Longu í 2002 byrjaði arbeiðið at nútímansgera lærara- og pedagogútbúgvingina. Tá varð ein arbeiðsbólkur settur at endurskoða verandi útbúgving, men ikki fyrr enn í august 2006 handaði bólkurin álitið til táverandi landsstýrismann, Jógvan á Lakjuni.
Eftir hetta hevur verið ein ávísur »gjøgnumtrekkur« av landsztýrisfólkum, men í februar 2008 setti Kristina Háfoss ein innanhýsis arbeiðsbólk í Mentamálaráðnum at gera uppskot til kunngerð.
Í tí bólkinum vóru Martin Næs, deildarstjóri, formaður, Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, og Jørgen Meitilberg, fulltrúi. Seinni komu Janus Jensen, undirvísingarleiðari á fólkaskúladeildini, og Hildur Patursson, fulltrúi, við í arbeiðið. Hartil hava formenninir í Lærarafelagnum og Pedagogfelagnum mannað ein tilvísingarbólk.
Í arbeiðinum er atlit víst til, at tað skal bera til at lesa paratr av pedagogútbúgvingini og læraraútbúgvingini sum felagslestur, og at tað skal bera til hjá lærarum og pedagogum at taka partar av nýggju útbúgvingini sum eftirútbúgving.
Eisini er hugsað um, at møguleiki skal vera fyri hjá teimum lesandi at lesa ein part av lestrartíðini aðra staðni, og at møguleiki skal vera fyri MA (2 ár) lestri eftir trý ára lestur, tá ið BA prógvið er fingið til høldar.
Í hesum sambandi verður arbeitt við at fáa avtalur í lag við hinar deildirnar á Fróðskaparsetrinum, vi DPU, RUC og Kennaraháskúla Íslands.
Lesandi
Bæði arbeiðsbólkur, Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, og Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla fegnast um nýggju útbúgvingarnar, og á tíðindafundi í gjár greiddi hann frá nýggju útbúgvingunum.
Ein av høvuðsbroytingunum er, at læraralesandi og pedagoglesandi lesa saman fyrsta árið. Ein onnur høvuðsbroyting er, at undirvísingin nú fer fram í skeiðsmodulum, og tað metir rektarin er ein stórur fyrimunur.
- Nú kunnu tey lesandi konsentrera seg um eitt fak, og ikki sum fyrr flyta millum átta fak um dagin ella um vikuna. Nú gera tey skeiðið liðugt, og tað endar altíð við einari eftirmeting so lærararnir alla tíina kunnu fylgja við teimum lesandi, sigur Jóannes Hansen.
Triðja høvuðsbroytingin er, at talan ikki longur er um næmingar, men um lesandi.
- Undirvísingartíðin er stytt úr fyrsta árið 40 og hini árini 30 tímum niður í 15 tímar um vikuna.Undirvísingartilfarið er kortini tað sama, munurin er bara, at tey lesandi fáa størri ábyrgd av sínum lestri, sigur Jóannes Hansen.
Ein onnur broyting er, at lestrartíðin hjá lærarum og pedagogum nú er síðustillað soleiðis, at báðar útbúgvingarnar taka fýra ár. Undir gomlu skipanini tók pedagogútbúgvingin tríogeitthálvt ár.
Smidligari
Undir gomlu skipanini var pedagogútbúgvingin skipað soleiðis, at tú byrjaði útbúgvingina, og so koyrdi tú streymlinjað eftir somu breyt uttan møguleika at velja til ella frá. Lærarar hinvegin høvdu 17 valmøguleikar við teirra útbúgving. Og hetta er broytt í nýggju útbúgvingunnum.
- Fólk vilja alla tíðina hava møguleika at velja. Tá tey hava gjørt eitt val, ynskja tey at sleppa at gera tað næsta. Við nýggju útbúgvingarskipanunum er latið upp fyri hesum, sigur Jóannes Hansen.
Sum limur í arbeiðsbólkinum og sum rektari á Føroya Læraraskúla sær hann stórar møguleikar í at útbúgvingin nú verður lýst í eini kunngerð.
- Hetta fer at gera skipanina nógv smidligari og lættari at tillaga. Eg vænti, at tillagingar loypandi verða gjørdar, og tá er tað ein stórur fyrimunur, at ikki hvør einasta broyting skal til viðgerðar í Løgtinginum, men bara kann lýsast av mentamálaráðharranum í einari kunngerð, sigur Jóannes Hansen.
Og júst tí skipanin verður so smidlig av tillaga væntar rektarin ikki, at vit fara at síggja slíkar stórbroytingar innan útbúgvingarnar aftur.
- Skipanin er ikki liðugt ment. Hon fer at verða tillaga so við og við, sum tørvurin broytist, sigur hann.
Tað verður kortini ikki nakað kollveltandi nýtt hjá lesandi, sum byrjað á lærara- ella pedagogútbúgving nú, tí skipanin hevur verið royndarkoyrd síðani 2008. Tað merkir, at lesandi, sum byrjaðu í 2007 ella fyrr, og sum verða liðug í 2011, fáa sína útbúgving eftir gomlu skipanini, meðan tey, ið eru byrjað í 2008 og seinni lúka prógv undir nýggju skipanini.