góðan mat og at tora at halda fast um, at ein portión er ein portión, og tað er tað. Og so heldur at hava títtari máltíðir og bara góðgæti eina ferð um vikuna. - Vit eru ein stór familja, og kunnu lættliga [...] so nógv, er tað nógv strævnari at renna, og eg gangi heldur ikki so skjótt sum hini. Tí vóni eg at blíva kløn og eg ætli mær at ganga túrar og kanska at íðka ítrótt - har sum eg sleppi at vera við, sigur [...] saman við barninum, og tey mugu vera til reiðar at brúka tíð til tað bæði til at matgera og at røra seg saman við barninum. Gongutúrurin til Húsavíkar og Dals var góður. Eg og babba fóru síðst avstað, men
sigur og eitt gott avrik hjá NSÍ, har álopið og Tórður Thomsen í málinum gjørdu tað serliga væl. Teitur Joensen ber uppá mál, at tað kanska kann vera sunt fyri HB at hava tapt ein dyst fyri at stríða [...] Uppsillingin var broytt soleiðis, at vit vóru í 3-4-3 útgávu í staðin fyri 3-5-2. Tað er styrki at vera førur fyri at vera í fleiri útgávum, og mínir menn vístu í kvøld, at hetta megnaðu teir væl, sigur svenski [...] í Runavík í kvøld. - Mínir menn vístu sjálvsálit og tordu at spæla og ikki sparka fótbólt. At teir tordu tað – eisini tá ið mótstøðumenninir royndu at pressa teir frammarlaga á vøllinum – hevði avgerandi
nøgdir við tað, sum er farið av summarinum, tí veðrið hevur ikki verið tað besta, men tó eru tey flestu á einum máli um, at tað er í hvussu er eitt gott við hesum summarinum. Tað er, at tað eru næstan [...] Danmark, og várið var eisini eitt av teimum køldu, og nógv tær flestu vespudrotningarnar doyðu av kulda. Eisini tað slagið av vespum, sum stingur, og tað kunnu serliga tey við ovurviðkvæmi vera fegin um [...] um. Hinvegin fara tey, sum hava urtagarð, ivaleyst at sakna vespurnar, tí tær eru óførar at rudda urtagarðarnar fyri summarfuglalarvur og blaðlýs, skrivar danska kringvarpið.
itið, og spurdur um hvørjar vónir, hann hevði undan kappingini, sigur Regin, at tað er ilt at siga frammanundan, men greinirnar í kappingini hóska væl til sín, og tí vónar hann at fáa eitt gott úrslit [...] Regin hevur onki hjálparfólk við sær á túrinum, og fer tí einsamallur avstað. Regin vísur á, at hann ikki fíggjarliga orku til at hava hjálparfólk við sær, og tað er stak óheppið. Hann er tó fegin um tann stuðul [...] Malaysia í septembur. Sjálvur sigur Regin, at alt valdast, hvussu tað fer at ganga um vikuskiftið. Regin hevur eisini eina innbjóðing til eina kapping í Peking í oktober, og har hevur hann heldur ikki tikið støðu
kommunu, og byrjað verður við morgunmati í Undirhúsinum klokkan 9. - Vit trívast øll best, tá tað er vakurt, reint og rudduligt, og vit vita, at ábyrgdin fyri hesum hvílir á okkum øllum. Tað siga tey í [...] hesum døgum verður nógv orka løgd í at fyrireika bátafestivalin, sum verður á Toftum annan leygardag, og ruddingardagurin er eitt gott høvi hjá øllum at standa saman um at hava bygdina ruddiliga. - Eftir [...] øll posar og handskar, og so verður ruddað í kommununi í einar tveir tímar, sigur Nes kommuna. Lagt verður aftrat, at klokkan 12 hittast øll aftur á havnarlagnum til felags tiltak við sangi og mótasýning
nógv viðurskifti og mál at seta seg inn í. Eitt tað fyrsta, sum hann fer at gera, er at seta seg væl inn øll tey málini, sum liggja á skrivaraborði hansara longu nú - og sum koma at liggja her hesa fyrstu [...] fyri Jógvan er at koma kring landið at hitta øll tey, sum hava við kirkjuna at gera. Nývaldi biskupurin fer tí at vitja prestarnar og kirkjuráðini fyri líkasum at taka “temperaturin” í kirkjuni – hvussu klima’ið [...] hava við tað einstaka málið at gera: Er talan um til dømis viðurskiftini hjá prestunum fer hann at tosa við Prestafelagið. Og er talan um eitt mál, sum hevur við umsitingina av kirkjuráðunum at gera, so
okkarnar í útvarpinum fyrradagin at døma, verður helst ikki samgonguni lív lagað. Fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin hevur tað eftir øllum at døma alt at siga, at uppskotið ? sum Høgni Hoydal sigur [...] sjálvsagt, at løgmaður skrivar út nýval. Men bæði løgmaður hevur sagt, at eitt nýval loysir ikki trupulleikan, og andstøðuleiðarin, Jóannes Eidesgaard hevur boðað frá, at eitt nýval bara fer at gera støðuna [...] hugsast, at Tjóðveldisflokkurin fer at verða sitandi í landsstýrinum. Hetta man kortini metast sum ein hypotetiskur møguleiki, tí neyvan fer formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, at tíma tað. Hann hevur
útvarp at fáa tykkara boðskap út, tað er ikki vánaligt reiðskap at hava at arbeiða við, bert fyri at nevna eitt gott reisskap tit hava fyri at fáa tykkara boðskap út, tað prógvaðu hesir daganir væl og virðiliga [...] hetta er blivið blást upp, kann ein nær um fáa ta fatan, at tað var nakað nýtt her á landi at vera samkyndur, og hetta tíðindavirðið var so stórt, at vit máttu fáa hetta fleiri ferð um dagin í samanhangandi [...] royndir at borið eitt hvørt tiltak, ein hevur skipað fyri gjøgnum tíðunar, til Útvarpið og spurt, um tað kann koma við í sendingina á middegi og kvøldið, tá hevur svarið verið sum oftast, at tað kemur bert
ermuna og ikki út í luftina. – Men fer smittan at ganga í Føroyum, fer tað at krevja, at onnur tiltøk vera sett í verk, sigur yvirlæknin. Bjarni á Steig sigur, at føroyski farsóttabólkurin fer at hava fund [...] boðað frá, at talið á ferðafólkum í bussum og í tokum eigur at verða avmarkað, og at fólk eiga heldur ikki at stúva seg saman. Heldur mæla tey fólki til at finna sær súkkluna fram, ella at vera til gongu [...] tilmælini, at vit halda okkum til tilmælini um reinføri. Og tað er at vit skulu vaska okkum um hendurnar, bæði væl og ofta, og vit skulu brúka spritt. Mælt verður eisini til, at vit hosta og njósa niður
vóru í toppi (og tað vóru ikki so fáar av kvinnunum við...). Men ein onnur – og størri – fortreyt fyri at fáa eitt gott G! er tín egna innstilling. Hugin at hava tað stuttligt og fáa tað besta burturúr [...] blíð at bjóða inn til ein góðan bita, er G! í tríggjar dagar, og so leingi kunnu tey fæstu liva av pylsum og pitsu. G! er sunt fyri sálina men kann vera hart fyri kroppin, og tá má góður matur til at bera [...] høvuðpínu og linlig lør áttu at verið so mikið at sær komin, at tey tóku upp eftir sær. Sjálvt um hetta var seinasta myndina av G!, tá vit koyrdu heim, er tað tó ikki hon, ið hevur rist seg í minnið. Tað er hinvegin