føroyskan laks, tí teir missá álitið á okkum.
Men tað kann eisini smitta annan útflutning, so at tað eisini raka útflutningin av vanligum fiski.
Tað er heldur onki dulsmál, at í eygunum á alarum kring um í Evropa, er alivinnan í Føroyum ein stórur kappingarneyti og tað hevur av og á verið nevnt, at alivinnan í Evropa, brúkar allar snildir fyri at seta fót fyri alivinnuna í Føroyum.
Eitt nú var hildið, at ongar sakligar orsøkir vóru til at ákærar føroyska alivinnu fyri prísdumping og ákæran varð rætt og slætt tikin sum ein ósaklig roynd at darva føroysku alivinnuni.
? Vit kunnu stúra fyri, at alivinnan í Evropa fer at brúka hetta sum eitt gylt høvi til aftur at seta fót fyri føroysku alivinnuna og fer at royna at fáa myndugleikarnar at steðga innflutningi av føroyskum laksi, kanska ikki í allar ævir, men inntil málið er kannað til botns og avgreidd.
Men bara tað, at stígur kemur í útflutningin, kann fáa sera álvarsligar vleiðingar fyri føroysku alivinnuna, sum ordiliga ekur á knøunum frammanundan.
? Vit hava eina heilsufrøðiliga savtalu, so tað skuldi onki verið at stúrt fyri, men tað kann hugsast, at alarar í Evropa fara at brúka hetta høvi til at seta forðingar í vegin fyri føroyska aling.
Hvørjar avleiðingarnar verða veit Jan Mortensen ikki.
Men tað er almanna kunnugt, at alivinnan er í so svárari kreppu, at summi ivast í um ikki mesti parturin av henni er farin fyri bakka um eitt ár, so hetta er bara steinur oman á eina byrðu, sum er næstan er óberandi frammanundan.
Men hann sigur eisini, at hetta málið kann eisini brúkast til at styrkja álitið á føroyskan útflutning.
? Vit kunnu brúka hetta høvi til at vísa umheiminum, at vit hava áhaldandi eftirlit og at okkara eftirlit virkar.
? Vit kunnu vísa á, at hetta er eitt dømi um, at vit taka mál upp, beinanvegin illgruni um okkurt óregluligt tekur seg upp og at óregluligt virksemið verður steðgað beinanvegin.

Skaðin er hendur
Jan Mortensen vísir tó át, at enn er bara talan um ein illgruna ímóti Bakkkafrost og Alistøðini á Bakka.
Og hóast tað endar við fullkomiligari fríkenning , heldur hann, at stórur skaði kann longu vera hendur.
?Illgrunin er sáddur og tað kann gera sítt til, at keyparar aftra seg við at keypa føroyskan alifisk.
Hann heldur tí, at føroyskir myndugleikar eru ov skjótir at almannakunngera slík mál.
Hann er ikki fyri at dylja slík mál. Men hann heldur, at myndugleikarnir eiga at halda tætt, til tey eru kannað og ein avgerð er fallin.
? At almannakunngera illgrunar sum hesar, er ógvuliga óheppið fyri alla vinnuna og tí eigur slíkt ikki at almannakunngerast í hálvum gekki, men bara tá ið full greiða er fingin um, hvat yvirhøvur er í málinum.
? Eg haldi, at føroyskir myndugleikar duga ov illa at halda tætt.
Hann tekur løgregluna sum dømi.
? Løgreglan kannar ein hóp av málum, uttan at eitt orð lekur út um tað og eg haldi, at aðrir myndugleikar eiga at brúka sama leist, sum løgreglan.
Hann sigur, at vit kunnu hugsa okkum gøluna ið verður, verða Bakkafrost og Alistrøðin á Bakka fríkend, men at útflutningurin kortini er farin fyri bakka, tí myndugleikarnir vóru ov opinskáraðir og kunngjørdi ein illgruna, sum onki hald var í. Tá kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at vit missa stór útflutningsvirði á fullkomiliga skeivum grundarlagi.
? Tí er tað ótrúliga umráðandi, at myndugleikarnir gera sær stóran ómak at handfara slík mál rætt og tað haldi eg ikki at teir gera í løtuni, sigur Jan Mortensen.