Í morgin klokkan 16 fara Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg at hava útgávukonsert í Leirvíkar Bátasavni í sambandi við fløguútgávu. Tiltakið er ókeypis.
Fólk kunnu ikki vænta sær minni enn nakrar klassiskar perlur í hugnaligum umhvørvi í Leirvíkar Bátasavni í morgin, tá Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaveri fara at framføra.
Hetta er ein útgávukonsert, nú fløga, sum tær báðar hava spælt inn, júst er komin á marknaðin.
Tær báðar vísa á, at í klassiskum tónleiki eru mangar perlur, sum kunnu siga okkum nakað serstakt í ávísum løtum í lívinum.
- Yndi og dýpi í hesum tónleiki ger, at hann á serstakan hátt nemir við okkara kenslur. Burtur úr slíkum perlum úr fleiri londum og við ymiskari bakgrund, hava vit gjørt eitt perluband, sum vit vóna, at fólk kunnu fáa gleði av.
Tað siga tær báðar um fløguútgávuna.
Birgitte Schnakenburg fekk í 2005 starv í Føroya Musikskúla sum fylgispælari. Síðani hevur hon spælt ótaldar konsertir í Føroyum og í Danmark saman við næmingum og fulltíðar tónleikarum.
Monika Stauss Joensen starvast partvís á Føroya Musikskúla og hevur lagt dent á kamartónleikin, eins og hon hevur skipið fyri fleiri konsertum kring landið.
Seinastu tvey árini hava tær báðar regluliga spælt saman og hava havt fleiri konsertir.
Við Finni Hansen sum teknikara hava tey gjøgnum hetta árið spælt tónleikarperlur inn í Kringvarpinum, sum nú eru givnar út á fløgu.
Øll eru hjartaliga vælkomin í hugnaliga umhvørvið í Leirvíkar Bátasavni í morgin klokkan 16, har kaffi verður at fáa og okkurt heimabakað. Eisini verður fløgan seld fyri serprís.