Úti á leysum oyggjum

eftir Marionnu Debes Dahl

Úti á leysum oyggjum var ein hin mest selda skaldsøgan í fjør, og stut eftir jól var hon uppseld.

Úti á leysum oyggjum er endurminningar hjá høvundanum tey fyrstu 16 árini, 1947-1964. Vit fylgja henni fyrst á bygd og sjúkrahúsi í Danmørk, tá ið hon er smábarn, men mest í Havn og inni í Kaldbak, til hon 12 ára gomul fer á kostskúla í Danmørk. Bókin endar við, at hon siglir út av Havnarvág á veg til USA.

Umfram at geva eina frálíka brotakenda tíðarmynd, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur upp og búnast við teimum spurningum, gleðum og sorgum, sum ungdómar til alla tíð fara at dragast við. Hjá henni fáa barnaárini, ið ikki hava verið so sorgleys altíð, ein brattan enda, tá ið hon skilir, at vaksnamannaheimurin er ikki altíð soleiðis, sum tað sýnist? Brádliga skilir hon sumt, sum hevur pínt og órógvað, men sum hon ikki hevur dugað at sett orð á.

Og eins og hon munnu nógv onnur ung hava upplivað nakað tað sama - og gera tað enn. Hesar avbera væl skrivaðu endurminningarnar hava givið afturljóð hjá nógvum lesarum, hóast tær sum vera man eru ógvuliga persónligar. Frásøgnin er sonn og sterk, men hóast trupul viðurskifti verða umrødd, eru nógv leikandi løtt brot um eydnuríkar løtur saman við familju og vinfólkum. Marianna hevur lætt til láturs, og kæti stingur seg eisini upp í heilum.

Úti á leysum oyggjum er løtt listin og hugtakandi bók, bæði hjá ungum og eldri. Hon er 292 bls. og kostar kl. 198. Olivur við Neyst hevur lagt permuna til rættis, sjálv myndin er foto av málningi, sum Ingálvur av Reyni hevur málað. Pf. Einars Prent hevur eisini prentað og heft annað upplag.